leggja kloakk í Bø, og vegirnir vórðu asfalteraðir. Afturat hesum fekk hon stovnað landsins minstu dagrøktarskipan. Tað vóru tey sum ivaðist í, um tað var nakað skil í at skipa dagrøkt í so lítlari kommunu [...] Her eru tvey hús í gerð. Hervør legði frá sær í bygdaráðnum í 1992, men hon hevur havt onnur álitisstørv. Hon hevur verið formaður í umboðsráðnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og hon er í Ráðnum fyri F [...] Vit bæði hava kenst síðan í 70-unum, tá ið vit gingu í flokki saman í handilsskúlanum í Havn. Tann sum einaferð er komin at kenna Hervør, ja, hann kennir hava fyri altíð. Tí fáa vit altíð eitt prát tá
hevur arbeitt í handli – fyrst hjá abba sínum, síðan hjá pápa sínum og at enda hjá sær sjálvari – síðan hon var blaðung. - Onkuntíð arbeiddi eg í fiski í fiskakjallaranum, og eg arbeiddi eisini í Pakkhúsinum [...] ARBEIÐIS Handilsvirksemi, sum Matvørubúðin í Nólsoy er sprottin úr, hevur nógv ár á baki. Hetta virksemi hevur verið í fleiri ættarliðum, og núlivandi fólk í Nólsoy minnast aftur á tíðina, tá Edward Hansen [...] pápi Gabriel Hansen, hevði bæði handil og fiskakjallara í Nólsoy. Í nógv ár var Pakkhúsið karmur um handilsvirksemi, og har varð saltfiskur virkaður í kjallaranum. Seinnu árini av tíð síni sum handilsmaður
tungari útgerð og fjøðurprýddu húgvunum. Tað tykist ikki, sum hevur nakar í herdeildini hugsað um, at Svøríki er ikki limur í Nato. Italska avísin ber ikki í bøtuflaka fyri herdeildini, hóast nøvnini á býunum [...] kann tað eftir øllum at døma vera trupult. Í Kristiansand í Noreg bíðaðu tey herfyri spent eftir 116 elituhermonnum frá italsku Alpini-deildini. Í Kristianstad í Svøríki vórðu tey rættiliga tikin á bóli [...] hjá bróðrinum. Í Arlington kirkjugarðinum liggja bert tveir amerikanskir forsetar. J.F.Kennedy og ein í nevndist Thaft. Grøvina hjá tí síðstnevnda sóu vit ikki, tá ein jarðarferð fór fram í tí løtu, nærindis
hann verið hermaður í Føroyum undir seina kríggi, ivaðist hann ikki í, at hann hevði verið giftur føroyskari konu ? so vøkur, sum føroysku konufólkini eru! Úr túninum varð farið inn í hugnaligu húsini, og [...] McDine í Nes kommunu endaði við kanónina, sum stendur niðri í bønum í Nes bygd. Sosialurin fer at venda aftur til vitjanina hjá bretanum í vikuni; tá fara vit eisini at prenta fleiri myndir, sum ikki er pláss [...] var hann ikki í iva um, hvat skoðsmál, hann vildi geva Føroyum og føroyingum. - I love Faroe Island and the people, segði hann uttan at himprast. Upprunin til, at ferðin til Føroya kom í lag í summar, var
niðri í sjónum, men tá hann skal venda sær í sjónum, kennir hann at onkur hevur tikið í føturnar á sær, so hann fær ikki vent sær í sjónum. Danski apotekarin hevði misskilt støðuna, og ivaðist ikki í eina [...] tók studentsprógv í 1962, og varð hann fyrsti studentur í familjuni í báðar ættir í Føroyum. Tá støða skuldi takast til hvat studentsprógvið skuldi brúkast til, hava mongu tímarnir í kjallaranum uppi undir [...] kandidatprógv í 1969. Í samband við lesturin arbeiddi Heri eitt skifti á apoteki í Kolding, og har komu hann og javnaldurin Jørn Astrup Hansen, sum júst hevur fylti seksti, og sum í dag er forstjóri í Føroya
