hava tak á, men fatanin av, at tað nú ráddi um at halda høvdið kalt og ikki at geva heimaliðnum møguleikan, var ikki nóg greið. Tað sást, tá ið Víkingur javnaði. Heldur enn at spæla einfalt, har tað vóru [...] síðunetið. Víkingarnir fegnaðust um, at teir høvdu vunnið eitt stig, og teir í B36 vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað enn eina ferð var miseydnað hjá teimum at halda tørn, og at teir harvið fyri sjeyndu ferð [...] kendist tað sum um, at tað bar til at spæla, og eg merkti einki til tað, meðan vit spældu. Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við, at tað hevði eydnast hansara at svara aftur og vinna
til hetta var, at ístaðin fyri at royna at koma afturum HB verjuna, varð aloftast roynt við diagonalbóltum móti HB verjuni. Hetta var góður kostur hjá høvuðssterku HB verjuni, ið so at siga ongar trupulleikar [...] stór, tí frá fyrsta bríkslið var nú líkt til, at B36 ætlaði at venda dystinum. Tá HB samstundis tóktist vera mest áhuga í at varveita leiðsluna, fyri síðani at dúva upp á avgerandi mótálopið, sum hevði givið [...] var at geva bóltin upp, áðrenn dómarin fyri seinastu ferð blásti í floytuna, og harvið markeraði endan á einum sonnum drama, sum alt í alt hevði vart gott og væl hálvan annan tíma. HB sat á øllum At talan
møguleikin lúrdi, at tað fór at eydnast NSÍ at økja um leiðsluna. -Vit vóru nøgdir við avrikið í fyrra hálvleiki, og sum seinni hálvleikur leið, royndu vit at trýsta, og tá eydnaðist tað at taka av, tá ið [...] jagstra næsta málið. Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so høvdu vit ikki orku at vinna okkum aftur. Dysturin hóskvøldið sat í beinunum, Sebastian Pingel var so illa skaddur, at hann ikki fekk spælt, og [...] sum næsta summar aftur fer at spæla í Europa, og tað verður B36, sum – eins og í summar – aftur í summar fer at hyggja at, meðan KÍ, HB, Víkingur og NSÍ næsta summar fara at spæla í Europa. B36 eigur ein
í fyrru hálvfinaluni Kristi Himmalferðardag, er einki at siga til, at vónirnar hjá miðlinginum í Gundadali eru góðar. Tað var ikki so óvæntað, at B36 vann á VB, men teir kunnu kenna seg eitt sindur hepnar [...] lætt hjá vágbingum at vinna við tveimum málum móti B36 í Vági, har havnarliðið sjáldan tapir. B36 var altso eitt sindur heppið móti endanum, men tá tað er sagt, kann leggjast afturat, at teir svørtu og hvítu [...] spískum vinkli úr høgru. Skotið sat niðri í málhorninum, og VB var við aftur. Vágbingar vóru betri meginpartin av seinna hálvleiki, og stutt seinni fingu teir gyltan møguleika at koma upp á javnleik. VB trýsti
kann gott vera, at tað verður ein nýggjur og á hesum støðinum óroyndur maður, sum fær møguleikan, og satt at siga stúra vit ikki fyri hesum, tí nýggi maðurin hevur í 1. deild víst, at vit skulu rokna við [...] spælfatan, og hann dugir væl at finna saman við liðfeløgunum. So tí kvíga vit ikki so nógv fyri, sigur Jákup á Borg. Hvat skal gerast øðrvísi Hvat ber við sær, at tit rokna við, at tað hesa ferð skal ganga [...] burturúr, so er alneyðugt, at vit sleppa undan persónligu mistøkunum, ið kostaðu so nógv ímóti HB. HB fegnast um steypasigurin HB venjarin Heðin Askham fegnast um, at tað eydnaðist at vinna steypadystin: -
fáir fyri ikki at siga slett eingir. Tað var týðiligt, at bæði liðini royndu og vildu heldur spæla fótbólt í staðin fyri at sparka fótbólt, men allíkavæl var hesin hálvleikurin einki at rópa hurrá fyri [...] sigast annað um seinna hálvleik, enn at hann var at kalla líka sum fyrri hálvleikur. Liðini royndu eftir førimuni at spæla fótbólt, men málmøguleikar vóru so at siga eingir. Tá eitt knapt korter var farið [...] tveimum førum at fáa bóltin í málið hjá Skála, og sostatt vann B36 eisini dystin 2-0. Dysturin á Skála er helst eisini eitt klassiskt dømi um, at hepni ofta fylgir teimum ovaru liðunum, og at hesi í flestu
tvey lið, sum at síggja til skuldu verið rættiliga jøvn, so var helst einki at ivast í, at B36 átti leiklutin sum favorittar. Síðani teir í fjórða umfarinum taptu fyri GÍ, hevur pílurin at kalla bert peiggja [...] byrjan av dystinum greitt, at tað fyrst og fremst var verjuparturin, sum vágbingar vildu hava at rigga. Fyri at tippa eitt hitt vandamesta álopsvápnið hjá B36 var Marek Vierzbicki at síggja aftarliga á vøllinum [...] á Lakjuni. Hetta viðførdi tó, at saknur var í Marek á miðvøllinum, tí hann í ov lítlan mun slapp at taka lut í framrættað spælinum hjá VB. Úrslitið av øllum hesum varð, at teir báðir, Robert og Birgir,
heimaliðnum var at trýsta undan vindinum og royna at koma afturíaftur. Sumba trýsti nógv, men teir so at siga spældu við høvdinum undir arminum, og í staðin fyri at fáa vongspælararnar at koma ígjøgnum, [...] og tað var einki serligt hjá honum, at fyrsta ferðin, hann helt bóltinum, var, tá hann tók hann úr netinum. Tá vóru 48 sekund farin, og so skuldi Sumba so at siga byrja frá minus eitt. Jan Petersen, høgri [...] Sumba. Eitt er, at teir taptu øll stigini í einum dysti, sum skuldi havt givið eitt og helst trý stig, um talan ikki skal vera um stríð við rygginum móti múrinum. Men eitt annað er, at eitt av álitunum
sítt til, at trýstið frá HB gjørdist alsamt harðari, og fleiri ferðir var eisini um reppið at bólturin endaði í meskunum. Millum annað hevði Andrew einar tvær naskar royndir, Rúni var so at siga leysur, [...] frísparksroynd, uttan at støðan á máltalvuni (sum framhaldandi ikki riggar sum hon skal) broyttist av hesum ávum. Eisini var talan um hópin av vandamiklum innleggum, og satt at siga, so mundu flestu áskoðararnir [...] málið. Frøin á toftamonnum mundi so at siga ongan enda tikið, meðan HB leikararnir ikki trúðu sínum egnum eyðum. Meginpartin av dystinum høvdu teir havt so at siga alt spælið, men lítið hjálpti hetta.
løtu frá 1-1 og upp á 3-1. Tað vil siga, at alt bendi á heimasigur, og tað var heldur ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera, heldur enn um gestirnir fóru at koma afturíaftur. Men so dummaði [...] Petersen, sum er álitisfullur verjukendur miðvallari, at taka seg av vøllinum eftir at hava verið offur fyri harðligari takling. B68 liðið tóktist ikki at taka sær serligt ikki tykni av hesum. Teir lupu á [...] JákupEli Olsen høvdu møguleika at fáa hann burtur, men teir lótu sum einki, tí málverjin rópti, at hann hevði. Men hann var ov seinur út, og so var tað løtt søk hjá Bárðuri á Lakjuni at smoyggja sær ímillum og