Sunnudagin var formuladystur á Skála, har Skála tók ímóti B36. Undan dystinum máttu teir hvíta úr Havn helst taka favoritrolluna á sínar herðar, og B36 megnaði eisini at sleppa av Skála við øllum trimum stigunum í einum dysti, sum helst átti at verið endaður við málleysum javnleiki.
Dysturin á Skála bleiv einki stórt fótbóltsupplivilsi. Til tíðir vístu liðini hampiliga gott fótbóltsspæl við skjótum og góðum avleveringum, men so skjótt sum liðini nærkaðust málinum hjá mótstøðuliðnum, so var antin hugflogið ov lítið ella verjurnar ov sterkar.
Sjálvt um næstan eingir kjansir vóru í dystinum, so megnaði B36 í tveimum førum at fáa bóltin í málið hjá Skála, og sostatt vann B36 eisini dystin 2-0.
Dysturin á Skála er helst eisini eitt klassiskt dømi um, at hepni ofta fylgir teimum ovaru liðunum, og at hesi í flestu førunum duga betur at revsa mótstøðuliðini, enn niðaru liðini gera tað.
Langskot fekk gongd á B36
Áskoðararnir á Skála blivu í fyrra hálvleiki vitni til ein dyst við hampiligum spæli, men har kjansirnir vóru sera fáir fyri ikki at siga slett eingir.
Tað var týðiligt, at bæði liðini royndu og vildu heldur spæla fótbólt í staðin fyri at sparka fótbólt, men allíkavæl var hesin hálvleikurin einki at rópa hurrá fyri.
Onkuntíð var upplegg til møguleikar í báðum endunum, men hvørja ferð liðini nærkaðust málunum, so megnaðu tey á ein ella annan hátt at lorka møguleikarnar burtur. Um hetta var orsaka av góðum verjuspæli ella minni góðum álopsspæli skal vera ósagt.
Tá knappur hálvur tími var farin kom tó brádliga eitt mál á Skála, sum flestu áskoðararnir einki skiltu av. Klæmint Matras hjá B36 fekk bóltin nakað framman fyri miðjuna, og úr eini 40 metra fjarstøðu valdi hann at smekka til. Bólturin sat heilt úti við stongina, men sjálvt um málið var gott, so er eingin ivi um, at Skála-málmaðurin má taka málið á sín kappa. Hann tóktist slett ikki vera klárur til, tá Klæmint lat kanónina ganga, og hann hevði helst heldur ikki væntað eitt skot úr so stórari fjarstøðu. Í málið fór bólturin tó, og tí var hálvleiksstøðan eisini 1-0 til gestirnar.
B36 avgjørdi
Ikki kann sigast annað um seinna hálvleik, enn at hann var at kalla líka sum fyrri hálvleikur. Liðini royndu eftir førimuni at spæla fótbólt, men málmøguleikar vóru so at siga eingir.
Tá eitt knapt korter var farið av seinna hálvleiki, kom fyrsta veruligi málmøguleikin eftir steðgin. B36 førdi bóltin fram eftir vøllinum, og hann bleiv spældu til Alex dos Santos, sum kom at standa rættiliga leysur í vinstru síðu í brotsteiginum.
Santos valdi at senda bóltin inn fyri málið, og har var Sylla fyrstur á bóltinum og stýrdi honum í málið. Toppskjúttin í formuladeildini hevði aftur sligið til, og nú var støðan brádliga 2-0 til gestirnar úr B36, og dysturin tóktist avgjørdur.
Sjálvt um Skála royndi ymsikt síðsta hálva tíman av dystinum, so komu teir ikki fram til nakað serligt. Onkur smávegis kjansur var framman fyri B36-málið, men verjan hjá gestunum stóð stinn, og tí megnaði heimaliðið ikki at fáa nakað mál.
Samanumtikið var hetta ein dystur við sera fáum møguleikum, og tað rættasta hevði kanska verið, at hann endaði við málleysum javnleiki. B36 vísti tó, hví teir eru í toppinum. Teir fingu mál upp á sínar møguleikar, og við hesum halda teir trýstið á oddaliðið, NSÍ, sum eisini fekk fult á Argjum.









