Heppið stig til HB eftir linligt avrik

Lítið veiggj var í leikinum hjá oddaliðnum HB, sum – hóast í yvirtali í ein hálvan tíma – kom undir stórt trýst av ÍF, sum misnýtti fleiri risa málmøguleikar. Dysturin endaði tó 0-0. HB hevur nú ikki skotið eitt mál í 180 minuttir, men fjarstøðan til hini liðini verður hildin

HB- ÍF 0-0 (0-0)

Oddabrak var í Effodeildini sunnudagin, har oddaliðið HB heima í Gundadali fekk vitjan av ÍF, sum er á 2. plássi. HB hevði dystin framman­undan tapt sín fyrsta dyst í Effodeildini. Hetta var tá ið teir taptu 0-2 ímóti EB/Streymi í Streymnesi.
ÍF hevði undan hesum dystinum ikki tapt ein dyst í Effodeildini í fleiri enn tveir mánaðir. Seinasta tapið var nevniliga 7. apríl í Sarpugerði, tá ið grannarnir úr Víkingi vunnu 3-2.
ÍF risa møguleika
Treytirnar fyri einum góðum oddabraki í Gundadali vóru góðar. Turt, stilli og nógvir áskoðarar. Tað var eisini ein hendingarrík byrjan, sum dysturin fekk, tí tað vóru ikki fleiri enn seks min­uttir farnir, tá ið ÍF fekk til­lutað brotsspark. Ari Ellings­gaard varð feldur av Jógvan Róa Davidsen; Lars Müller ivaðist ikki og peik­aði brotssparksblettin. Øssur M. Dalbúð varð settur at skjóta, men nýklakti A-lands­liðs­mál­verjin, sum nú aftur stóð ímillum HB-stengurnar, Teitur M. Gestsson, tveitti seg rætta vegin og bjargaði brots­sparkinum.

Nógv smáspæl
HB spældi sín eyðkenda stíl við sera álopskendum vong­verjum, og til tíðir var smá­spæll teirra eisini snilt. Lítið munaði tó tá ið seinastu av­gerð­irnar frammanfyri ÍF-málinum skuldu takast, og var ÍF-verjan røsk at rudda burt­ur. Bestu royndina hjá HB í fyrra hálvleiki átti Alex José dos Santos eftir fríspark, men brasilska dundurskotið var ikki nóg mikið at arga veteran-málverjan, Jákup Mikkelsen.
Meðan HB spældi stýrandi spæl og nógv smáspæl, so royndi ÍF hinvegin at spæla skjótar og ofta langar bóltar frameftir vøllinum í eini roynd at fanga HB-verjuna á halunum. Serliga Gunnar Haraldsen í HB-verjuni var eyðsýndur og vann nógvar bóltar, sum høvdu við sær, at ein ikki sá nógv til Clayton Soares. Besta ÍF-møguleikan í fyrra hálvleiki, umframt brots­sparkið, fekk Bogi R. Petersen, sum leysur í brots­teiginum stútaði bóltin upp um málið.
Fyrri hálvleikur endaði mál­leysur.

Bartal rikin av vølli
Seinni hálvleikur byrjar lívliga við góðum málmøguleikum til bæði liðini. Fyrst stútar Gunnar Haraldsen eitt horna­sparksinnlegg upp um mál­ið, og løtu seinni fær ÍF tveir hálvar málmøguleikar. Fyrst roynir fyrrverandi HB-leikarin, Hanus Thorleifsson, við skoti útifrá, men tað endar omanfyri málinum. Hetta sama ger stútarin hjá Øssuri M. Dalbúð.
Tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki fekk ÍF-verjukempan, Bartal Eliasen, seinna gula kortið fyri at steðga einum lovandi álopi. Bartal fekk í fyrra hálv­leiki fyrra gula kortið fyri eina takkling á Símun Samuelsen, og longu tá var greitt, Bartal fekk leikbann til grannauppgerðina ímóti Víkingi, sum verður fríggja­kvøldið.
Hóast ein kundi vænta sær, at uppgávan hjá ÍF skuldi gerast truplari, nú teir vóru ein leikari færri, so kom veru­ligt lív í og teir løgdu í grundini trýst á HB løtuna eftir. Øssur M. Dalbúð var eisini ógvuliga nær við at skora úr stuttari fjarstøðu, men Teitur M. Gestsson bjarg­aði meistarliga.

HB fann ikki lykilin
Við einum manni í yvirtali royndi HB at ota seg fram eftir vøllinum, men hetta kom at gangast ímóti tá ið teir ikki funnu lykilin at lata ÍF-verjuna upp. Í tveimum atløgum var um reppið, at ÍF-leikarar sluppu at renna leysir í mótálopi, men fyrst kom Gunnar Haraldsen væl aftur og í seinna førinum var rangstøða. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var eisini stongin fyri, tá ið Ari Ó. Ellings­gaard royndi seg við langskoti. Sanniliga leikaði á frammanfyri HB-málinum hesa løtuna, men Teitur M. Gestsson og vantandi neyv­leiki hjá ÍF vóru orsøkir til, at ÍF ongantíð kom á odda.
Síðstu 10 minuttirnar var orkan við at ganga undan hjá ÍF og HB legði loksins eitt lítið trýst á ÍF-málið. HB kom tó ongantíð til nakra nevniverda skotroynd og tað hóskaði seg kanska væl í ein­um dysti, har verjurnar stóðu somikið væl og neyvleikin var somikið lítil í álops­part­inum, at dysturin endaði við málleysum javnleiki.