Eg misti mítt hjartað í Føroyum

- Í Føroyum sá eg, hvussu eyðmjúkur tú skalt verða her í lívinum, skrivar Allan Simonsen í nýggjari bók. Hann avdúkar eisini, at hann fyrstu tíðina var kløkkur av, at føroysku spælararnir altíð komu ov seint, og hann noyddist ferð eftir ferð at sláa nevan í borðið og tosa við stórum stavum

Tárini trillaðu, tá Allan Simonsen fyri sjey árum síðani segði farvæl til Føroyar og føroyska landsliðið. Eyðagóði danski venjarin, sum setti nýggj krøv til føroyskan fótbólt, starvaðist í Føroyum í átta ár. Hesi árini lærdu føroyingar Allan Simonsen betur at kenna. Ikki tí. Sum fótbóltsspælari var hann ein hetja millum bæði danir og føroyingar, og hann er einasti danski fótbóltsspælarin, sum er kosin ársins besti spælari í Europa.

Tað var eisini í tíðini hjá Allani Simonsen, at føroyska fótbóltslandsliðið fekk bestu úrslitini, og tá vegirnir hjá Allani Simonsen og føroyskum fótbólti skiltust, sótu fleiri fólk við tárum í eygunum og klumpi í hálsinum.

Nú hevur Allan Simonsen skrivað eina biografi saman við rithøvundanum Bo Østlund. Í bókini, sum hevur heitið ”Europas bedste 30 år efter” skrivar Allan Simonsen eisini um tíðina í Føroyum, og samstundis sum hann fegnast um sítt avrik í Føroyum, sigur hann seg hava lært nógv av hugburðinum hjá føroyingum til tilveruna.


Valdi Føroyar hóast lága løn

Allan Simonsen fekk fleiri fyrispurningar í tíðini, áðrenn hann gjørdist føroyskur landsliðsvenjari í 1993. Skotska fótbóltssambandið spurdi seg fyri hjá honum, tað sama gjørdi eitt týskt felag, og eisini komu tilboð úr Turkalandi og Miðeystri. Allan Simonsen var eisini á fundi við spanska felagið Celta Vigo, men tá teir bóðu hann um svar, segði hann nei takk.

Allan Simonsen hevði hug at sleppa burtur at royna seg sum venjari, tí tað hevði verið heldur rokaligt í venjarastarvinum í Vejle, og tá tann mest realistiski møguleikin kom á borðið, sló Allan Simonsen til.

- Nógv fólk vóru kløkk, tá eg gjørdist landsliðsvenjari í Føroyum. Eingin segði tað beinleiðis, men fleiri donsk bløð skrivaðu eitt sindur spyrjandi, hvat eg í allari víðu verð skuldi í Føroyum, skrivar Allan Simonsen í nýggju bókini.

Orsøkin til, at Allan Simonsen tók av venjarastarvinum í Føroyum var, at hann fekk frið at byggja nakað upp, og honum dámdi uppgávuna, hóast hann kundi fingið tíggju ferðir so høga løn aðrastaðni.

- Eg var yvirraskaður, tá teir (FSF) ringdu og bóðu meg koma á fund. Vit prátaðu fyrst í Keypmannahavn, og síðani fór eg til Føroya. Eg fekk carte blanche til at gera, júst eg vildi. Eingin blandaði seg uppí, øll vildu samstarva, og saman gjørdu vit Fótbóltssambandið meira professionelt. Vit náddu rættiliga langt tey átta árini, skrivar Allan Simonsen.


Mátti skelda spælararnar

Allan Simonsen roynir ikki at fjala út yvir, at hann helt, tað gekk væl í starvinum sum landsliðsvenjari í Føroyum. Í bókini skrivar hann:

- Tá eg tók við, svaraði føroyska landsliðið til donsku 2. deild, men átta ár seinni hevði liðið, tá tað hevði ein góðan dag, kunnu spælt upp í móti fleiri liðum í superliguni.

- Føroyska kappingin var ikki so hørð, men í landsdystunum funnu spælararnir bæði styrki og støði til at fremja góð avrik. Vit spældu upp ímóti fleiri góðum landsliðum. Fingu javnleik ímóti Skotlandi og Slovenia og vunnu á hinum smáu tjóðunum, skrivar Allan Simonsen.

Hann heldur, at umstøðurnar kring føroyska landsliðið vóru sera amatørkendar fyrstu tíðina.

- Fleiri av spælarunum komu ov seint til fyrstu landsliðvenjingina. Summir komu súkklandi og høvdu gloymt gaggurnar eftir ella spældu í nýggju gaggum, so teir fingu bløðrur og ikki kundu venja næstu 8-10 dagarnar.

