Innan er Pathfinder eitt tað mest modernaða, vit kunnu hugsa okkum úr Japan. Bæði tá tað snýr seg um inntrekkið, um róður og instrumentbrettið. Tú fært eisini instrumentbrettið í eini »træútgávu« - hóast træ ikki er tað, sum japanar eru mest kendir fyri. Ummælarar hava givið honum góð skoðsmál, hóast onkur helt, at setrini manga síðustuðlar og vísti á, og onkur annar vísti á, at róðrið bert kann stillast upp og niður. Kortini halda ummælarar bilin hava góðar koyrieginleikar.
Nissan Pathfinder hevur ein nýggja motor. Hann er grundaður á 2,5 litur motorin, sum vit kenna frá King Cab, men í Pathfinder er hann útgjørdur við balansuásum og common-rail innsproyting. Hann hevur eisini 16 ventilar. Effektin økist frá 133 til 174 hk við 4.000 snúningar og dreyningsmomentið er 403 newtonmetur frá 2.000 snúningum.
Teknisku dátaini siga, at hann klárar frá 0-100 upp á 12,3 sekund við manuellum girum, og velur tú automatgir stendur hann hesa royndina upp á 12,5 sekund. Toppferðin er meir enn ríkiligi - 174 km/t við automatigirum. Automatgirkassin hevur fimm trin, og tú hevur eisini møguleikan at skifta sjálvur í einum spori høgrumegin. Vanliga klárar kassin seg best í D. Hann hevur eisini sokallað »sportprogram«, men tað saknar tú heldur ikki, siga ummælarar, tí kreftirnar eru upp á pláss.
Pathfinder er sjálvandi útgjørdur við fýrahjólstrekki. Hetta kanst tú velja við einum avbrótara í miðkonsollini og í útgangsstøðinum hevur bilurin bakhjólstrekk. Flytir tú avbrótaran eitt stig, fært tú funktiónina »auto«. Tá hevur hann eisini bakhjólstrekk, men í hálku kann hann við hesi innstilling býta upp til 50% av trekkinum billum hjólini aftan og framman eftir tørvi.
Velur tú funktiónirnar 4Hi og 4Lo verða kreftirnar býtta 50:50 millum for- og bakhjól. Lo vísir, at tú hevur reduktiónsgir, sum tryggjar nógva eyka trekkmegi.
Pathfinder kappast fyrst og fremst við Pajero og Land Cruiser. Her er í høvuðsheitinum talan um vøruvognar. Hesir tríggir japansku bilarnir saman við Land Rover Discovery eru
Tann nýggi Nissan Pathfinder verður helt vist við í fremstu røð - bæði sum 4x4, sum vøruvognur og sum persónbilur.
----
Eitt sindur um hinar hjá Nissan:
X-Trail heldur fram sum fyrr. Hann er betri útgjørdur, og fælstnú eisini sum 4x2.
King Cab verður í heyst skiftúr út við ein nýggjan pick-up sum er grundaður á Pathfinder. Hann skiftir tá navn til Nissan Navara og fer eisini at hava sama motor sum Pathfinder.
Patrol hevur fingið størri effekt og snúningsmoment, men heldur annars fram sum fyrr. Hesin bilurin er til meiri krevandi koyriuppgávur og hevur ikki somu koyrieginleikar sum Pathfinder.
Murano er eisini nýggjur. Hann fæst bert við 3,5 l motori og 234 hk.