fingið heilt nógvan fisk. Útróðrarbáturin, Antares av Sandi, hevði tríggjar setur í síðstu viku. Teir seta góðar 30 stampar hvørja ferð, og veiðan lá um 8.000 pund hvønn túrin. Og tað er heilt góður útróður [...] aðrir útróðrarbátar á Sandi enn Antares, men teir eru smærri og hava tí ikki verið úti í seinastuni. Eisini aðrastaðni frættist frá heilt góðum útróðri, har bátar hava fingið uppí 200-300 pund á stampin. Men [...] Sandur: Tað eru ikki bara trolararnir, sum fáa nógvan fisk. Tað gera línubátarnir og útróðrarbátarnir eisini. Men seinastu dagarnar hevur viðrað illa, og tað hevur tarnað fiskiskapinum, serliga hjá teimum
verið betur enn nú, fólkatalið veksur og inntøkurnar vaksa. Men Tjóðveldi er ikki við. Tjóðveldi vil ikki vera við og hevur ikki samlað atkvøtt fyri eini einastu fíggjarætlan hetta býráðsskeiðið. Ein kann [...] at veljarin mannar býráðið, sum honum lystir. Heldur man tað vera tað, at fólkaræðið í hesum føri ikki smakkar Tjóðveldi væl. "Einaræði valdar á Vaglinum", sigur Jógvan Arge víðari. Tað er ein avbera [...] Ítróttarhøll verður bygd á Argjum, dupulthøll á Hálsi og fótbóltsvøllur í Hoyvík. Men Tjóðveldi hevur ikki so frægt sum atkvøtt fyri fíggjarætlanunum, sum hava ligið til grund fyri hesum íløgum. Ungdómsíbúðir
hann dyggur stuðul. Hóast hann ikki longur er floksformaður, so ætlar Kári sær ikki at gevast í politikki. Hann hevur boðað frá, at hann verður á listanum til valið, sum ikki er so langt burtur. J [...] valdur í politiskan álitissess var í 1988, tá ið hann varð valdur í Runavíkar býráð, har hann sat, inntil hann ikki stillaði upp aftur á valinum í 2008. Hann var eitt nú formaður í Kongshavnar havnarstýri og [...] arbeiðir í alivinnuni, og hon lærir innan handilsvinnuna. Abbabørnini eru átta. Kári er fyrikomandi og ikki skorin fyri tungubandið, og hann er altíð í sving. Við hvørt er hann á útróðri við 31 fót bátinum
vilja blíva fríska og eta meira - men ikki alt ov skundisliga. - Eg vil so líðandi taka eitt sindur uppá, eg má venja meg at viga meira, segði hon tá. Men hon kláraði ikki at vinna móti sjúkuni. Í november [...] Tað var italska mótafyritøkan Nolita, ið stóð aftanfyri lýsingarherferðina, har Isabelle Caro sat nakin og vísti sín sjúka kropp. 162 sentimetrar høga Caro vigaði tá 30 kilo. Hugskotið var at vísa, hvussu [...] vakurt. Niður á 25 kilo Isabelle var borin í heim í Fraklandi og einabarn hjá einari mammu, ið helst ikki vildi, at hon skuldi gerast vaksin. Tá kroppurin hjá Isabelle byrjaði at búnast, gjørdi hon alt fyri
endaði remis. Hetta var góð byrjan hjá føroyska liðnum, sum má knógva undir favorittbyrðuni. Tá ið tað ikki eru borðstigini, sum longur telja, men sjálvt dystarúrslitið (tvey stig fyri vunnan dyst, eitt stig [...] skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin í dag: Dysturin gekk væl. John var fyrst liðugur. Hann fekk ikki stórvegis burtur úr byrjanini og valdi at taka remis. Javnvágin skeiklaðist heldur ongantíð í mínum [...] helst kundi farið báðar vegir, men har Høgni roknaði neyvari enn mótstøðumaðurin, tá ið á stóð. Eftir sat Luitjen í einum jøvnum endatalvi ímóti mótstøðumanni, sum mundi vera um sama aldur sum hann. Luitjen
