stutt millum posthúsini í Føroyum. Alt ov stutt, heldur stjórin á Postverki Føroya, Bergur í Garði, ið gjarna vildi sloppið at snara lyklinum um á meginpartinum av posthúsunum í landinum. Veruligi tørvurin [...] postavgreiðsla í ein tíma um dagin. Og tað er ikki ein nøktandi tænasta at bjóða viðskiftafólkunum, sigur Bergur í Garði. Handlar veita posttænastu Heldur enn at hava posthús í hvørjum króki í landinum, sær [...] fimtan deildir. Í dag eru eini 40 posthús í landinum, og postverkstjórin tosar soleiðis um at lata eini 25 posthús aftur. Orsøkin til, at hetta ikki longu er gjørt, er at ásett er við lóg hvar í landinum posthúsini
bara nakrar veruleikar í Føroyum í tí Harrans ári 2001, skrivaðir sum yvirskriftir. Allir hesir naknu veruleikar hava beinleiðis samband við Fíggjarmálastýrið og Lønardeildina í hesum aðalstýri. . Øll [...] vita vit, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sett sær fyri at reka ein varliga fíggjarpolitikk. Hetta merkir m.a. at halda aftur í almennu útreiðslunum. Tá lønirnar eru tann stóra [...] fram á hesi kós, so stinga óivað nógv í sekkin. Allastaðni rundan um okkum eru hýrurnar langt omanfyri. Og so tosa vit um altjóðagerð, og at vit skulu vera uppi í frálandavinnuni her heima og aðrastaðni
tað, ið er hent í málinum, bæði innanhýsis í Føroyum og millum Føroyar og Danmark. Og størsta mistakið gjørdi Tjóðveldisflokkurin, tá hann ikki gjørdi meira fyri at fáa Javnaðarflokkin við í landsstýrið. [...] gongur væl í landsstýrinum og eru flokkarnir samdir um at broyta politikkin í sambandi við framtíðarstøðu Føroya. Á tíðindafundi varð kunngjørt, at nú hevði samgongan valt at sigla millum skerini í fullve [...] fullveldismálinum men tó við somu kós. Dagin eftir "semjuna" fór varaløgmaður út í bløðini og legði ávíst áramál fram. Tað fekk øði í løgmann, sum setti varaløgmann uppá pláss. Tað rætta hevði verið, um andstøðan
undirskriftir, at løgtingsformaðurin átti at tikið tær í størsta álvara. Hanus Jensen vísir á, at mótmælisskrivini bert hava ligið í handlum í Havn í nakrar fáar dagar, og tí heldur hann 6.500 undirskriftir [...] Fyrr í ár handaði Hans Jensen løgtingsformanninum, Finnboga Ísaksyni, hálvt sjeynda túsund undirskirftir, ið mótmæltu ætlanini um at taka verandi løgtingshús niður og byggja nýtt í staðin. Tá undirskriftirnar [...] undirskriftirnar vórðu handaðar svaraði løgtingsformaðurin, at útsøla í handlunum í Havn, har mótmælisskrivini høvdu ligið, hevði gjørt, at so nógv fólk høvdu skrivað undir. Hetta heldur Hans Jensen vera góða
besti spælari í føroysku kappingini. Tað var Steinbjørn Jacobsen, sum handaði Pálli gávuna. Steinbjørn Jacobsen er heiðurslimur í KÍ, og í síni tíð var hann millum bestu fótbóltsspælarar í Føroyum. Saman við [...] Andrasson Klettskarð, tá hann fær boðini um, at hann eisini í mai mánað er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum. Av 27 møguligum stigum í atkvøðugreiðsluni, fekk Páll Andrasson Klettskarð 21, [...] Eitt lítið korter var farið í norðoyastevnudystinum millum KÍ og AB, tá ið Páll A. Klettskarð noyddist av vøllinum. Hann var so mikið skaddur í nærdysti, at tað bar honum ikki til at halda fram. Hvussu
á rætta kós. (Tað er heldur eingin í donsku stjórnini ella í fólkatinginum í dag, sum heldur, at aðrir enn føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri føroyska oðyslið, og í hvussu so er ikki danski skattgjaldarin) [...] stór, var hetta til at bera. Og løgtingið var eisini samt í hesum. Tað gjørdi tað eisini lættari at taka hesa støðu, at í donsku stjórnini og í fólkatinginum var eingin, sum helt, at føroyingar ikki skuldu [...] handlingum, sum tey høvdu gjørt ella verið uppi í at gjørt, tá tað vísti seg, at ætlanirnar ikki góvu væntaða úrslitið? Teir og aðrir høvdu við stórum meiriluta í løgtinginum roynt at ment fiskivinnuna, alivinnuna
meðan teir sita í landsstýrinum. Dømi um tað eru Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá hann varð valdur í 2001 og í 2005, Edmund Joensen, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1994. Atli Dam, sum [...] hann varð valdur í 1990. Pauli Ellefsen, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1981 og 1984 og Petur Mohr Dam, sum var løgmaður, tá hann varð valdur í 1960 og 1968. Tá Jákup Lindenskov í 1979 varð valdur [...] Tá Bjarni Hammer týsdagin tekur sæti á Fólkatingi umboðandi Javnaðarflokkin í Føroyum, so er tað fyrstu ferð, at ein persónur, sum er nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum, møtir á Fólkatingi. Tó
at strika tað illa umstríddu grein fimm í halgidagslógini, har tað ikki er loyvt at dansa og spæla tónleik eftir á midnátt upp undir halgidagar. Í grein fimm í halgidagslógini, stendur: »Offentlige Fo [...] Fólkaflokkin, er samd í, at halgidagslógin eigur ikki at verða tambað enn meiri. Og tað er floksfelagi hennara, Jacob Vestergaard, samdur í. Hann heldur at tað eru nøkur grundleggjandi virði í at halda frið [...] Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum ætlar at broyta lógina um matstovuvirksemi fyri at gera tað einfaldari, umsitingarliga, at hava skeinkiloyvi og matstovuloyvi. Men í sama viðfangi er ætlanin eisini
líknandi skipanir í grannalondum okkara bara við øðrum prosentum - júst hetta síðsta er nokk so avgerðandi. Í míni tíð á Lív var eg og vitjaði stóru donsku pensjónsfeløgini og fekk neyvt innlit í júst hetta, [...] teimum trimum grundgevingunum, sum stjórin í síni grein sjálvur vísir á, so er hetta ein púra ójøvn kapping og harvið í stríð við eigarapolitikk landsins. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur [...] Fríggjadagin hevði eg eina stutta viðmerking til aktuella kjakið um bústaðarneyðina í Føroyum, har boðskapur mín var, at almenna Bústaðir ger bústaðarneyðina verri við at skeikla marknaðin fyri leiguíbúðir
verður verri. Nevndin í Føroya Fiskimannafelag heldur ongan iva vera um, at okkara fiskivinna eigur at framtíðartryggjast í øllum sínum fjølbroytni, soleiðis at henda kúgvin - eisini í komandi tíðum - kann [...] tey fólkini, ið mynda hana, og fyrst og fremst snýr tað seg um fiskimenninir. At vera fiskimaður í Føroyum í dag er ein sera ótrygg og ofta sera soltin tilvera. Verða fleiri byrðar lagdar á fiskimenninar [...] góðar tíðir við góðum fortjenastum. Men, í tí stóra hópinum av fiskimonnum - og kvinnum - eru tey fá í tali, sum tjena nógvar pengar umborð á føroyskum fiskiskipum í mun til arbeiðstíð, arbeiðsumstøður og