Tað var Dávid ímóti Goliath, tá ið svenska felagið Malmö FF í gjarkvøldið fekk vitjan av spanska risanum, Real Madrid. Cristiano Ronaldo stóð fyri báðum málunum í 2-0-sigrinum hjá sponsku stórfavorittunum [...] rósa Malmö FF fyri góðan stríðsanda, og flestu teirra eru á einum máli um, at Malmö FF legði eitt gott avrik eftir seg. Ein, sum tó er púra ósamdur, er Julián Ruiz, ið skrivar fyri blaðið El Mundo. - Hetta [...] liði úr triðbestu deildini. Eitt serstakliga yvirlegið fótbóltslið, sum hvørki hevði orsøk ella vilja til at renna eitt lið umkoll, sum spældi verri enn rottur og var í álopi 11 ferðir. Dølskt, hugtungt og
umframt tað at spæla á grasi. Harumframt skuldi kroppurin eisini venja seg við tað fysiska, har tað í Danmark verður vant eitt sindur meira og eitt sindur harðari enn heima í Føroyum. - Tað tók á leið [...] á føroyska landsliðnum í morgin. René sigur, at tað harða arbeiði nú lønar seg. - Tað kennist væl, at eg í morgin fái møguleikan frá byrjan. Eg hevði tað eitt sindur trupult í byrjanini í Vendsyssel, har [...] fyrsta plássið í næstbestu donsku deildini, og René viðurkennir at sjálvsálitið til dystin í Ungarn í morgin er gott. - Í mun til fyri einum mánað síðani, so er sjálvsálitið hjá mær nógv betri nú. Eg spæli
meiri enn helvtina av framleidda laksinum til USA. Harafturat selja teir til Onglands, Fraklands, Kina og heilt til Suðurafrika. Laksurin verður fluttur úr Føroyum til eina av heimsins størstu flogvallum, Heathrow [...] við stjóran, men tað er virkið, sum hevur heiðurin, sigur Atli, sum mánamorgunin gav sær stundir at vitja øll starvsfólk síni og ynskja teimum tillukku. - Fólk merkja, at tað, tey gera til dagligt, gevur [...] Gregersen vísir á, at tað í nútíðarsamfelagnum hevur týdning at vera sjónligur, og at hesin heiðurin hjálpir við tí. - Sjálvandi hevur tað eitt sindur at siga, at vit blíva kendari, tí í mun til støddina eru vit
at taka undir við honum. - Tað gevur eina ábyrgd, til at nakað skal gerast. Man er noyddur at seta pengar av til at broyta ymiskt í samfelagnum, og tað kann eisini vera neyðugt at broyta summar lógir [...] - Vit halda, at tað er av sera stórum týdningi, at fáa staðfest rættindini hjá teimum brekaðu, sigur Annlis Bjarkhamar. Sáttmálin umfatar øll øki í samfelagnum, og Javni metir tað ikki vera nóg mikið, [...] hvussu tey kunnu fáa eitt gott lív, og hvussu tey kunnu fáa ræði á egnum lívi. Hetta hevði kravt broytingar í øllum samfelagnum, so at tey brekaðu fingu javnbjóðis møguleikar, bæði til skúlagongd, miðnámsútbúgving
tið, og tað ætla teir eisini, sigur Áki G. Olsen. - Vit ætla okkum at gerast meistarar sunnudagin móti KÍF. Gongur tað ikki, so bíðar Kyndil í næsta umfarinum, og tað eru vit eisini klárir til, sigur Áki [...] høvdu teir fingið bæði stigini, og tað var tað mest umráðandi hjá teimum. Langt frá meistaraspælinum Áki ásannaði eisini eftir dystin, at hóast gullið er nær, so var tað langt frá nakað meistaraspæl, ið [...] so illa. Gott nokk hava vit mist nakrar spælarar, men í dag gjørdist tað alt ov rótut, segði Áki G. Olsen. Hann legði tó afturat, at sterkasta vápnið hjá VÍF í løtuni er viljin, og tá blívur tað ofta eitt
