VÍF vann bronsu og fekk silvur

Hondbóltur: Í einum málríkum dysti í høllini á Hálsi leygardagin, vann VÍF ein tryggan 39-30 sigur á hoyvíkingum og ognaði sær harvið bronsuna, men eftir dystin fingu teir tó handað silvurmerkir

Tað var eitt satt málgildi, tá ið H71 og VÍF spældu seinasta dystin í hesum kappingarárinum í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Ikki færri enn 69 mál blivu skotin, og av teimum fingu vestmenningar tey 39, meðan hoyvíkinar fingu 30.


Sløvur dystur

Tað sást á øllum brøgdum, at liðini bæði ikki høvdu so nógv at spæla fyri. Menn vóru rættuliga sløvir, og ein hópur av bóltum blivu óneyðugt blakaðir burtur. At menn soleiðis mistu bóltarnar í álopinum førdi eisini við sær, at góðar umstøður vóru til skjótálop, og hetta dugdu serliga vestmenningar at gera sær dælt av. Skjótu vengurnir hjá teimum, Martin Hummeland í vinstru og John Zachariassen í høgru, vóru sum rakettir fram eftir vøllinum, og teir gjørdu eisini óvanligani nógv mál í mun til, hvat teir eru vanir við.

Martin gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við ellivu málum, meðan John skeyt níggju mál.

Teir vardi annars leingi, áðrenn nakar munur var á liðunum. Tey fylgdust rættuliga væl í fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum, at vestmenningar fóru frá vertunum. Tíggju minuttir fyri hálvleik legði Halgir Dahl-Olesen H71 á odda 11-9, men tá ið farið var til hálvleiks, vóru vestmenningar á odda 18-14!


Svartu 12 minuttirnir

Í seinna hálvleiki legði heimaliðið úr Hoyvík fyri sum eitt ódnarveður. Einans fýra minuttir vóru leiktir, tá ið teir høvdu javnað aftur til 18-18.

Liðini fylgdust so eina løtu, áðrenn vestmenningar aftur fór nakað fram um. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var VÍF á odda við tveimum málum, 27-25, men so kom aftur lív í heimaliðið, sum fekk javnað til 27-27, áðrenn farið var undir seinastu 12 minuttirnar av dystinum.

Eins og í fyrra hálvleiki, so var móti endanum av hálvleikinum, at VÍF fór frá H71. Um tað var orkan hjá hoyvíkingum, sum bilaði, skal verða ósagt, men undir øllum umstøðum, so sorlaðu vestmenningar H71 seinastu løtuna av dystinum. Teir skoraðu eftir vild í tunnu verjuni hjá hoyvíkingum, og tá ið dómararnir, Hanus Kúrberg og Hans Thomassen, bríkslaðu dystin av, var VÍF framman fyri við níggju málum, 39-30!

Dysturin var ikki ein av teimum, sum man goymir leingi í minninum, tí hvørki av liðunum vóru serliga uppsett til at spæla hondbólt, men hugsaðu uttan iva heldur meiri um at taka sær av løttum um kvøldið, eftir eitt strævið kappingarár.


Fingu silvurmerkini

Eftir dystin skuldu vestmenningar fáa handað bronsumerkini, sum teir høvdu vunnið, men tað vísti seg, at merkini, sum formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen, hanaði, vóru silvurmerkir og ikki bronsu. Ístaðin vóru bronsumerkini endaði inni á Skála, har kyndilsmenn fingu hesi um hálsin. Hetta tóku báðir partar tó við einum smíli, og hetta verður uttan iva fingið í rættlag í næstum.