heim. Her kenni eg meg heima og kenni meg væl, og her er eisini pláss fyri mær, slær 37 ára gamla konan, mamman og lærarin fast. Heilt frá barnaárum hevur Karina kent gleðina og vælsignilsið við at vera saman [...] møti var aftur í Frelsunarherinum. Og so segði eg honum tað! Dagin eftir var møti við svenska evangelistinum, Roger Larsson, og hesin unglingin kom á møtið, og er av og á á møti hjá Frelsunarherinum. Hann [...] millum Karinu og mong av hinum børnunum, einamest tí at leiðararnir dugdu so væl at finna uppá. - Eg byrjaði so at ganga her, og legði beinanvegin merki til, at arbeiðið var sera væl skipað, og at tey eisini
ungt og gott orkestur hetta eru heilt nógvir av teimum næmingunum sum byrjaðu at spæla hjá Jens Knudsen og undirritaða sjálvum fyri gott fýra árum síðani, og eru hesir næmingar skjótt floygdir og farnir [...] okkurt aftur í lokal samfelagnum, og at musikkskúlin fylgir § 1. sum sigur, at musikkskúlin skal stimbra og stuðla lokalum tónleikabólkum so sum t.d sangkórum, Hornorkestrum, og øðrum lokalum rytmiskum bólkum [...] Vágs skúla uml. 350 og á Tvøroyra skúla beint undir 350. Í dag, 30 ár seinni, er barnatalið í suðuroynni næstan hálverað, 250 børn í Tvøroyrar skúla og beint undir 200 í Vágs skúla og fyri alla Suðuroynna
hvørjum øðrum. Angin av blómum og trøum er sterkur. Tað hevur hug at regna til tíðir, og grátt er í veðrinum. Uttan fyri húsini veittrar Merkið. Sue og Símun standa uttan fyri, tá vit koma. Tey vísa okkum [...] um húsið, og útsýnið fær ein næstan til at kikka eftir ondini. So langt sum eygað ber, eru vakrar, grønar flatur, har seyður og neyt ganga. Símun greiðir frá, at tey eru bøndur. Garðurin er 10 hektar til [...] smakkar sum skerpikjøt, so mitt í øllum gerst tað so heimligt og vetrarsligt í stovuni hjá Símuni og Sue. Føroyskur dámur Hóast sniðið og innrættingin av húsunum eru ný sælendsk, so sást aftur, at her
tropiskar plantur og fruktir. ? Føroyar eru eitt dýrt land at liva í. Og tað er ógvuliga dýrt at ferðast útum landið, vísir hon á. Men henni dámar væl landið og vøkru náttúruna. ? Her er vakurt og jomfrúuligt [...] so stressandi, sigur hon og smílist. Susana og Jón rokna ikki við, at Føroyar verða staðið har tey altíð fara at búgva. Heldur vænta tey, at tey fara at ferðast nógv aftur og fram ímillum londini bæði [...] yvir til Meksiko og aftur til Føroya skal ein vænta, at ferðaseðilin kemur at kosta umleið 10.000 krónur fyri hvønn. Men tað er eisini alt eftir, hvørjum flogfelag ein flýgur við, og hvør tíðin á árinum
studentaskúla, men summir eisini í 10. flokki. Teir fáa vinir og hava frítíðarítriv, júst sum allir føroyskir tannáringar. Teir skulu vera sum ein partur av familjuni, og tí er ikki neyðugt at fyrireika seg [...] hjá danska AFS felagskapinum, og at sami trupulleiki er í Danmark. ? Vit plaga at seta okkum fyri at fáa 4 næmingar til Føroyar, men í ár kunnu vit so bara taka ein, og tað er stórt spell, tí onkur er [...] við mammu, pápa, fýra børnum og hundi. Tað einasta vit krevja er, at familjan er samd um at taka næmingin til sín, sum ein part av familjuni. Tey skulu vera útatvend og opin fyri nýggjum sjónarmiðum.
