Tóralvur kundi eins væl ikki blivið 30 ár

Herfyri doyði Tórálvur Mohr Olsen 80 ára gamal. Hetta kom dátt við, tí Tórálvur var væl fyri heilt til ta seinasta. Tóralvur er kendur sum løgtingsmaður, har hann var ein av teimum sáttligu og sakligu. Í tí sambandinum komu vit at kennast. Í 2005 vóru 50 ár liðin, síðan Tórálvur var sera nær við at farast á sjónum. Í samstarvi við Tórálv varð tá gjørd frásøgn um hesa hending. Tað kann vera hóskandi at gera ein samandrátt, nú Tórálvur er farin

Tann 26. januar í 1955 hendi ein skipsvanlukka, sum eins væl kundi verið ein tann størsta vanlukkan í Føroyum. Hetta var tá í íslendski trolarin "Egill Rauði" sigldi á land við 34 monnum uppi á Vestfjarðum. Av teimum vóru 19 føroyingar. Tað eydnaðist at bjarga 29 av manningini. 18 av hesum vóru føroyingar. Ein av teimum var Tórálvur Mohr Olsen, sum greiddi soleiðis frá hesi hending:


Fóru á land


Tann 25. januar høvdu vit ligið inni undir Grønulíð og krokað orsakað av illveðri. Tá royndu vit aftur at sigla út á fiskimið, men her var nógv ísing av skipinum.

So vit vendu aftur og sigldu aftur undir Grønulíð, men tá fóru vit á land. Skipið tók land beint áðrenn klokkan seks, og tá vóru teir flestu í messuni. Eg hevði verið millum teir fyrstu at skaffa og ætlaði mær fram í lugarið, og tá eg kom fram undir bakkan - tá høgdi. Eg helt fyrst, at vit høvdu siglt á eitt annað skip. Eg fór aftur á dekkið. Tað var myrkt, og eg sá lítið annað enn brimið. So eg fór aftur á bátadekkið, har manningin var savnað saman. Skipið hevði bakkað, tá tað brast, men tá tók í av nýggjum, og tá brotnaði skipið beint við spælið. Eg minnist eldneistarnar, beint sum tað brotnaði. Tað var sum at síggja eitt bál.


Bjargingarbáturin brotnaði til alla lukku…


Bjargingarbáturin brotnaði til alla lukku í sama viðfangi. Varð hann settur út í heilum líki, hevði hann brotnað beinanvegin. Hevði fólkið verið farið í hann, hevði lagnan hjá teimum verið hareftir. Tað var ikki møguligt at vera á bátadekkinum, so vit fóru allir inn á brúnna. Á veg upp á brúnna fóru fýra mans fyri borð, tí sjógvurin gekk so nógv yvir afturskipið. Hesir vóru allir íslendingar, og so syrgiligt var tað, at tríggir av teimum vóru úr sama húsi í Nekaupstaði.

Eg fór inn í bakborðsgangin, men sjógvurin náddu meg eisini her, so eg skolaði aftur og fram, men at enda fekk eg fast í spælið. Tá vóru brotnaðu partarnir av skipinum farnir at førka seg frá hvørjum øðrum. Hevði eg tá farið niður ímillum, hevði eg onga søgu havt at fortelja. Men eg fekk hildið fast í spælið, sum var aftanfyri brotið, og tað eydnaðist mær at sleppa upp á brúnna. Tá hevði eg mist stivlar og hosur, sum vóru skolaðir av mær. Tað frysti so illa, at eg føldi ikki beinini uppi á mær. Eg fekk kortini ongan varandi skaða av fótafrostinum.

Vit vóru 29 mans á brúnni og í leytaranum niður til skiparakamarið, sum var fult av sjógvi. Her stóðu vit í 18 tímar og fingu ikki rørt okkum.

Vit vóru allir illa klæddir. Nógvir vóru í berari skjúrtu. Men eg var í troyggju. Men tað var eydnast øllum at sleppa í bjargingarbelti, og tað var eitt sindur av lívd í tí. Men afturat tí vóru vit allir dálkaðir av oljuni, sum var likin úr tangunum. Tá skipið klovnaði, rann svartoljan úr tangunum, og vit vóru allir svartir sum nekarar. Men oljan hevur uttan iva lívgað okkum eitt sindur eisini. Og so høvdu vit hitan av hvørjum øðrum, tí vit stóðu so tættir saman.

Afturparturin á skipunum lá soleiðis, at stýriborðssíðan lá niðri í briminum, og hallið var so nógv, at tað breyt á brúnni, men eydnan hjá okkum var, at afturparturin lá á einum skeri, annars var tað koppað.

Skipið var strandað á flóð. Nógvir hildu, at møguleiki var at koma upp á land beinleiðis av vrakinum. Orsøkin til hetta prát var, at vit óttaðust fyri, at afturparturin á skipinum fór at koppa, tá tað aftur fór at fløða. Vit vóru tríggir ella fýra, eg var ein teirra, sum vóru valdir at fara yvir í bakborðsgangin at hyggja niðan í fjøruna eftir hesum møguleikanum.

Tað var svarta myrkur og kavarok, og brimið breyt í fjøruni. Tað er ivasamt, um tað í heila tikið hevði eydnast at komið á land. So semja gjørdist um at vera verandi umborð. Og hetta var eisini ein røtt avgerð. Vit høvdu annars fryst í hel.

