Seinastu tíðina hava Katrin og Jonna í barnaløtuni havt vitjan av Gísmundi 2 ferðir hvørja viku. Nógv eru børnini, sum hesa løtu sita við útvarpstólið, har tey við andakt sita og lurta eftir, hvørjar søgur hann veit at siga teimum.
Hittu ikki Gísmund
Vit hava roynt at fingið fatur á Gísmundi, men hann hevur ikki verið at hitta. Tískil hava vit tosað við Katrin og Jonnu, fyri at vita, hvat tær vita at siga okkum um Gísmund.
Gísmundur kemur sjálvsagt úr Gíslandi. Eingin veit, hvar hetta land liggur. Heldur ikki er nakar, sum veit, hvussu hann er komin til Føroya, men tær báðar halda seg kenna á sær, at Gísmundur kanska fer at avdúka hetta onkran dagin.
Hann sigur seg altíð hava droymt um, at sleppa at vera útvarpsvertur hjá barnaløtuni, og hann er sjálvsagt ovurfegin, nú hann hevur fingið hetta starv.
Býr í einum kassa
Nú Gísmundur er í Føroyum, heldur hann til í einum kassa niðri í plátusavninum hjá Útvarpinum, og tað sigst vera sera sjáldan, at hann sníkir seg úr hesum. Sjálvandi kemur hann tó upp, tá barnaløtan er á skránni, men annars er tað eingin, sum hevur sæð hann.
Onkun tíð man hann tó hava sníkt seg út, tí hann veit altíð eina rúgvu um, hvat gongur fyri seg uttanfyri, eins og hann hevur sæð eina rúgvu av ymsum lutum. Hann er heldur ikki serliga stórur, so hann hevur ivaleyst lætt við at krógva seg, tá hann úti í býnum.
Reypar nógv
Eingin veit at siga, hvussu gamal Gísmundur er. Tó er púra vist, at hann hevur eitt barnsligt lyndi, og ofta hevur hann hug at spyrja um ymiskt, sum børnini halda er býtt at spyrja um. Hann er tó ikki nakar býttlingur, men dugir hin vegin væl at síggja, hvussu býtt vaksin fólk eru viðhvørt.
Annars kunu tær báðar siga okkum, at Gísmundur etur vanligan mat, eins og vit onnur. Hann hevur ofta hug til at reypa nakað nógv, og sum dømi um hetta nevna tær, at sjálvt um hann í næstan hvørjari sending fortelur, hvussu nógv kaffi hann drekkur, so hava tær ongan tíð sæð hann fingið sær so mikið sum ein smakk.
At enda siga tær báðar, at tær eru sera fegnar um at hava Gísmund í útvarpsstovuni, og lítið er at ivast í, at børnini eisini eru fegin um hetta.