eisini gingið á musikkskúla í Wien í Eysturríki. Eisini hevur hann lisið í London. Í eitt trý ára skeið hevði Jóannes um hendi klaverfylgispæl við musikkskúlan í Kópavági í Íslandi. Hann hevur við jøvnum [...] Eirikur Lindenskov Kunningarstovan í Eysturoy boðar frá, at Konsertfelagið skipar fyri konsert við Sámal Petersen og Jóhannes Andreassen verður í býráðshøllini í Runavík kvøld klokkan 20:30. Sunnudagin klokkan [...] teimum báðum í Læraraskúlahøllini í Havn. Á skránni á konsertunum eru verk frá barokktíðini, m. a. eftir Bach og Händel. Sámal Petersen, sum er 35 ára gamal, hevur gingið á musikkskúla í Wien í Eysturíki
eyguni eftir hølum til skrivstovu. Tað er nevniliga treyt fyri at vera við í leitingini, at oljufeløg skulu hava skrivstovu í Føroyum. Spurningurin um logistikk tvs. flutning, útgerðarhavnir ol. hevur [...] Tað vísir seg, at tey oljufeløg blaðið hevur tosað við, eru sera varin við ikki at leggja seg út í tjakið í Føroyum um, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja. Hinvegin er eisini greitt, at oljufeløgini noyðast [...] Texaco hava vitjað fleiri pláss í Føroyum fyri at kunna seg við umstøðurnar. Tey meta talan er um fýra pláss, sum kunnu koma uppá tal til útgerðarstøð, nevniliga Runavík, Sund, Tórshavn og so Suðuroyggin
uppalingina fekk Djóni í NSÍ. Hann var átjan ára gamal, tá hann í 1991 kom á fyrsta lið, og tá hann í 1996 flutti til B36, hevði hann í fleiri ár verið millum berandi kreftirnar. Djóni var í 1997 við til at vinna [...] Tíðliga í vetur sá tað út til, at NSÍ so at siga skuldi byrja av nýggjum í bestu fótbóltsdeildini, men nú hava teir í Runavík tryggjað sær so mikið góða og roynda manning, at tað má metast, at Trygvi Mortensen [...] vinna FM við B36. Í 1998 spældi hann millum lítið og einki, men í fjør var hann aftur í 1. liðs hópinum hjá B36, sum nú hevur mist enn ein av teimum, sum í fjør mannaðu besta liðið.
Beint fyri jól læt upp ein nýggj matstova í Hvalba. Tað eru systrarnar Olga Thomsen og Hildigunn Mortensen, sum hava latið matstovuna Vesturskin upp í hølunum, har Even Skaalum hevði bakarí inntil fyri [...] hug at royna hetta, tí frammanundan er ongin slík matstova í Hvalba. Og verður tosað um at koyra lidnan mat út til fólk, er hetta einasti møguleiki í allari oynni, so vítt tær vita. Tær hava nú havt opið [...] at gera í sambandi við jólaborðhaldini, tí tað vóru fleiri fyritøkur og felagsskapir sum bíløgdu heitan og kaldan mat til jólaborðhald. Tær hava eisini gjørt mat og koyrt hann heim til fólk í øðrum sambandi
um hepni, tá ein bilførari gjáramorgunin hevði gloymt at hálað í handbremsuna, tá hann setti bilin frá sær á parkeringsøkinum á Skálatrøð í Havn. Bilurin rullaði út av parkeringsplássinum, tvørtur um vegin [...] Sundi - eisini fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Leygarmorgunin hevur onkur gjørt herverk í Sjónleikarhúsinum í Havn, har ein rútur á eystursíðuni var brotin, eins og skaði varð gjørdur á ein bil, ið stóð [...] Annars eru fýra mans tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Suni Vinther á Politistøðini í Havn sigur, at løgreglan leygarmorgunin um hálvgum fimmtíðina tók ein 20 ára gamlan mann fyri at koyra
og ferðavinnu í Føroyum. Harafturat fáa tey nakrar spurningar, sum tey verða biðin um at svara, áðrenn tey fara úr Føroyum. Spurningarnir skulu útgreina ymiskt í samband við teirra ferð í Føroyum. Fyri [...] serkønari ráðgeving. Eg havi tí m.a. eisini vent meg til fyritøkuna Virkisráðgeving Spf. í Runavík, og spurt um tey eru áhuga í at veita hjálp til gøgnumførðslu og av hesari ætlan, og fingið eitt fyribils játtandi [...] Generel lýsing Orðaskifti seinastu tíðina um ferðavinnu, sum kemur í kjalarvørrinum av at partur av kanning, sum Ferðaráðið hevur sett í verk, er almannakunngjørd, vísir týðuliga at Føroyingar hava tørv
Skeiðið verður í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Runavík, og áhugin er stórur. Fleiri enn tríati venjarar hava boðað frá, at teir fara at taka lut í skeiðnum, sum byrjar í kvøld klokkan 20 og sum [...] Í kvøld verður farið undir fyrsta fótbóltsvenjaraskeiðið í hesum árinum. Tað er Björn Hansen, sum er í fulltíðarstarvi hjá best kenda fótbóltsfelagnum í Norðurlondum, Rosenborg, sum er skeiðhaldari. Skeiðið [...] seinnapartin í morgin klokkan 16.30. Greiðir frá Rosenborg Björn Hansen hevur arbeitt í Rosenborg í fleiri ár. Fram til á nýggjárinum var hann eisini venjari hjá norska U-21 landsliðnum, men nú er hann í full
Í dag skipar Hendilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu fyri langum leygardegi. Hesin langi leygardagurin er serliga í samband við tí stóru vetrarútsøluna í ár. Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava opið til [...] til klokkan 17.00. Handilsmiðdepilin er 33 handlar, sum í felað vilja stykja marknaðarføringina av handilslívinum í Runavíkar kommunu. Í samband við langa leygardagin hevur Sjómansheimið "luxus fish & Chips"
til konsertina hjá poppbólkinum Creamy í Runavík. Og nú eru fleiri atgongumerki ikki at fáa. Hálvføroyski bólkurin, sum syngur danskar barnasangir, hevur góðan byr í Føroyum. Fløgan hjá teimum hevur verið [...] lívliga danska barnapoppinum, sum hevur selt eini 200.000 eintøk í Danmark. Ítróttarhøllin í Runavík tekur 2000 fólk, men fyrireikararnir ? Kappróðrarfelagið NSÍ ? hava valt at steðga søluni, nú millum 1800 [...] skránni. Ætlanin var eisini at hava eina konsert í Havn, men hendan varð strikað. Nú verður aftur tosað um at hava hesa konsertina, men partarnir samráðast í løtuni um, hvat tað skal hava við sær av meir
Sundi ella í Runavík, so verður tað verandi har. Hvat viðvíkur spurninginum um oljuútgerðahavnin skal liggja á Drelnesi ella í Vági, so heldur Dan Nielsen, at hetta er nakað teir mugu taka upp í oynni eftir [...] útbjóðing til oljuboring. Í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin lagt fram broytingaruppskot. Flokkurin mælir til, at tað í standarsloyvinum kemur at standa, at komandi oljuvirksemi í Føroyum skal ganga út [...] -Hann er í eini slíkari støðu, at hann er noyddur til at atkvøða fyri uppskot-inum. Sjálvandi fara allir tingmenn í oynni at atkvøða fyri, at ein komandi oljuútgerðarhavn kemur at liggja her í oynni. Dan