Oddagrein·Hvat er blivið betur?

Almenna tænastustøðið er støðugt fallandi. Seinasta skommin er, at fólkaskúlin er vorðin forsømdur í so stóran mun, at næmingar ikki fáa so mikið sum ordiligt innivist, sum eitt nú á Argjum

. At fáa post leygardag er ikki møguligt í Føroyum í 2002 ? aftur eitt dømi, har tænastustøðið er fallið. Skúlanæmingar, ið ætla sær til Havnar við bussi, sleppa ikki, tí man ikki fær mobiliserað eykabussar - aftur eitt dømi um lægri tænastustøði. Barnaansing er ein stórtrupulleiki, ið sær út til at verða komin fyri at verða. Almanna- og heilsuøkið er afturúrsilgt, við væntandi røktarheimsplássum og umstøðum annars. Vit eru vitni til, at man innførir brúkaragjald til tunnlar ? aftur lægri alment tænastustøði. Miðnámsskúlar sum eitt nú Fiskivinnuskúlin fáa ikki sømuligar umstøður, av orsøkum, ið fyri uttanfyristandandi líkjast avgerðar-fobi.

Kreppan fyrst í nítiárunum fær mangan skyldina fyri omanfyristandandi trupulleikar. Tað er ivaleyst rætt, at nógv kann sporast aftur til kreppuna, men nú fer at tátta í 10 ár síðan kreppan var uppá tað harðasta, og tey seinastu 6 árini hava vit sæð risaøkingar í almennu útreiðslunum. Hvar hesar økingar eru farnar vita vit ikki, men vit kunnu staðfesta útfrá omanfyristandandi uppremsan, at nógv av teimum økjunum, ið eru næst borgarnum, har borgarin fær eina beinleiðis tænastu, eru forsømd. Hetta merkir, at raðfestingin ikki er nóg góð.

Hvat er blivið betri seinastu árini? Vit hoyra javnan um styrkta umsiting ? av hvørjum?

Ungdómurin í dag heldur, at bíðilistar í heilsuverkinum altíð hava verið. So er ikki.

Tað kann ikki vera rætt, at vit fáa meira fólk at umsita minni. Lægri tænastustøði til borgaran eigur at merkja lægri skatt. Nú sær ikki út sum tað er loysnin, eftirsum standurin er so vánaligur, sum hann er. Kanska desentralisering av játtanum hevði hjálpt, soleiðis at økini næst borgaranum fingu fyrst, og síðan neyðuga miðfyrisitingin av hesum basalu økjum, og so sá man hvussu nógv var eftir til onnur øki og formulering av tingum í miðfyrisitingini, sum eru góð at hava, men ikki strengt tikið neyðug. Um man ikki visti betur, so kundi tað sæð út sum, at raðfestingin var at uppfinna nýggjar herligheitir og orðingar av politikkum á ymiskum økjum, samstundis sum fundamentið undir vælferðarsamfelagnum er við at syndrast av ov lágari raðfesting. Tað nyttar ikki at smíða pyntilistar á ein bygning, ið er um at fara um koll, tí at grundin er forsømd.

At hugsa sær, at føroyski fólkaskúlin noyðist at seta næmingar á eitt neystaloft í 2002. Hvar er politiska raðfestingin? Vónandi fáa vit eitt orðaskfti um almenna raðfesting, ongantíð ov skjótt.

Sosialurin