Steðgaði á beinkinum

Ein bilførari gloymdi at hála handbremsuna upp, tá hann setti bilin frá sær á parkeringsøkinum á Skálatrøð í Havn gjáramorgunin. Men tíbetur forðaði ein bonkur fyri, at bilurin fór á bláman

Eirikur Lindenskov


Hóast óheppin var kortini talan um hepni, tá ein bilførari gjáramorgunin hevði gloymt at hálað í handbremsuna, tá hann setti bilin frá sær á parkeringsøkinum á Skálatrøð í Havn.

Bilurin rullaði út av parkeringsplássinum, tvørtur um vegin og gongubreytina, men steðgaði, tá hann rakti beinkin, ið stendur við gøtuni fram við sjóvarmálanum.

Fólk var á gongubreytini, tá bilurin kom rullandi, men tíbetur fekk onkur varskógvað, so eingin skaði hendi, men tað var um reppið, søgdu fólk á staðnum við Sosialin.

Annars eru fýra mans tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Suni Vinther á Politistøðini í Havn sigur, at løgreglan leygarmorgunin um hálvgum fimmtíðina tók ein 20 ára gamlan mann fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Sunnumorgunin klokkan hálvgum seks var ein 27 ára gamal maður tikin og løtu seinni ein annar 20 ára gamal maður. Sama kvøldið var ein 36 ára gamal tikin á landsvegnum á Sundi - eisini fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Leygarmorgunin hevur onkur gjørt herverk í Sjónleikarhúsinum í Havn, har ein rútur á eystursíðuni var brotin, eins og skaði varð gjørdur á ein bil, ið stóð parkeraður aftan fyri Sjónleikarhúsið.

Annars gjørdi løgreglan grein 13 kanningar í Havn fríggjadagin, har 90 bilar vórðu kannaðir. 17 teirra vórðu uppskrivaðir og kunnu rokna við at fáa eina heilsan frá løgregluni.

Nú er aftur tíðin komin, har løgreglan verður send út at klippa nummarplatur. Hesaferð er tað tí, at trygging ikki er goldin.

Suni Vinther sigur, at 42 bilar standa á listanum kring landið - og at teir á fleiri plássum eru farnir at klippa.

Plátuklippingin kring landið sær soleiðis út:

Havn17

Klaksvík5

Runavík9

Vestmanna 1

Vágar3

Sandur2

Suðuroy5

Íalt42