borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi [...] 2000 - við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara [...] døgum. Ja tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, tá USA í dag útrópar Sadam Hussein at vera umboðið fyri størsta óndskapin í heiminum. Sama USA umboðar ein annan óndskap, og hesin er at taka sínar egnu
tjóðveldisflokkurin fer at tíggja sær undir samráðingunum, tí hóast samgongan stendur saman sum ein maður sum nýggi fíggjarmálaráðharrin málbar seg í sjónvarpinum í vikuni, so er greitt, at sjálvstýris [...] mál á hesum sinni. EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan við bretar. Tað er eitt mál, sum landsstýrið ikki eigur at geva [...] marknaásetingar í ríkinum eru mál, sum skulu góðkennast í fólkatinginum. Nú hevur so fyrrverandi løgmaður heitt á Nyrup um at fáa málið uppá hægsta politiska stað og heitir hann í dag inniliga á Kallsberg, um ikki
SO hendi tað aftur. Formaður fólkafloksins á løgtingi Óli Breckmann ger bart og kastar óhumsku eftir formanni tjóðveldisfloksins, sum sami Óli Breckmann roynir at skipa eitt landsstýri saman við. NIÐURGERANDI [...] politikki sum heild. Annað er at gjøldur verður gjørt burtur úr medferðini hjá hesum manna millum metta hampamanni. Hvat billar oddamaður fólkafloksins sær inn! Hvussu ber tað til, at Anfinn Kalsberg, sum kann [...] tíggjað sær, hvørja ferð samgonguroyndir verða gjørdar. Fyrr fingu svørtu sambandsmenninir av at vita. Í dag eru teir friðhalgaðir. Tí teir kann ÓB brúka í eini borgarligari samgongu. Nú hevur ÓB tikið framaftur
kanska mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi. TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur, sum fer at stýra landinum. Tað halda vit eisini vera ósunt og [...] Spurningurin tá er, um tað verður borgarliga linjan hjá SPÍG, sum fer at avgera, hvønn D fer at samstarva við ella linjan hjá HDÍN, sum ikki liggur so langt til høgru eins og SPÍG. MEN lati okkum sleppa [...] eftir valið, men alt veldst um úrslitið. Ein, sum vit hava nevnt áður er CDE. Hann hevur tó heldur ikki meiriluta í løtuni. Sambart veljarakanningini, sum Sosialurin hevur latið gera, so halda nærum 40%
leiðslu. Skal tann flokkurin, sum við høvuðstalsmanni sínum, Óla Breckmann, hevur traðkað niður á øll, sum ikki eru rætttrúgvandi fólkafloksfólk, nú fáa litið upp í hendi landsins hægsta sess? Nei og aftur [...] eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku veljarakanningarnar fyri fólkatignsvalið í huganum, so eiga vit bara at brúka slíkar kanningar sum vegleiðandi. Men [...] ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til. TAÐ ringasta, sum kann henda í føroyskum politikki - sum kann henda føroyska samfelagnum og føroyska borgaranum - er, um fólkaflokkurin
hugsa sum Gunnar Hoydal, sum í sjónvarpssending herfyri eisini dugdi at síggja tað positiva í øvundsjúkuni. NÚ tað verður kunngjørt, at útgerðarhavnir skulu vera kring landið, eru tað helst mong, sum hugsa [...] latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin um Sund sum útgerðarhavn. Og tað ljóðar, at uppaftur aðrir fundir [...] fóru aðrir sama veg. Tá ein fór til New Foundlands, komu aðrir eftir. Soleiðis hevur lyndi og framsøkni verið í okkum føroyingum. Og spurningurin er, um ikki júst hetta eigur lívið í okkum í dag. Ein kann
vegforðingar - vegbungur - sum heilt víst høvdu minkað um ferðina. Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor [...] Áðrenn hendan vikan er úti, eru vit komin um longsta dag, og dagarnir fara aftur at styttast, og summar gongur móti vetri. Øll fegnast vit um ljósu tíðina, og vilja vit fegin út at njóta ljósu og lýggju [...] í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: Tí frægari veðrið er, størri og vandamiklari er ferðslan
Breckmann, sum sær tað sum sína høvuðsuppgávu at ?bekempa? sosialistar. Tvs. at hann fer tá aftur at atkvøða ímóti eini danskari javnaðarstjórn og gera alt fyri at fella hana. HETTA hendir um sama mundið sum [...] eitt forkláringsproblem. Tí hvussu kann hesin flokkur, um sama mundi bæði biðja danir ikki blanda seg uppí føroyskan innanríkispolitikk, samtíðis sum stavnamaður floksins leggur seg út í danskan innanríkispolitikk [...] Sosialin í dag roynir løgmaður at leggja roykslør yvir og lutvíst rættvísgera framtíðar leiklutin hjá ÓB á fólkatingi. Hann sigur, at av tí at somu lógir í stóran mun eru galdandi í Føroyum sum í Danmark
nógvir spurningar, sum leika á í føroyska samfelagnum, sum tørva at verða viðgjørdir og loystir. EFTIR okkara tykki - og tað heldur løgmaður eisini sambart úttalilsum hansara í blaðnum í dag - hevur marknatrætan [...] marknatrætan við Bretland fyrsta prioritet. Hetta málið, sum nú hevur verið tveitt aftur og fram sum í einum ping-pong spæli millum Bretland, Danmark og Føroyar í 20 ár, má nú fáa eina virðiliga og rættvísa [...] tann bretska forsætisráðharran eiga vit at taka sum eitt gott og positivt tekin. At bretski uttanríkisráðharrin hevur vent sær beinleiðis til løgmann um sama mál ber eisini bráð av, at bretar vilja hava ein
syngur kórið í Skála skúla. Kl. 19.00 sama dag hevur kórið kirkjukonsert í Eiðis kirkju. Mikudagin 25. juni kl. 16.00 er konsert í Viðareiðis kirkju. Kl. 18.00 sama dag hevur kórið konsert í Kristianskirkjuni [...] organistur í Skalborg kirkju. Fylgispæli á orgli og klaveri hevur Bente Frendrup. Hon hevur somu útbúgving sum Eva-Maria og er organistur í Nibe og Vokslev kirkju. Skráin er sett saman av donskum, norðurlendskum