kunngjørdi, tá hann hin 10. februar 2007 boðaði frá, at hann ætlaði at gerast forsetavalevni. Henda stevnuskrá er so við og við í valstríðnum útbygd og gjørd alt meira ítøkilig, eins og hon er vorðin broytt [...] uttan sjúkratrygging og uttan atgongd til dygdargóða heilsu- og sjúkrarøkt. Clinton og Bush royndu báðir til fánýtis at bøta um hesa støðu. Hetta økið hevur rúgvað nógv í valstríðnum og roknað verður við [...] evni at lurta og at kjósa sær góðar, royndar og professionellar ráðgevar, sum kenna Washington og, sum duga at takla lóggávutingið, kongressina. Valsigur Obamas er ein sera spennandi og upplyftandi hending
9 og 10. flokk, sum tá var. Uppbýtið var eisini mett sum ein meinbogi fyri javnbjóðis atgongd til útbúgving og hugsanina um og samfelagsliga tørvin á, at sum flest fingu eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla [...] góðar og vánaligar skúlar grundað á royndir og skipan av elituflokkum. Okkara fólkaskúlalóg frá 1979 bygdi á hugsanina um eindarskúlan. Hetta tí, at sera stór ónøgd var við uppbýtið í realskúla og 8, 9 [...] nevnast fleiri tímar og tvílæraraskipan í byrjanarundirvísingini og útbúgvingin av lesivegleiðarum. Harumframt komu so landsroyndirnar. Hugskotini vóru tey somu sum í grannalondunum, og óivað hevur verið
livandi ráð, og ravnsoyarfólkið gekk eins og hini og keddi seg í Føroyingahavnini. Fyrst í juni loysnaði ísurin so frægt, at menninir í Godthåb hildu seg kunna sigla suður í Føroyingahavnina, og ravnsoyarmenninir [...] nógvum ísi fór ongin til Borgshavn og Kangarssuk, og av tí at Nordafar ikki tók móti fiski í Grátufjørðinum hetta árið, var ongin bátur har. Men menninir í Føroyingahavnini og Ravnsoynni fingu seg royndar. [...] at ísurin var loysnaður eitt sindur, og við góðari hjálp frá bjargingarskipinum »Sigyn« kom »Tjaldrið« at bryggjuni hjá Nordafar. Har var illveður og kavarok, og »Tjaldrið« varð liggjandi meir enn eina
var á unglingaliðnum hjá GÍ, sum bæði í 1976 og í 1977 vann landskappingina og steypakappingina, og hann var við, tá teir í 1978 fingu silvur í 3. deild og fyri fyrstu ferð fluttu upp í 2. deild. Í 1979 [...] endaði millum tey ovastu í 2. deild, og at liðið hjá teimum í 3. deild vann silvur. HB var næstbest í unglingadeildini, men bæði í 2. og í 3. deild skarst illa hjá teimum, og næstbesta liðið hjá B36 flutti niður [...] fekk silvurkrónur og skreyt, taldist Páll Gregersen millum teirra, sum tóku ímóti. Í ár hava hann og nógvir aðrir, sum í 1980 mannaðu fyrsta liðið hjá GÍ í 1. deild, spælt í 4. deild, og tá tað nú knípti
elstur av fýra beiggjum, og hansara uppvøkstur í Nólsoy var sum hjá dreingjum flest. - Eg minnist barnaárini sum góð og trygg. Eg vaks upp sum allir aðrir dreingir og spældi við bilar og bátar sum hinir, sigur [...] móti verbalum ágangi í Havn, og eina aðru ferð var onkur komin á gátt í heiminum í Nólsoy og verið ljótur í munninum. Men tað er so tað einasta, sum Snorri hevur upplivað, og tað er einki aftur ímóti tí [...] móttikin. Øll vóru líka blíð við meg og tóku móti mær við opnum ørmum, og eg kendi, at eg beinanvegin varð góðtikin sum ein partur av familjuni, sigur Lionel Mouffe. Og tað hevði stóra ávirkan á belgiaran