Hann var føddur á Strondum, haðani mamman var ættað, men Kári vaks upp í Saltangará, og har hevur hann búð alla sína tíð. Foreldrini vóru Jenny fødd Poulsen og ættað av Strondum, og Meinhard Højgaard úr Saltangará. Pápi hansara, Palli, var úr Rituvík, og fyrstu niðursetufólkini í Rituavík, Per og Nicolina, vóru langabbi og langomma 60 ára føðingardagsbarnið.
Jenny og Meinhard fingu fýra børn: Palli, Kári, Sólfríða og Mary Jana. Tey búgva øll á eystara armi av Skálafjørðinum.
Eftir realprógvið í 1967 royndi Kári sjólívið: við Brimnesi á ísfiskaveiðu undir Føroyum, við trolaranum Havborgini í Grønlandi, við Oknini á rækjuveiðu og í Ravnoynni eitt summar og róði út. Hetta var í 1969, sum var síðsta árið, føroyingar róðu úr úr Ravn Stóroy.
1. august í 1971 fór Kári at ganga við posti, og tað gjørdi hann í akkurát 30 ár. Hann leyk útbúgving innan postverkið, og hann var uppi í fakfelagsarbeiði í felagnum hjá postmonnum.
Fyrstu ferð Kári varð valdur í politiskan álitissess var í 1988, tá ið hann varð valdur í Runavíkar býráð, har hann sat, inntil hann ikki stillaði upp aftur á valinum í 2008. Hann var eitt nú formaður í Kongshavnar havnarstýri og næstformaður í býráðnum.
Í 2001 var Kári fyrstu ferð í tinginum sum varamaður, og síðani á valinum í 2002 hevur hann verið valdur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, har hann fyrstu seks árini var einsamallur at umboða flokkin, og tískil var framsøgumaður í øllum málum.
Sjálvstýrisflokkurin og Kári P. Højgaard hava verið fyri, at Føroyar skulu vera eitt valdømi. Men Kári hevur ongantíð dult fyri, at hann hevur kent seg sum fyri Skálafjørðin og serliga tey á eystara armi. Kári hevur ongantíð fjalt, at útróðrarmenninir hava staðið honum serliga nær, og hann hevur havt stóran áhuga fyri norðurlandaráðnum og útnorðurráðnum, har hann hevur verið formaður.
Konuna fann Kári í Fuglafirði. Hon eitur Simona, dóttir Borghild og Anisetus Eliasen. Simona og Kári búgva í Saltangará, og tey eiga seks børn: Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi. Maibritt, sum er sálarfrøðingur, býr í Danmark, og Bogi, sum er búskaparfrøðingur, býr í Onglandi. Anni lesur í Roskilde og Bárður í Århus. Jan og Heidi búgva í Saltangará. Hann arbeiðir í alivinnuni, og hon lærir innan handilsvinnuna. Abbabørnini eru átta.
Kári er fyrikomandi og ikki skorin fyri tungubandið, og hann er altíð í sving. Við hvørt er hann á útróðri við 31 fót bátinum, Høgaleitið, sum hevur B loyvi, hann gongur á fjall í fleiri bygdum og hagapørtum, og flettari er hann sum fáur. Hann er virkin í kirkju og missiónshúsi, hann stuðlar eldrafelagnum og øðrum sosialum felagsskapum, og ítróttini í Runavíkar kommunu er hann dyggur stuðul.
Hóast hann ikki longur er floksformaður, so ætlar Kári sær ikki at gevast í politikki. Hann hevur boðað frá, at hann verður á listanum til valið, sum ikki er so langt burtur.
J