røðarapalli, at hann legði ikki í, hvat løgtingsfólk, fakfólk og serfrøði søgdu um málið, tí hann hevði langt síðani tikið støðu í málinum, og fór ikki at bakka “ein millimetur”. Mitt í politisku telvingini [...] farleið í komandi árum. - Tryggja felagnum, at landið átekur sær kostnaðin av at lúka nýggj trygdarkrøv, ið verða sett í sáttmálatíðarskeiðnum. - Gera avmarkingar í kommunala sjálvræðinum í Føroyum. - [...] latnir løgtinginum í tingmálinum og eisini at landsstýrismaður ikki hevur upplýst um metingar og tilráðingar frá Landsverki í svari til fyrispurning frá tingfólki í fyrispurningi 59/2012. Løgmaður hevur
taptu 0-2 ímóti EB/Streymi í Streymnesi. ÍF hevði undan hesum dystinum ikki tapt ein dyst í Effodeildini í fleiri enn tveir mánaðir. Seinasta tapið var nevniliga 7. apríl í Sarpugerði, tá ið grannarnir [...] 0-0 (0-0) Oddabrak var í Effodeildini sunnudagin, har oddaliðið HB heima í Gundadali fekk vitjan av ÍF, sum er á 2. plássi. HB hevði dystin frammanundan tapt sín fyrsta dyst í Effodeildini. Hetta var [...] bóltar frameftir vøllinum í eini roynd at fanga HB-verjuna á halunum. Serliga Gunnar Haraldsen í HB-verjuni var eyðsýndur og vann nógvar bóltar, sum høvdu við sær, at ein ikki sá nógv til Clayton Soares
dunkaði og tømdi hana fyri øsku, koyrir tubbak í pípuna og festir í. Eg síggi roykin fara upp í loft. So sigu eg við Onnufíu: “Hetta kann ikki vera Anna Katrina í Niðristovu!” Vit vistu, at hon var og vitjaði [...] Súsonnu í niðaru Geil, í handlinum. Skírismorgun fór hon við nøkrum vinkonum ein túr út á Neyst. Tær høvdu við sær ballónir, sum tær stuttleikaðu sær at blása í. Hetta var heldur ikki óvanligt. [...] sum at eitt menniskja liggur í trillubørini. Tá er tað Jóhannes, sum kemur heim við ta deyðu Ingibjørg. Hon kom tískil aftur til Kvívíkar í kistu. Aftur vanlukka í 1932 Í 1932 hendi aftur ein vanlukka
hetta var! Eg hevði ikki verið í Oyndarfirði fyrr enn Hendrik doyði. Tað var heldur ikki so lætt at koma hagar. Hendrik var eisini burtur frá mars og út í oktober. Hann var bestimaður í fleiri ár við “E [...] Oyndarfirði. Hendrik var føddur í 1909. Hendrik hevði eg tilvildarliga hitt í Havn. Vit vóru komin í prát saman við øðrum ungfólki og komu vit á tann hátt at kennast og gjørdust par. Í 1939 fór Hendrik til Grønlands [...] farnir. Motorbáturin sleipaði so bátin inn í Sund, og hinir fingu Hendrik til hús í Múla. Teir leiddu hann inn til bóndan, sum fór í song við honum til at fáa hita í hann aftur. Hann var har norðuri nakrar
prestin í Klaksvík í míni heimbygd Oyndarfirði og kanska varð tað snerkt eitt sindur. Kirkjan var alvorlig í mínum uppvøkstri og stuttleiki hoyrdi ikki kirkjuni til. Vit høvdu sitið grav alvorlig í kirkjuni [...] tá er einki eftir í lívinum. Í fyrstuni hoyrdi eg hann í útvarpinum, síðan tosaðu vit í telefon, tað gjørdist til onkra blaðgrein og vit hittust. Hesin maður kom at broyta mítt lív. Í 1996 sendi hann konuna [...] inni í hjartanum, men hevði ikki lov at úttrykkja tað í orðum. Nýggi presturin gjørdi nakað við meg og pápa dámdi væl at hoyra nýggja lagið úr kirkjuni, sum lá nógv tættari tí, hann kendi innan í sær sjálvum