B36 rennur undan sigrunum

Tað kiksaði enn eina ferð, tá ið tað fram ímóti dystarenda skuldi bindast fyri, og nú er B36 triði aftast, meðan víking­ar­nir, sum kendu seg vinna eitt stig, eru á sætta plássi

Víkingur - B36 1-1 (0-0)

Setningurin var stórur. B36 var í Sarpugerði í gjár við tveimum blaðungum spæl­arum í miðverjuni, tí Martin Pedersen var leikbannaður, og í 1. hálvleiki var óroyndi Ámund Nolsøe á vinstra vongverja, meðan Símun Joensen sat hálvskaddur uttan­fyri. Í fremstu røð var Rasmus Dan Sørensen, meðan Lukasz Cieslewicz sat skadd­ur uttanfyri.
Kortini sá tað leingi út til, at hetta skuldi verða dag­urin hjá B36. Innskifti Símun Joensen stýrdi tíggju min­uttir eftir steðgin við handara stólpan bóltin í Víkinga málið. Súni Olsen átti innleggið úr vinstru, eftir at hann og Jákup á Borg høvdu verið partar av horna­sparks­kombinatión.
Inntil tá hevði dagsskráin fyri tað mesta verið stríð um miðvøllin, har Víkingur hesa ferð hevði bæði Jann Inga Petersen og Hans Jørgen Djurhuus, sum sein­astu ferð­ir­nar hava verið skaða­plág­aðir. Teir vóru í tøttum stríði við Róald Jacobsen og Súna Olsen.
Sum tíðin leið var tað ikki so nógv, sum bendi á, at tað skuldi eydnast heima­lið­num at finna vegin til mót­støðu­málið. Hesa ferð var Kaj Leo í Bartalsstovu á beinkinum. Hann var komin á vøllin júst tá ið B36 legði seg framum, og so spenti Víkingur álops­bogan. Hanus Jacobsen var fremstur í vinstru, og tríggj­ar minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, varð fram­rættaði André Olsen settur á vøllin í staðin fyri Dánjal Paula Lervig, sum hesa ferð var vongverji í vinstru.
B36 tóktist hava tak á, men fatanin av, at tað nú ráddi um at halda høvdið kalt og ikki at geva heimaliðnum møguleikan, var ikki nóg greið. Tað sást, tá ið Víkingur javn­aði. Heldur enn at spæla einfalt, har tað vóru fleiri á gestaliðnum, so varð bólt­urin smekkaður fram. Atli Gregersen møtti, servaði fram í vinstra borð, har Hanus Jacobsen vann bóltin, sum Kaj Leo í Bartalsstovu fekk fatur á, og eftir snilda fintu sendi hann bóltin í hand­ara síðunetið.
Víkingarnir fegnaðust um, at teir høvdu vunnið eitt stig, og teir í B36 vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað enn eina ferð var miseydnað hjá teimum at halda tørn, og at teir harvið fyri sjeyndu ferð í ár vóru partur av javnleiki.
– Hetta var ógvuliga stórt vónbrot. Vit høvdu so at siga staðið royndina, og ungu menn­inir – ikki minst teir báðir í miðverjuni – høvdu staðið seg so ógvuliga væl. Men so missa vit í yvirtíðini. Vit kenna okkum avgjørt at hava mist tvey stig, og eg skilji væl, at teir kenna seg at hava vunnið eitt, var við­merk­ingin hjá B36 mál­skjútt­anum Símuni Joensen.
Hví spældi tú ikki í 1. hálvleiki?
– Eg havi havt trupulleikar í lærkrikanum. Eg hitaði upp tað mesta av 1. hálvleiki, og tá kendist tað sum um, at tað bar til at spæla, og eg merkti einki til tað, meðan vit spældu.
Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við, at tað hevði eydnast hansara at svara aftur og vinna eitt stig:
– Sum heild haldi eg, at okkara vístu góðan hugburð, og leikliga avrikið var gott. Í 1. hálvleiki vóru vit eitt sindur omaná, meðan teir svaraðu væl aftur eftir steðgin. Vit høvdu sett nøsina upp eftir at vinna trý stig á heimavølli, men tá ið tað nú gekk, sum tað gjørdi, so eru vit nøgdir við, at vit megnaðu at javna í evstu løtu, sigur Víkinga venj­arin Jógvan Martin Olsen.
Víkingur hevur spælt seks dystir á rað uttan at vinna. Tríggjar ferðir hevur tað verið javnt, og tríggjar ferðir hevur Víkingur tapt.
– Hví hevur tað gingið so illa?
– Fleiri ferðir hevur tað ikki koppað okkum til fyri­munar, og tá ið vit taptu 3-0 í Runavík, var avrikið hjá fleiri langt undir tað, sum vit kunnu góðtaka. Vit eru ikki nóg góðir í álopsspartinum, og tað mugu vit arbeiða við, sigur Jógvan Martin Olsen, sum saman við spæl­ar­unum nú fyrireikar seg til hálvfinaluna í steypa­kapp­ing­ini í Runavík miku­kvøldið.