Seinnapartin í gjár mátti løgreglan í Havn tvær ferðir í býin – eftir sama manni.
Fyrru ferð var um hálvgum fimm tíðina seinnapartin, tá ið tey ringdu av eini matstovu, og boðaðu frá, at ein fullur maður gekk inni og var so ólátaður, at hann var til ampa fyri fólk.
Løgreglan kom eftir manninum og koyrdi hann á dyr. Men tað fekk ikki meiri enn ein tími, so varð aftur ringt av einum skeinkistaði, at ein maður gekk fullur inni og var so ólátaður, at fólk høvdu ampa av honum.
Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg at vera sami maður, sum varð burturvístur av matstovuni beint frammanundan.
Sostatt varð hann tikin við á løgreglustøðina, har hann varð sitandi til eftir midnátt, tá ið skeinkistøðini høvdu latið aftur, og síðani varð hann leyslatin við eini bót í lummanum fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.