Tað var italska mótafyritøkan Nolita, ið stóð aftanfyri lýsingarherferðina, har Isabelle Caro sat nakin og vísti sín sjúka kropp. 162 sentimetrar høga Caro vigaði tá 30 kilo.
Hugskotið var at vísa, hvussu sjúkur mótaheimurin er, og hvat hendir, tá ið ungar kvinnur verða noyddar at klænka seg fyri at gerast modellir.
Isabelle segði soleiðis um myndirnar:
- Hendan myndin er mín møguleiki at vísa mína pínslu og fáa mín boðskap út. Sjúkan er sera vandamikil og at vera so kløn, sum eg eri, kann ein faktiskt doyggja av. Tað er eisini alt annað enn vakurt.
Niður á 25 kilo
Isabelle var borin í heim í Fraklandi og einabarn hjá einari mammu, ið helst ikki vildi, at hon skuldi gerast vaksin. Tá kroppurin hjá Isabelle byrjaði at búnast, gjørdi hon alt fyri at steðga tí. Eitt var at gevast at eta. Summar dagar át hon bara ein neva av kornflakes og tvey sjokulátapetti.
Tá Isabelle var sjúkast, vigaði hon bara 25 kilo.
2007 fekk hon samband við italska myndamannin Oliverio Tosscani. Hetta var tá kjakið um "Size zero" leikaði harðast á, og hann vildi vísa, hvat klønu fyrimyndirnar kunnu elva til.
Myndirnar gjørdust sera kendar og vóru at síggja í bløðum um allan heimin.
Isabelle gjørdi samrøður við nógvar sjónvarpsstøðir, og segði seg vilja blíva fríska og eta meira - men ikki alt ov skundisliga.
- Eg vil so líðandi taka eitt sindur uppá, eg má venja meg at viga meira, segði hon tá.
Men hon kláraði ikki at vinna móti sjúkuni. Í november í fjør doyði hon.
Hjálpti tað?
Tað, ið nógv seta spurnartekin við nú, er, um myndirnar av Isabelle gjørdu hana enn sjúkari.
- Hon bleiv kend sum "Anorexi-gentan", og tað trúgvi eg styrkti hennara sjúku. Miðlarnir eru heldur ikki so áhugaðir í teimum frísku anorexi-sjúklingunum - ein frísk kvinna selur ongi bløð, sigur bloggarin Liza Isaksson, sum skrivar um etingarólag.
Um myndirnar av Isabell Caro hjálptu ella ikki, er trupult at siga, men hyggur ein eftir seinasta umfari av kendu sjónvarpskappingini "Top Model", eru modellirnar klænri enn nakrantíð.
Fakta
Size-zero
Size-zero - ella stødd null - er ein klædnastødd í USA. Í Norðurlondum er tað at samanlíkna við stødd 30 ella XXS. Ein kvinna, ið hevur size-zero, er 80 sentimetrar um bringuna, 59 sentimetrar um miðjuna og 82 um rumpuna.
At hava size-zero er ofta sæð sum tann besta støddin millum kend og modellir.
Size-hero er eitt mótmæli móti tí sjúkliga klæna size-zero. Kendar kvinnur, sum Jessica Simpson og Kim Kardashian standa aftanfyri og vilja vísa, at ein rundur kroppur er minst líka góður sum ein klænur.
Myndatekstir:
Isabelle Caro áðrenn etingarólagið tók yvir hennara kropp
Myndirnar sum Oliverio Tosscani tók fyri mótahúsið Nolita gjørdust heimskendar
Isabelle Caro gjørdist 28 ár. Hon andaðist í november í fjør.