Brandstøðin brann í grund

NOREG: Fríggjakvøldið hendi tað sum sjáldan hendir: Eldur kom í Froland brandstøðina, ið liggur beint norðanfyri Arendal í Suðurnoregi. Og tað sum var uppaftur meiri sjáldsamt var, at brandstøðin sjálv brann í grund.

Boð vórðu beinanvegin send til hini sløkkiliðini í økinum, og fáar minuttir seinni var fyrsta teirra uppá pláss í bygdini, men til lítla nyttu: Eldurin hevði breitt seg so mikið, at har var einki at gera hjá teimum.

Inni í støðini vóru bæði bilar og sløkkiútgerð til teir 16 menninar, ið eru knýttir at støðini. Alt hetta er nú farið fyri skeyti.

Norska TV-2 skrivar í dag, at støðin er ómannað, og tí var eingin inni tá eldurin kyknaði. Orsøkin til eldsbrunan er framvegis ókend, men málið verður í løtuni kannað.

Í gjár og í dag hava tey í sløkkiliðinum arbeitt við at innrætta seg í nýggjum hølum í bygdini Froland - um altso boð skuldu verðið eftir teimum aftur.