Góður útróður, men veðrið tarnar

Tveir snellubátar og ein línubátur hava landað á Sandi hesa vikuna

Sandur: Tað eru ikki bara trolararnir, sum fáa nógvan fisk. Tað gera línubátarnir og útróðrarbátarnir eisini. Men seinastu dagarnar hevur viðrað illa, og tað hevur tarnað fiskiskapinum, serliga hjá teimum smærru bátunum.
Góður útróður
Er roynandi, fáa teir, sum royna við línu, yvirhøvur nógvan fisk, og summir hava fingið heilt nógvan fisk.
Útróðrarbáturin, Antares av Sandi, hevði tríggjar setur í síðstu viku. Teir seta góðar 30 stampar hvørja ferð, og veiðan lá um 8.000 pund hvønn túrin. Og tað er heilt góður útróður. Seinastu dagarnar hevur viðrað illa, so Antares hevur ongan túr verið hesa vikuna. Slagið, teir fáa, er toskur og hýsa.
Tað eru aðrir útróðrarbátar á Sandi enn Antares, men teir eru smærri og hava tí ikki verið úti í seinastuni.
Eisini aðrastaðni frættist frá heilt góðum útróðri, har bátar hava fingið uppí 200-300 pund á stampin. Men serliga hesa seinastu tíðina hava útróðrardagarnir verið fáir.
Trý skip inni
Í vikuni hava annars trý skip landað til Sandoy Seafood.
Báran og Morning Star, sum báðir royna við snellu, vóru inni mánadagin.
Teir høvdu ávikavist 21.000 og 26.000 pund av upsa. Báðir komu inn fyri veður.
Sagt verður av Sandi, at slagið, teir høvdu, var hampiliga gott; meginparturin upsi 2 og 3.
Týsdagin var línuskipið, Hoyvíkingur á Sandi; teir høvdu fullar kassar, sum viga eini 70.000 pund. Hoyvíkingur hevur roynt á Føroya Banka, og meginparturin av veiðini var toskur og hýsa.
Aftrat hesum hevur Sandoy Seafood keypt nakað av hýsu á uppboðssølu hesa vikuna.