fór at tosa við teir, og nú eru vit so komnir hertil. Kjølur og reisingar eru úr eik, og borðini eru fura. Hvør munur er á súðubygging og kravellbygging? At smíða súðubygdan bát og kravellbygdan bát gongur [...] fáist eg við at seta knøini í, og so havi eg rengurnar, ennispónir, tollahol, tollar og borðskeytar eftir at gera. Aðrir taka sær av mastrini, seglum og árum, og onkur skal smyrja bátin, tá ið hann verður [...] gamla slagið av segli, smalt í erva og breitt í neðra, sum teir brúktu í heilt gamlari tíð. Longdin á báturin er 40 fót og 9 tummar, og breiddin á miðjuni er 8 fót og 5 tummar. Annars hevur hetta verið
frálæru, sum miðjar eftir at læra næmingin at skilja og greina lutir og uppgávur. Í ov stóran mun hevur tað at duga og læra uttanat verið ein eginleiki og afturvendandi háttur í skúlum. Hetta er partur av [...] einu megin og hinumegin, skulu myndugleikunum ábyrgdast fyri almenninginum (og ikki umvent), hesar eru útbreiddar forðingar. Døpur útlit Mannatilfeingi hevur serliga nógv at siga fyri framburð og búskap í [...] náttúrutilfeingi. Og afturat hesum kemur tað, ið helst hevur størri og ein meiri bráðfeingis týdning, nevniliga arbeiðsloysi. Í 60% av øllum fólkatalinum í økinum er undir ein 30 ára aldur – og yvir tey komandi
Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring hjá sumbingum Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina [...] móti endanum, og fyri summi av liðunum er ikki tað stóra eftir at spæla um, meðan onnur framvegis stríðast fyri at bjarga sær í ovastu deildini. Liðini í botninum eru ÍF, TB og Sumba, og serliga hjá teimum [...] størri týdning at vinna, enn tað nakrantíð hevur havt fyrr í ár. VB liggur fjálgt og gott í miðjuni saman við GÍ og B68 og er uttan fyri niðurflytingarvanda. John Eystberg er leikbannaður hesaferð, men allir
komu súkklandi og høvdu gloymt gaggurnar eftir ella spældu í nýggju gaggum, so teir fingu bløðrur og ikki kundu venja næstu 8-10 dagarnar. - Spælararnir komu ov seint til máltíðirnar, og hugburðurin var [...] eru føroyingar sera fyrikomandi, og landið er sera vakurt. Eg misti heilt einfalt mítt hjartað til Føroyar og føroyingar, og tá eg gavst sum venjari, bilti røddin, og fekk tár í eyguni. Tað kvøldið segði [...] føroyska fótbóltslandsliðið fekk bestu úrslitini, og tá vegirnir hjá Allani Simonsen og føroyskum fótbólti skiltust, sótu fleiri fólk við tárum í eygunum og klumpi í hálsinum. Nú hevur Allan Simonsen skrivað
almennum brævi til tygara. Lógin um almanna- og heilsuútbúgvingarnar varð lýst og kom í gildi 1. august 1999, men syndarliga seint gongur at seta hesa lóg í verk, og heimahjálpararnir noyðast at svíða fyri [...] fingið størri førleika og vitan, tí teir hava sum er lítla ella onga fakliga útbúgving, og slíkt kann ikki berast í bøtuflaka fyri nú á døgum, hvørki so ella so. Tað er eitt stórt og gott arbeiði, sum he [...] gjørt og framvegis gera, alt síðan henda skipan varð sett í verk í 1973. Vit væntaðu, at verandi støða kundi ikki halda fram leingi aftrat. Øll vistu, at almanna- og heilsuskúli fyri hjálparar og assistentar
sanginum. Sum altíð er hjá teimum veikastu og fæleysu. Og hugni tykkum eisini við eksplosiva skiftinum, ímillum ágangandi rockin og so hesar vøkru og troystandi og bleytu balladurnar. Ein ælabogi í tónum [...] kendi nakað til tónleikin hjá Bjørn Afzelius & Michael Wiehe. Og tá var í stundini leyst og liðugt. Og vit kundu helst siti í fleiri sólarringar og orðskift um hesar báðar svensku úrmælingarnar. Fortaldi henni [...] smáborgarligum og sjálvupptiknum skara av fólki havi eg ongantíð hitt. Ein og hvør hugmyndafrøðingur hevði avvápnað okkum eftir 10 minuttum. Orsakað av vánaligari disiplin, ongum klassamedviti og lítlari p
skittligt og ónossligt arbeiði at egna. ? Egningaskúrarnir í Lorvík eru reinir og ljósir og tað er varmi í teimum. Ólavur Heinesen sigur,m at Lorvíkingar fara sera væl um egningaskúrarnar, og nógvir teirra [...] teirra verða vaskaðir og skúraðir hvønn dag. Og teir eru stórt arbei-spláss. Ólavur Heinesen sigur, at tað kunnu vera upp til 70 fólk og egna um dagarnar, ella um kvøldið. ? Og tað er alt skúlabørn, konufólk [...] enn føst savningarstøð, har menn kunnu standa í tímar og práta um leyst og fast. Tað kundi vera undir einum húsum, ella einum neysti um kvøldarnar. Og um dagin var tað mangan bygdarkrambúðin, ella kanska
onkur bilførari kemur illa fyri av mær og mínum stavum. Og vita tit hvat? Fyrst var eina kona, sum gekk við stavum, so vóru tvær, so trífaldaðust vit, og nú eru vit 10 konur, sum gira avstað. (Okey, kanska [...] dulsmál, at mær dámar stak væl at ganga - eg gangi býin oman og niðan og so tvørturum, tí eg ikki kann lata vera. Gangi umveg til arbeiðis og umveg heim aftur seinnapartin, sum eg havi nevnt fyrr. Men tað [...] burtur frá stavunum og samanberingini við svimjingina. Tað eg meini, er, at eftir at hava gingið býin og ringvegirnar á tamb óteljandi ferðir, má okkurt annað, nýskapandi henda, og her koma stavarnir upp
tvs. 8 tilsamans, og við hesum kanónum kundi tey skjóta 10 skot um minuttin, seks sekund millum skotini. Og í hvørjum borði vóru eisini 4 »antiaricraft« kanónir, 40 millumetrar, og flúgvari var eisini [...] Belfast savnskip og liggur í London Poole, millum Tower Bridge og London Bridge. Eftir seinna heimsbardaga var Belfast við í krígnum í Korea í 1956, og í 1965 gavst Belfast sum herskip og í 1971 var avgjørt [...] hann ætlaði sær at »agitera«, og tað má sigast at hava eydnast rættiliga væl, tí sum eg skrivi hesar reglur heima við hús og eftir valið, er Signar valdur inn aftur á ting, og fari eg at nýta høvi at ynskja
Laila og Barbara við føðinavninum Carlsen síni kuffert og flyta saman við familjum sínum til USA. - Barbara hevur fingið farloyvi í eitt ár. Vit hava egið virki, sum vit nú gevast við og Laila og er sjálvstøðug [...] fleiri ymiskar samkomur, millum annað samkomuna, ið hjúnini Mike og Becky Hammond hava í Minneapolis. Hetta er ein samkoma við 10.000 limum, og við einum samkomuhøli við 3.500 sitipláss. - Har var so gott [...] í heiminum, og sum sendur um allan heim. - Tað var øgiliga flott at koma inn í hetta studioið, har sum so kend fólk sum Benny Hinn og onnur hava verið áðrenn okkum. Tey prátaðu við okkum, og so hevði Rodney