- Spæligleðin er stór í løtuni

René Shaki Joensen, sum í morgin fær møguleikan frá byrjan á føroyska liðnum hevur gott mót til dystin móti Ungarn

Ein annar, sum fyri fyrstu ferð í morgin fær møguleikan frá byrjan á føroyska liðnum er René Shaki Joensen, sum spælir fyri danska felagið Vendsyssel FF.

 

Tá landsliðið fyri einum mánað síðani spældi ímóti Norður Írlandi og Finnlandi fekk René onga spælitíð. Hann spældi tá heldur ikki inni á liðnum hjá Vendsyssel, men hendan seinasta mánaðin er nógv broytt hjá René.

 

Hann spælir nú fast á liðnum hjá Vendsyssel, har hann hevur skotið nøkur mál, og fær sum sagt møguleikan frá byrjan á føroyska landsliðnum í morgin.

 

René sigur, at tað harða arbeiði nú lønar seg.

 

-       Tað kennist væl, at eg í morgin fái møguleikan frá byrjan. Eg hevði tað eitt sindur trupult í byrjanini í Vendsyssel, har eg skuldi venja meg við tempo’ið, umframt tað at spæla á grasi. Harumframt skuldi kroppurin eisini venja seg við tað fysiska, har tað í Danmark verður vant eitt sindur meira og eitt sindur harðari enn heima í Føroyum.

-       Tað tók á leið ein mánað, og so føldi eg at eg hevði vant meg við tað. Eg fekk síðani møguleikan frá byrjan í einum dysti, og tók av við at skjóta tvey mál tann dystin. Síðani hevur tað gingið væl.

 

René og liðfelagarnir í Vendsyssel FF liggja í løtuni á fyrsta plássið í næstbestu donsku deildini, og René viðurkennir at sjálvsálitið til dystin í Ungarn í morgin er gott.

 

-       Í mun til fyri einum mánað síðani, so er sjálvsálitið hjá mær nógv betri nú. Eg spæli í løtuni hvønn dyst fyri Vendsyssel, havi skora mál og vit liggja nummar 1 í deildini, so eg merki týðiliga at eg eri glaður fyri at spæla fótbólt í løtuni.

 

Um dystin væntar René, at Ungarn kemur at leggja nógv fyri at fáa mál, tí Ungarn spælir fyri at blíva besti trý’ari í bólkinum.

 

-       Vanligvís liggur Ungarn ofta langt afturi og spælir uppá kontra. Eg vænti tó at teir í morgin koma út við einum nógv størri trýstið, og fara at royna alt fyri gera nøkur mál.

-       Eg trúgvi tó at vit klára at standa ímóti, og tí eru vónirnar til dystin sjálvsagt góðar.

 

Øll samrøðan við René Shaki Joensen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.