- Spælararnir komu ov seint til máltíðirnar, og hugburðurin var, at náddu vit tað ikki í dag, so náa vit tað helst í morgin. Eg tosaði við stórum stavum á fyrstu venjingarleguni, og eg noyddist seinni fleiri ferðir at sláa nevan í borðið. Men so við og við góðtóku spælararnir nýggju tíðirnar, og innast inni var tað eisini tað, sum teir allarhelst vildu. Teir vildu jú eisini vinna dystir, og fyri at gera framstig, mást tú vera professionellur, skrivar Allan Simonsen.


Misti hjartað í Føroyum

Allan Simonsen sigur í bókini, at hann bæði fleiri landsliðsspælarar gevast á landsliðnum, tí hann ætlaði ikki at brúka teir.

- Eg segði við onkrar av teimum, at teir sjálvir skuldu siga við fjølmiðlarnar, at teir góvust á landsliðnum. Um fjølmiðlarnar so ringdu til mín, skuldi eg nokk bakka teir upp. Tað góðtóku spælararnir, og teir fingu møguleikan at gevast á landsliðnum upp á ein góðan máta.

Allan Simonsen hevur bara rósandi orð at bera leiðsluni í Fótbóltssambandinum.

- Vit skaptu framgongd, og tað var fantastiskt sum venjari at uppliva teir broytingar, sum eg og Fótbóltssambandið gjørdu. Onkuntíð hildu teir, at okkurt kostaði ov nógv, og so var eg sinnaður at finna eitt kompromis, men eg var sera væl viðfarin, og teir hildu alt, sum teir lovaðu mær frammanundan. Tað er rættiliga óvanligt í fótbóltsheiminum.

- Sum fólkaslag eru føroyingar sera fyrikomandi, og landið er sera vakurt. Eg misti heilt einfalt mítt hjartað til Føroyar og føroyingar, og tá eg gavst sum venjari, bilti røddin, og fekk tár í eyguni. Tað kvøldið segði eg farvæl til nógvar góðar vinir, og tá Henrik Larsen seinni spurdi meg um føroyska landsliðið, segði eg við hann, at hann fekk heimsins besta arbeiðspláss, skrivar Allan Simonsen.


Lærdi at vera eyðmjúkur

Tá Allan Simonsen gavst í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari í 2001, var tað millum annað tí, at hann hevði eitt tilboð úr Luksemborg, sum hann hevði hug at taka av. Sum landsliðsvenjari í Luksemborg upplivdi Allan Simonsen tó nakað heilt annað, enn hann hevði gjørt í Føroyum.

- Luksemborg hevði nógv fleiri vøllir enn Føroyar, fíggjarligu umstøðurnar vóru munandi betri, tí landið stuðlaði fótbóltinum við nógvum pengum , og spælararnir vóru eisini væl fyri fíggjarliga. Teir komu til venjing í stórum bilum, meðan føroysku spælararnir stundum súkklaðu til venjing.

- Men nógvir av spælararnir í Luksemborg vóru als ikki so eyðmjúkir sum føroysku spælararnir, og teir í Luksemborg høvdu ikki sama hugburð til lívið og tilveruna. Føroyingarnir høvdu av náttúruni lært, at teir máttu stríðast, men spælararnir í Luksemborg høvdu ikki sama yvirlivingarinstinkt, skrivar Allan Simonsen í bókini.

Allan Simonsen viðurkennir, at tað gekk fram á í Luksemborg, men úrslitini vóru ikki so góð sum í Føroyum.

- Spælararnir og liðið trúðu ikki uppá tað, og í mun til føroyingarnar, so høvdu teir ikki kropsligu styrkina við sær. Meðan føroysku spælararnir arbeiddu gróthart, eisini til venjing, var tað ofta spælt við hæl og tá í Luksemborg, og eg brúkti langa tíð um at finna røttu spælararnar til liðið.

Allan Simonsen gavst í 2004 sum landsliðsvenjari í Luksemborg, eftir at nýggja leiðslan í fótbóltssambandinum har hevði undirgravað hann og royndi at fáa hann frá. Endin var, at Allan Simonsen bæð um ein fund fyri at finna eina semju um at steðga samstarvinum, og tað eydnaðist.

- Menniskjaliga lærdi eg sera nógv av at venja Føroyar og Luksemborg. Í Føroyum sá eg, hvussu eyðmjúkur tú skalt verða her í lívinum, og í Luksemborg lærdi eg, hvussu lítið materiellir lutir og ríkidømi eru verd, um teir menniskjaligu eginleikirnar ikki fylgja við, sigur hann.

Allan Simonsen hevur ikki havt nakað venjarastarv, síðani hann gavst sum landsliðsvenjari í Luksemborg.



Fakta

Navn: Allan Simonsen

Aldur: 55 ár

Feløg sum spælari: Vejle, Mønchengladbach, FC Barcelona, Charlton

Landsdystir fyri Danmark: 55

Ársins spælari í Europa í 1977

Venjarastørv: Vejle, Føroyar, Luksemborg

Allan Simonsen býr nú nærindis Barcelona saman við 16 ár yngru konu sínari