Fram á náttina var kavaódnin so tjúkk, at vit sóu ikki ljósinum frá skipunum, sum lógu útfyri, men sum frá leið fór at rivast í kavarokinum, at vit fóru at síggja ljósið frá ljóskastarum. Tástani vistu vit, at vit vóru funnir.

Tað var Grimsbytrolarin "Andanes", sum fann okkum fyrst. Hann hevði eisini góðan radara og hevði sterkan ljóskastara.


Fyrsta hjálpin kemur


Síðani kom ein lítil bátur til okkara. Hann var 15-20 tons og kallaðist "Andvari". Hann kundi koma nærri til okkara enn tey størru skipini, og vóru tað ikki meira enn 100 metrar millum teir og okkum.

Teir á "Andvari" royndu beinanvegin at skjóta línu yvir til okkara, men tað var so nógvur vindur, at línan feyk burtur frá okkum. Teir skutu fleiri ferðir, og tað eydnaðist at enda at fáa samband við seinasta skotinum, sum teir áttu. Hetta skotið mundi eisini miseydnast. Eg var ein av teimum fýra-fimm monnunum, sum vóru uppi á brúgvartakinum at taka ímótu bjargingarlínuni. Og her skuldi siktast væl, tí tað einasta, sum kundi bjarga okkum, var, at línan rakti sjálva brúnna. Um hon rakti aðra staðni á skipinum høvdu vit ikki sloppið framat henni, tí alt var undir í sjógvi. Fjórðu ferð kom línan eisini á brúnna, men glapp útav, áðrenn vit fingu hendur á henni. Men tá var tað so heppið, at línan hekk føst í eini lykt, og tá fingu vit fatur á henni. Fyrsti parturin av eini bjargingarlínu er tunn og løtt, og hon verður nýtt til at draga sjálva bjargingarlínuna, sum er tjúkkari og tyngri. Tað gekk væl at draga ta tunnu línuna, men tá tað kom til ta sveraru, gjørdist tað tyngri, og tað gekk ongan veg. Línan var hál - innsmurd í olju - og gjørdist eisini føst í botn. Men so koyrdu vit endan á línuni inn á brúnna, og tá fóru allir at draga, sum vóru har, og nú gekst betri, og línan varð fest í radaran. Petur Hafsteinn Sigurðsson, 2. stýrimaður, var fyrstur í stólin. Hann druknaði annars fyrst í 1957 við ”Góðanes”, tá hann sum skipari sigldi á Flesjarnar út fyri Nes/Toftir, sum eisini greitt er frá her í blaðnum.

So var at fara at stjóra menninar umborð á "Andvara". Vit fóru í stólin frá brúgvartakinum. Høgt var fyri, so vit komu í fyrsta umfari niður í oljudálkaða sjógvin. Tá stóð á okkum. Tað ráddi um at halda sær fast, tá ein var komin í stólin. Maðurin, sum fór undan mær, Sofus Skoralíð, sum var úr Dali, misti takið, og datt úr stólinum á sjógv, og vit sóu hann ikki aftur.

Eg gjørdist nærum í ørviti, tá eg fór í stólin, og hetta mundi kosta mær lívið. Eg fór øvugtur í stólin, og eg mundi druknað. Tað stóð so mikið á mær, tá eg var drigin móti sjónum, at stólurin mundi koppað, og eg mundi farið. Men tá var eg komin so nær "Andvara", at teir fingu hálað meg upp aftur, og eg fekk andan aftur.

Eg kom so umborð á "Andvara", og her fekk eg góða móttøku. Fekk kaffi og turr klæði, og so kom bátur frá sjóverjuskipinum "Ægir" og flutti okkum umborð á trolaran "Jørund". Ein partur av manningini var eisini bjargað í land. Har bíðaðu vit eftir teimum, men teir komu so at gista á bóndagarði um náttina. Morgun eftir vórðu teir førdir umborð á “Ægir”. Tá var gott veður, og tá komu vit allir til Ísafjarðar. Summir okkara fóru á sjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri snuddirnar, sum vit høvdu fingið.

Síðan fóru vit allir umborð á "Ægir", sum flutti okkum til Reykjavíkar. Áðrenn vit løgdu frá, fór Leivur Clementsen, sum fyri kortum er deyður, upp á keysina og helt eina røðu, har hann takkaði íslendingum fyri bjargingina, og hann sang sangin ”Harra Gud, títt dýra navn og æra", og allir føroyingarnir tóku undir við honum.


Stórfingin móttøka í Reykjavík

Í Reykjavík fingu vit eina stórfingna móttøku m.a. við danska sendiharranum í Íslandi. Dagin eftir fekk íslendska bjargingartænastan takkarfjarrit frá føroyingum við Egil Reyða.


Á íslendska sjómannadegnum hetta árið varð staðfest, at bjargingartiltakið undir Grønulíð var størsta og vandamesta á árinum.


Eg varð skjótt frískur aftur í fótunum, og tá fór eg við týskum trolara, sum fiskaði undir Grønlandi.

Seinni í 2005 var Tórálvur saman við øðrum av manningini til eitt minningarhald á staðnum, har hann var so tætt við at sjólátast.