Djóni aftur í Runavík

Runavíkingar halda á fram at styrkja um hópin, og hesu ferð er tað B36, sum kennir sviðan av at missa leikara til Runavíkina

Tíðliga í vetur sá tað út til, at NSÍ so at siga skuldi byrja av nýggjum í bestu fótbóltsdeildini, men nú hava teir í Runavík tryggjað sær so mikið góða og roynda manning, at tað má metast, at Trygvi Mortensen fer at hava eins holla manning í ár, sum hann hevði í fjør.

Í gjár visti heimasíðan hjá NSÍ at siga, at nú hevur felagið gjørt avtalu við Djóna Nolsøe Joensen um, at hann skal spæla við NSÍ komandi ár. Fótbóltsligu uppalingina fekk Djóni í NSÍ. Hann var átjan ára gamal, tá hann í 1991 kom á fyrsta lið, og tá hann í 1996 flutti til B36, hevði hann í fleiri ár verið millum berandi kreftirnar.

Djóni var í 1997 við til at vinna FM við B36. Í 1998 spældi hann millum lítið og einki, men í fjør var hann aftur í 1. liðs hópinum hjá B36, sum nú hevur mist enn ein av teimum, sum í fjør mannaðu besta liðið.