bera seg soleiðis at, so sigur tað seg sjálvt, at tað er sum at fáa ein frammaná. Men fær hetta aðrar fylgjur fyri venjaran enn tær, sum Fótbóltssambandið ásetur? Tað fær tað, men eg dugi ikki at siga nú [...] leikbann Mikkjal Danielsen og Eyðun Kjærbo fáa neyvan leikbann, sum eru longri, enn tað er fyriskrivað í ásetingunum, meðan tað er ógvuliga sannlíkt, at Tomislav Sivic og Allan Mørkøre longu hava fingið [...] slerdi ein mótstøðumann, og so stútaði móti andlitinum á einum øðrum. Tað var eyðsýnt, at hann visti, hvat hann hevði gjørt, tí hann var á veg út av vøllinum, áðrenn dómarin fekk reyða kortið upp úr lummanum
eftir sama manni. Fyrru ferð var um hálvgum fimm tíðina seinnapartin, tá ið tey ringdu av eini matstovu, og boðaðu frá, at ein fullur maður gekk inni og var so ólátaður, at hann var til ampa fyri fólk. Løgreglan [...] kom eftir manninum og koyrdi hann á dyr. Men tað fekk ikki meiri enn ein tími, so varð aftur ringt av einum skeinkistaði, at ein maður gekk fullur inni og var so ólátaður, at fólk høvdu ampa av honum. Tá [...] Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg at vera sami maður, sum varð burturvístur av matstovuni beint frammanundan. Sostatt varð hann tikin við á løgreglustøðina, har hann varð sitandi til eftir midnátt
Vikuskifti var longri fyri summi enn onnur, og í gjárkvøldið fór eitt rúsað par til hendurs í Havnini. Tað varð komið ilt í millum parið, og farið var út á vegin at loysa ósemjuna. Hetta gekst ikki heilt [...] vegnum, meðan tey slóust. Tá samanum kom, var eini parturin fluttur á landssjúkrahúsið og hin í fullibrummuna at sova rúsin av sær. Vakthavandi sigur, at tað ikki verður gjørt meira við málið.
Nú er ein longri samandráttur frá Conference League dystinum á Tórsvølli: HB-Brøndby 1-1 (0-0) tøkur. Tað var Jákup L. Thomsen, ið javnaði til 1-1 heilt móti dystarenda. Returdysturin verður spældur á [...] á leikvøllinum í Brøndby komandi hóskvøld klokkan 18.30. Tað er klokkan 19.30 danska tíð. HER ber til at síggja longra samandráttin: ##med2##
fjúrtan dagar. Eingin munur er á útboðnum í dag og tí, sum var, áðrenn verkfallið byrjaði, sigur hann. Tað verið seg vanligur grillmatur, búffar ella tað nýggjasta, hann er farin undir. At baka pizza. ?Alt er [...] síðna av kuldaskápinum við sodavatni. ?Men tað er lítið, tí eingin tímir rætiliga at keypa snús, sum luktar og smakkar av grill, flennir hann. Og tað ger tað veruliga, leggur hann afturat. Verður vøran [...] rin seg í hana. So tað ræður um at hava lítla goymslu av slíkum og heldur fáa oftari tilført. Havnagrillin hevur vanligar dagar opið til klokkan 23.00 á kvøldið. Eitt sindur longri um vikuskfiftini, sigur
men henda avgerð varð ógildað av Mentamálaráðnum, tí tað var ein ov drastisk avleiðing, varð sagt. Dimmalætting viðgjørdi málið, og niðurstøðan var, at skilagóði leiðarin stríddist við nøkur hysterisk [...] logur hevur verið inni í málinum , er ongin loysn at hóma. At 7 lærarar av 11 eru sjúkrameldaðir orsaka av sálarliga arbeiðsumhvørvinum vísir, at støðan er farin út av kós, og er tað átaluvert, at ein [...] áðið er ført fyri at loysa trupulleikan, tí tey hava kent til støðuna í eitt ár og einki gjørt. - Tað einasta vit hava fingið frá Mentamálaráðnum er ein slutur fyri ein slatur, sigur forkvinnan í Heil
íslendskan sjógv. Tað var Christian í Grótinum, sum rakti við lodnuna í føroyskum sjógvi, og hann landaði tríggjar ferðir lodnu undan Føroyum til Havsbrún í Fuglafiðri; teir vóru tvær ferðir inni við 1500 tonsum [...] 000 tons úr føroyskum sjógvi. Teir vóru inni aftur í vikuskiftinum við einum lítlum sjatti, 100 tonsum. Triðja skipið, sum eisini var á føroysku lodnuleiðini, var Tróndur í Gøtu, men teir høvdu trupulleikar [...] trupulleikar við útgerðini og landaðu tað, teir fingu, í Íslandi. Poul Huus, sum starvast á Havsbrún, sigur, atPoul Huus, at Christian í Grótinum, Krúnborg og Tróndur í Gøtu framvegis eru á lodnuveiði, meðan
brotið inn í tveir handlar í Havn. Hann var um um millum klokkan sjey og hálvgum átta í gjárkvøldið. Men innbrotstjóvurin var so »óheppin«, at í báðum føri vóru fólk inni í handlinum, so hann tók til rýmingar [...] sær, og bróta sær atgongd til handlarnar, men tað hjálpti so lítið, tá fólk vóru inni, so hann tók til rýmingar. Men onkur man hava kent innbrotstjóvin, tí tað gingu bara 20 minuttir, so hevði løgreglan fatur [...] undarliga at, tey mistonktu hann fyri at vera rúsaðan. Kanningin vísti, at hann varð ávirkaður og var tí handtikin. Blóðroynd varð tikin, og persónurin latin leysur aftur við skuldseting um at hava koyrt
Ein hurð fór inn og skapti trýst inni í bygninginum. Hetta var orsøkin til, at plátur rivu av bygninginum, sigur Jóhan Clementsen, sløkkiliðsleiðari. Tað var kolandi stormur eina løtu seinnapartin, men [...] men beint eftir klokkan trý hæsaði av, og gjørligt var at bøta um skaðan nakað. Jóhan Clementsen sigur, at tað byrjaði við, at ein hurð bleiv blást inn. Hann greiddi frá, at teir settu eina bingju fyri hurðina [...] hurðina, fyri at avmarka skaðan nakað, men kortini bleiv ov nógv trýst inni í bygninginum, sum gjørdi at tann eina síðan reiv. Tað stóð nógv á eina løtu, og løgreglan heitti á fólk í Fuglafirði um at halda
NOREG: Fríggjakvøldið hendi tað sum sjáldan hendir: Eldur kom í Froland brandstøðina, ið liggur beint norðanfyri Arendal í Suðurnoregi. Og tað sum var uppaftur meiri sjáldsamt var, at brandstøðin sjálv brann [...] økinum, og fáar minuttir seinni var fyrsta teirra uppá pláss í bygdini, men til lítla nyttu: Eldurin hevði breitt seg so mikið, at har var einki at gera hjá teimum. Inni í støðini vóru bæði bilar og sl [...] støðini. Alt hetta er nú farið fyri skeyti. Norska TV-2 skrivar í dag, at støðin er ómannað, og tí var eingin inni tá eldurin kyknaði. Orsøkin til eldsbrunan er framvegis ókend, men málið verður í løtuni kannað