Søguligi fiskiskapurin í føroyskum sjógvi minkaði, og tí avgjørdu skipini eftir seinasta túr, sum endaði síðsta vikuskiftið, at fara í íslendskan sjógv.
Tað var Christian í Grótinum, sum rakti við lodnuna í føroyskum sjógvi, og hann landaði tríggjar ferðir lodnu undan Føroyum til Havsbrún í Fuglafiðri; teir vóru tvær ferðir inni við 1500 tonsum og triðju ferð við sløkum 2.000 tonsum.
Krúnborg landaði tann eina túrin 2.000 tons úr føroyskum sjógvi. Teir vóru inni aftur í vikuskiftinum við einum lítlum sjatti, 100 tonsum.
Triðja skipið, sum eisini var á føroysku lodnuleiðini, var Tróndur í Gøtu, men teir høvdu trupulleikar við útgerðini og landaðu tað, teir fingu, í Íslandi.
Poul Huus, sum starvast á Havsbrún, sigur, atPoul Huus, at Christian í Grótinum, Krúnborg og Tróndur í Gøtu framvegis eru á lodnuveiði, meðan hini nótaskipini eru á makrelveiði.