til, er fyrst og fremst til orsakað av Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur leingi verið fyri, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um til ein veruligan skatt, so at tað verður samhaldsfast og soleiðis [...] í. Politikkurin hjá ABC samgonguni hevur ikki verið tann besti vit hava sæð. Javnaðarflokkurin kann og skal gera meira fyri at broyta støðuna. Fólkaflokkurin hvørki kann ella vil.
portugisiska stjørnan og liðskiparin, Luis Figo, útskiftur, og tað var ikki nakað, ið hóvaði ærukæra Real Madrid-leikaranum. Figo gekk beint út av vøllinum og í umklæðingarrúmið, og tað sást á øllum brøgdum [...] málteiginum, og hann snaraði sær á og langaði bóltin upp undir nettakið, og so var aftur javnleikur. Beckham brendi enn einaferð Tískil gjørdist tað neyðugt at fara til brotssparkskapping, og hon gjørdist [...] Owen kom at standa leysur, og kviki Liverpool-framherjin var knappur og skeyt sítt fyrsta mál í EM-endaspælinum. Onglendingarnir høvdu yvirvág meginpartin av fyrra hálvleiki, og fleiri ferðir høvdu teir
sum tryggjar nógva eyka trekkmegi. Pathfinder kappast fyrst og fremst við Pajero og Land Cruiser. Her er í høvuðsheitinum talan um vøruvognar. Hesir tríggir japansku bilarnir saman við Land Rover Discovery [...] honum góð skoðsmál, hóast onkur helt, at setrini manga síðustuðlar og vísti á, og onkur annar vísti á, at róðrið bert kann stillast upp og niður. Kortini halda ummælarar bilin hava góðar koyrieginleikar. [...] býta upp til 50% av trekkinum billum hjólini aftan og framman eftir tørvi. Velur tú funktiónirnar 4Hi og 4Lo verða kreftirnar býtta 50:50 millum for- og bakhjól. Lo vísir, at tú hevur reduktiónsgir, sum
eru meira enn tvífalt 2% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Og talan er um eina loysn, ið fyrst og fremst leggur rokningina til vanliga borgaran og vanliga kundan í peningastovnunum, sum skulu gjalda við hægri [...] einstakra tjóða og alment mál, tá rokningin skal gjaldast og uppruddingin fara fram. Tískil eru nú stjórnir og ting í flestu londum hvør í sínum lagi farin at bjarga sínum fíggjarstovnum og kapitalmarknaðinum [...] felags loysn millum danskar og føroyskar peningastovnar. Nú eru føroyskir peningastovnar so noyddir at taka lut í eini skipan, har teir gjalda til eina felags loysn, ið fyrst og fremst er gjørd til at tryggja
forsangarinnuni, Sugar Cane (Marilyn Monroe). Nú tekur søgan dik á seg og verður ein screwball komedia av eini aðrari verð, fyrst og fremst um kyn. Tá Jerry avdúkar fyri gentuni, at hann er maður, fáa vit [...] við Marylin Monroe, Tony Curtis og Jack Lemmon, ”Some like it hot”, ið fleiri halda vera heimsins besta film. Leikstjórin, ið hevur skrivað seg í søguna sum bæði skemtari og menniskjakennari, fer víða í [...] satiru, parodi og komikk, so úrslitið er ein filmsperla, ið bara skínur bjartari, sum árini ganga. Uttan at vilja tað, verða teir báðir arbeiðsleysu tónleikararnir, Joe (Tony Curtis) og Jerry (Jack Lemmon)
Vælhýrdur – krúllutur skemtari og hermari. Hetta var á døgunum, táið Tommy Steele (f.1936) og Sir Cliff Richards (f. 1940) vóru á odda, og sum – sig so tað - enn eru á fótum og sveima á sanganna veingjum [...] maskinistaskúla og leyk øll tey trý maskin- og el-prógvini. Ein sera hent útbúgving - tí ætlanin var greið frá degi: eitt – at Heri vildi royna vinnulívsvegin. Og henda leið bleiv bæði long og hendingarík [...] ri og oljusølu. Sildaverksmiðju. Fyrsti privati smoltalari í landinum – strevaðist í Grønadali í 20 ár. Slátur- og roykivirki í Porkeri. Og so eina tíð - óðalsbóndi í Mykinesi – eisini (!). Og mangan
bæði fyri og ímóti, men tað var og er mín fatan, at vit mugu hava tveir leikvøllir í landinum, og tað var tað, sum gjørdi, at vit fóru við í ætlanina, staðfestir ein avgjørdur Torleif Sigurðsson. Og so leggur [...] liggur, so verður talan so helst um stríðsval, og tað má so verða tað. Mynd: Óli og Christian Gloymið stríðsmálini millum feløgini og finnið eitt felags stev ? og allar helst eisini ein felags formann. Tað [...] koppað á høvdið. Valevni eru stillað upp, og hava síðani trekt seg aftur, og yvirhøvur virkar hetta skilið, sum nú hevur verið, eitt sindur tragiskt upp á meg. Og við hesum sipar fyrrverandi ikki minst til
ilnar millum tveir mans í nátt. Hann verður sligin, og hevði fingið onkran snudd á høvdið, og fór tí á skaðastovuna. Løgreglan hevur skrivað málið upp, og arbeiðir við at gera avhoyringar í málinum. Hetta [...] vikuskiftinum, og sigur at tað hevur verið stak friðarligt, tá hugsað verður um, at so nógv fólk eru savnaði saman í fleiri dagar. Løgreglan hevur eisini havt eyguni eftir ferðsluni og hevur gjørt kanningar [...] kanningar, men har hevur alt verið í lagi seinasta samdøgrið, og ongar fráboðanir eru komnar um rúsdrekkakoyring og annað.
Jacobsen, advokatur, hevur drúgvar royndir og stóra vitan innan skattarætt, og hann heldur dómin í dag vera sera markantan, sum hann málber seg. - Fyrst og fremst, so er dómurin ógvuliga avgjørdur, tá allir [...] áskoðan, sigur Eyðfinnur. - Í úrskurðinum verður staðfest, at her er í veruleikanum talan um útlutan og ikki um vinning, sum er íkomin við sølu av partabrøvum. - Hetta verður grundgivið við at siga, at her [...] fram. Sjálv sølan, sum er gjørd millum tvey feløg, er einvíst konstruerað við skattafrælsi fyri eygað, og tí siga dómararnir, at talan altso var um vinningsbýti, sigur Eyðfinnur Jacobsen. - Endamálið við lógini
innibar bæði feilir og uppspunnar veruleikar, og endaði Jan við at úttala seg um, at hann væntaði ikki nakað seriøst ískoyti til málið, men harafturímóti væntaði hann persónlig álop. Fyrst kundi eg hugsað [...] hugsað mær at fingið at vita, hvat Jan kallar seriøst, og nær tað er persónligt. Eg havi valt at skriva fyri tann arbeiðandi og kroysta bólkin í landinum, og vóni eg, at eg verði tikin seriøst. Síðan kann eg [...] , tikin av, kemur hetta at verða bani teirra smáu. Ein og hvør veit, at er ein lítil í Føroyum í dag, so er tað at rokna fyri at vera veikur, og er ein veikur, so skal ein fara natúrliga úr vinnuni, sum