Ein seriøs viðmerking til Jan Mortensen

Eyðstein Poulsen


Tað vísir seg, at serfrøðingar ferð eftir ferð koma við teorium, sum bert bera hálvan sannleika, tí hesar teoriir byggja á einoygdan vinkul á veruleikan.
Eg havi stórar trupulleikar at taka Jan Mortensen fyri fult eftir tilmælið, sum hansara strategibólkur legði fram um stuðul til fiskivinnuna. Hetta innibar bæði feilir og uppspunnar veruleikar, og endaði Jan við at úttala seg um, at hann væntaði ikki nakað seriøst ískoyti til málið, men harafturímóti væntaði hann persónlig álop. 
Fyrst kundi eg hugsað mær at fingið at vita, hvat Jan kallar seriøst, og nær tað er persónligt. Eg havi valt at skriva fyri tann arbeiðandi og kroysta bólkin í landinum, og vóni eg, at eg verði tikin seriøst. Síðan kann eg ikki annað, enn rætta mítt svar móti Jan Mortensen hesum viðvíkjandi av teirri einfaldu grund, at tað er hann, sum kemur við hesu veruleikafjaru teori. So má Jan sjálvur avgera, um eg eri persónligur ella óseriøsur.

Manglandi vitan í strategibólkinum og illa upplýst avleiðing
Tað er gaman í at upplýsa fyri Føroya fólki, at stuðul er eitt ókvæmisorð. Eg vil fara so langt sum at siga, at hetta er uttan iva tað lættasta at fáa undirtøku fyri frá fólki, sum ikki føla seg beinleiðis tengd at stuðlinum. Serfrøðingarnir bera teirra veruleikafjaru teoriir fram, sum um, at ein og hvør stuðulsskipan ikki hoyrir nútíðini til. Fara vit at hyggja eftir øllum stuðulsskipanunum, sum eru í Føroyum í dag, kemur ein á fleiri skipanir, sum beinleiðis ella óbeinleiðis halda lív í samfelagnum. Góðu føroyingar, tað er kanska bara spurningur um tíð, til serfrøðin hevur samansett ein setning, sum vit øll svølgja, soleiðis at hesar neyðugu stuðulsskipanir verða niðurlagdar. 
Eg kann ikki lata vera við at sláa Jan á fingrarnar, eftir at hann frustreraður legði Óla Jacobsen undir at siga ósatt. Í sama innslagi velur Jan sjálvur at siga ósatt, tá ið hann sigur seg umboða vinnuna, sum er beinleiðis ósatt. Jan umboðar bert tann pengagramma partin av vinnuni.
Jan sigur, at tað eru ov nógv fólk í fiskivinnuni. Kann strategibólkurin upplýsa mær eitt einasta skip, sum siglir yvirmannað í flotanum?
Fyri at vit skulu vera færri fólk í fiskivinnuni, má skipatalið eisini minka. Tað løgna við hesum er, at serfrøðin heldur, at um vit hava færri skip, sum fiska minni, so fáa vit størri úrtøku. Eg má flenna at hesum uppspunnu teori. Tað, ið eftir míni bestu sannføring hendir, tá ið føroyski fiskiflotin verður skerdur, er, at tá fjarðar í landskassanum.
Um vit skerja meir av flotanum, koma vit eisini at skerja meir av okkara inntøku. Hetta tí, at Føroyar bert eru ein evarska lítil partur av heimsmarknaðinum. Eitt dømi: um vit valdu at fiska 20.000 tons minni komandi ár, hevði tað ikki á nakran hátt rakt heimsmarknaðin, og tískil hevði prísurin ikki á nakran hátt tillagað seg eftir hesum. Tað vil siga, at vit høvdu havt eina munandi minnu inntøku til Føroya land
Tað áhugaverda við hesum er, at verður tað, sum onkur kallar stuðul til fiskivinnuna, tikin av, kemur hetta at verða bani teirra smáu. Ein og hvør veit, at er ein lítil í Føroyum í dag, so er tað at rokna fyri at vera veikur, og er ein veikur, so skal ein fara natúrliga úr vinnuni, sum serfrøðin so ørvitisliga kallar tað. Trupulleikin, sum eg síggi, er, at vit hava serfrøðingar, sum ikki síggja virðið í teimum smáu, sum klára seg. Heldur velja teir at spenna bein fyri hesar, og kemur hetta at hava álvarligar avleiðingar. Eftir koma at sita nakrir tungir dreingir við øllum tilfeinginum í Føroyum, og koma hesir beinleiðis at stýra Føroya landi. Tá hava Føroyar ikki ráð at missa hesar stóru fyritøkur, tí um tað tá gongur galið, eru vit í fríum falli...
Samstundis haldi eg ikki, at tað kann vera til fyrimuns fyri nakran arbeiðandi á landi, um vit fáa eina innrás av sjófólki, sum tekur arbeiði frá verkafólkinum á landi, tí tá er arbeiðandi fjøldin á landi ikki ein virðismikil vøra fyri arbeiðsgevaran longur. Hetta roknistykkið nýtist ikki at skerast út úr pappi. Tað er einfalt at hugsa sær, hvør fær ágóðan av tí, tað er nevniliga arbeiðsgevarin.
Tað mest álvarsama er, at serfrøðin hevur livað sum eitt heilagt og lýtaleyst fyribrigdi í Føroyum í alt ov langa tíð. At hava prógv innan eina ella aðra serfrøði er ikki nokk til at melda seg fullkomnan. Vit hava nógv av útbúnum fólki í Føroyum, men tað merkir ikki at øll eru feilfrí. Vit kunnu hava ein útbúnan handverkara, sum ikki kann nýtast til nakað. Vit kunnu hava ein við skiparaprógvi, sum ikki kann brúkast. Vit kunnu eisini hava lærarar, sum eru minni dugnaligir.
Soleiðis kundi eg hildið fram. Eingin hevur reist spurningin, um vit eiga óbrúkiligar búskapar- ella fiskifrøðingar. Fyri meg er hesin spurningur sera hugvekjandi.