Løgreglan tók í gjár ein persón, sum hevði roynt at brotið inn í tveir handlar í Havn. Hann var um um millum klokkan sjey og hálvgum átta í gjárkvøldið. Men innbrotstjóvurin var so »óheppin«, at í báðum føri vóru fólk inni í handlinum, so hann tók til rýmingar. Tjóvurin hevði kúbein við sær, og bróta sær atgongd til handlarnar, men tað hjálpti so lítið, tá fólk vóru inni, so hann tók til rýmingar.
Men onkur man hava kent innbrotstjóvin, tí tað gingu bara 20 minuttir, so hevði løgreglan fatur á honum.
Tá løgreglan steðgaði einum bili í gjárkvøldið, hildu løgreglufólkini, at bilførarin bar seg so undarliga at, tey mistonktu hann fyri at vera rúsaðan. Kanningin vísti, at hann varð ávirkaður og var tí handtikin. Blóðroynd varð tikin, og persónurin latin leysur aftur við skuldseting um at hava koyrt ávirkaður.