er streetfood vognurin fluttur úr Saksun og til Havnar á ólavsøku. - Har er so stórur eftirspurningur eftir vørunum, vit bjóða, so tá møguleikin at koma til Havnar á ólavsøku var har, so tóku vit sjálvandi [...] er komin til Føroya, sigur Ruben Busk. Gongur mann niðan eftir Tórsgøtu og framvið gamla kondittarínum, so slepst ikki undan luktinum av røstum kjøti. Í vogninum hava teir úr at gera, og tað sæst aftur [...] køini. - Har er gongd í. Hatta er jú ein lítil vognur, har bara tvey fólk passa inn, so mann kann gott forvænta at standa í kø, sigur Ruben Busk. Ólavsøkan hjá Ruben Brusk verður hildin í grikska básinum
nógv er broytt. - Tað er stuttligt at síggja, at tað er hent nógv í Føroyum. Tað eru munandi fleiri mentanir og møguleikar í dag, enn tað vóru, tá eg vaks upp, sigur Nadia Abraham. Tað er hendan uppfatanin [...] eg eri myrk. Eg gekk í Sankta Frans skúla og eg minnist tað sum, at fólk sóu meg sum øðrvísi og hvørki eg ella hini dugdu at fyrihalda okkum til tann ymisleikan, sigur Nadia Abraham. Sum ung var hon altíð [...] filmselskari, sum liggur til grund fyri stóra festivalinum, sum fer av bakkastokki 7. september. - Vit síggja í dag, at londini kring okkum fáa alsamt fleiri tilflytarar úr fleiri londum til sín og eg haldi vit
skipanini. Tað er ikki ein og hvør, sum hevur sálarliga orku til at vera stuðul. Tað kann verða hart, krevjandi og ógvuliga strævið. - Fyrr høvdu stuðulsfólkini einki bakland at venda sær til við spurningum [...] Tað gerst alt meiri vanligt at síggja lýsingar í bløðunum, har søkt verður eftir stuðulsfólki til børn, ið hava serligan tørv. Talan er um tvey sløg av stuðli. Annað er stuðul til børn við sálarligum og [...] sum áður sagt stóran dent á gott samstarv við foreldrini, sigur Sjúrður Johannesen. Royndirnar av stuðulsfólkaskipanini eru góðar. - Stuðulin er ein hjálp til sjálvhjálp, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini
komin álvarsliga til skaða, lætnaði hjá okkum. Hendrik, Hjørdis og sonurin fóru øll í sama sjúkrabil og vórðu innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar til dagin eftir. Tíbetur vísti tað seg, at eingin hevði [...] fyrikomandi, og soleiðis mátti tað bara vera. Hendrik heldur tó, at drongurin hevur tað hampiliga gott nú nakrar dagar eftir hendingina. Altíð í seðlum - Eg trúgvi, at tað hevði verið rættiliga illa vorðið [...] er besta trygdin, um illa vil til. Men hvussu hava tey so havt tað sálarliga síðan tilburðin sunnudagin? - Vit hava tosað nokso nógv um tað, sum hendi, og eg vil siga, at tað nú gongur hampiligt. Lagið hevur
Eg havi ongantíð ivast í, at vit hava borið okkum rætt fram. Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í stuttari viðmerking til in.fo, nú Eystari landsrættur hevur staðfest, at tíðindaflutningurin [...] sigur fyri fjølmiðlaheimin og fólkaræðið. Tað er sjálvandi ein persónligur lætti, men eg fegnist vegna fjølmiðlaheimin, Kringvarpið og fólkaræðið. Spurd um, um tað var nakað serligt, ið hon heftir seg við [...] ðarin skjót at svara. - Eg hefti meg við, at vit eru fullkomiliga fríkend. Tað er vorði staðfest, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, ið vit sjálvandi ynskja at halda fram við.