Ein maður endaði á skaðastovuni, eftir at tað kom til ilnar millum tveir mans í nátt. Hann verður sligin, og hevði fingið onkran snudd á høvdið, og fór tí á skaðastovuna. Løgreglan hevur skrivað málið upp, og arbeiðir við at gera avhoyringar í málinum.
Hetta er annað harðskapsmálið, ið er fráboðað í sambandi við SummarFestivalin í ár. Eisini náttina til fríggjadagin varð ein maður sendur á skaðastovuna, eftir at hann varð álopin á Klaksvíksvegi. Fyrst varð fráboðað, at hann hevði brotið kjálkabeinið, men hann var kortini somikið heppin, at tað ikki er brotið kortini. Hinvegin hevði hann brotið nøsina, men sambært vakthavandi hjá løgregluni er talan um eitt pent brot, sum ikki krevur stórvegis viðgerð.
At tvey harðskapsmál eru fráboðað í sambandi við SummarFestivalin, er neyvan meira enn eitt vanligt vikuskifti. Løgreglan letur væl at vikuskiftinum, og sigur at tað hevur verið stak friðarligt, tá hugsað verður um, at so nógv fólk eru savnaði saman í fleiri dagar.
Løgreglan hevur eisini havt eyguni eftir ferðsluni og hevur gjørt kanningar, men har hevur alt verið í lagi seinasta samdøgrið, og ongar fráboðanir eru komnar um rúsdrekkakoyring og annað.