viðurskifti, sum krevja broytingar og viðurskifti, sum ikki tola dagsins ljós. Men strategiin hjá okkara tjóðarflogfelag átti ikki at verið duld ella loynilig. Hana áttu vit øll at kent. Tað [...] Atlantsflog er ikki hissini felag. Hetta er portrið hjá okkum út í heim – portrið, sum hevur so stóran týdning fyri samfelagið alt. Bæði tá tosað verður um fólkaflyting og fólkavøksturin, so [...] takkað alment. Men hvør er hendan kósin, sum skal rættast inn? Hvat er tað, sum fyrrverandi stjórin ikki hevur megnað at fáa upp á pláss, sum ein nýggjur stjóri – sum er funnin í eini handavend – skal
stórfavorittur til gullið. Men tað er samstundis ein veruleiki, at HB nú ikki hevur vunnið í trý umfør. Javnleikir móti B36, AB og ÍF eru ikki akkurát tað, sum styrkir um sjálvsálitið hjá liðnum, og vinnur B68 [...] givið sín heilhjartaða stuðul. Ov lítið hugflog Sæð burtur frá fyrsta góða korterinum ella so, so sat HB á øllum tí, sum gekk fyri seg í Gundadali. Áðrenn vertirnir raknaðu við, spruttaðu fuglfirðingar [...] spældir leysir í borðunum. Nærri enn einum stútara, sum varð bjargaðu á málstrikuni, komu teir tó ikki. Ta einu ferðina varð Rógvi Poulsen leysur, men úr spískum sendi hann framvið málinum. Eftir steðgin
langan og væl dámdi tær eisini at flúgva. Hesin túrur var eitt satt upplivilsi hjá tær. At hetta skuldi vera tín seinasta feria vardi okkum ikki. Væl dámdi tær at tekna og skriva, og nakað áðrenn tú bleivst [...] tikin frá okkum bert 4 ára gamal. Órímiligt, óskiljandi og so stutt undan jólum. Men Harrans vegir eru ikki okkara vegir, sigur halgabók, sum kann vera sera torfør at skilja í løtum sum henda. Elskaði Hjarnar [...] ógvuliga svárt hjá okkum at skriva minningarorð um teg. Ógvuliga tungt kennist tað hjá okkum, at vit ikki kunnu gleðast saman við tær á tínum 5 ára føðingardegi í dag, 26. september. Vit sakna teg. Minnini
hevði givið boð um, at jørðin hjá ísraelsmonnum skuldi hvíla og ikki verða dýrka sjeynda hvørt ár, eitt so kalla sabbatsár. Ísraelsmenn høvdu ikki hildið boðið, og tí skuldi jørðin hava frið á annan hátt, og [...] útlegdirnar. Hinir profetarnir høvdu sagt, at fólkið skuldi fara í úlegd til allar tjóðir. Hetta hendi tó ikki beinanveg. Juda, sunnari parturin, kom heim aftur til landið, tá ið sjeyti ár vóru farin. Hetta hevði [...] lyftið við Kýrus persarakongi, sum legði bábelsríki undir seg. Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN - fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út - anda Kýrusar
Tað var eitt satt málgildi, tá ið H71 og VÍF spældu seinasta dystin í hesum kappingarárinum í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Ikki færri enn 69 mál blivu skotin, og av teimum fingu vestmenningar [...] vestmenningar tey 39, meðan hoyvíkinar fingu 30. Sløvur dystur Tað sást á øllum brøgdum, at liðini bæði ikki høvdu so nógv at spæla fyri. Menn vóru rættuliga sløvir, og ein hópur av bóltum blivu óneyðugt blakaðir [...] leingi, áðrenn nakar munur var á liðunum. Tey fylgdust rættuliga væl í fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum, at vestmenningar fóru frá vertunum. Tíggju minuttir