Ginusamgongan fall

Teir fýra tingmenninir, ið gingu saman um at lækka játtanina til Leikpall Føroya komandi næsta ár, vóru niðurstemmaðir av øllum hinum tingmonnunum. Ginusøgurnar, sum alt rokið stóðst av, fingu sostatt eina dygga álitisváttan

Nógv umrøddu Ginusøgurnar hjá Grímu eru farnar sanna sigursgongd um alt landið.
Tær hava fingið eina sjáldsama góða móttøku, tí eini 5.000 fólk hava sæð leikin.
Men tað er ikki øllum, sum dámar leikin, og í løgtinginum hevur móttøkan ikki bara verið góð. Ginusøgurnar vóru í øllum førum ein atvold til, at fýra løgtingsmenn ? ein úr Miðflokkinum, ein úr Javnaðarflokkinum og tveir úr Fólkaflokkinum ? løgdu uppskot fyri løgtingið um at skerja játtanina til Leikpall Føroya við 400.000 krónum. Landsstýrið hevði annars longu skotið upp, at Leikpallur Føroya skuldi hækka úr 2,8 milliónum krónum upp í 3,2 milliónir krónur komandi ár.
Men uppskotið hjá tingmonnunum, sum vóru Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Jógvan á Lakjuni og Jákupi Mikkelsen, fall so logandi. 28 tingmenn- og kvinnur atkvøddu nei til at skerja Leikpall Føroya, og bara fýra atkvøddu fyri.
Sostatt vóru tað bara teir fýra uppskotstillararnir, sum ræddust ginuávirkanina á føroyska leiklist. Og ginurnar og Leikpallur Føroya fingu eina dygga álitisváttan.

Óvanlig umrøða
Ginurnar fingu annars sjáldsama nógva umrøðu av tingsins røðarapalli, tá fíggjarlógin fyri 2003 var til triðju og endaligu viðgerð. Mest sum øll, ið tóku orðið í viðgerðini, sum tók tríggjar tímar, høvdu Ginusøgurnar á lofti.
Uppskotstillararnir søgdu ikki so nógv ítøkiligt um innihaldið í leikinum, helst tí teir ikki hava sæð hann. Men tað vóru nøkur, sum høvdu sett seg inn í málið.
Heðin Mortensen spurdi beinleiðis, um uppskotstillararnir yvirhøvur høvdu sæð leikin, men hann fekk onki svar. Sjálvur hevði hann sæð leikin og segði hann vera áhugaverdan við nógvum góðum og sigandi søgum.
Páll á Reynatúgvu segði seg eisini hava sæð leikin, sum hann helt vera einastandi væl leiktan og bæði viðkomandi og upplýsandi fyri øll.
Kaj Leo Johannesen hevur eisini sæð leikin, og segði tær snúgva seg um kvinnulagnur, sum eisini finnast í Føroyum, hóast onkrir tingmenn avnokta hesum.

Ein orsøk
Umrøðan snúði seg nógv um, hvørt løgtingið skal blanda seg uppí, hvørjir leikir skulu setast upp á Leikpalli Føroya.
Jenis av Rana førdi fram, at hann sjálvur ikki hevði nevnt Ginusøgurnar við einum orði, tá hann skeyt upp at lækka játtanina, men viðgekk í somu vending, at tær vóru ein orsøk til uppskotið.
? Eg vil ikki forða nøkrum í nøkrum. Tey kunnu framleiða, og fólk kunnu hyggja so galið, tey vilja. Vit eiga bara ikki at stuðla slíkum, segði Jenis av Rana.
Men løgtingið helt fast við upprunaliga játtanina, og Leikpallur Føroya varð ikki skerdur av ginuávum.