Beint fyri jól læt upp ein nýggj matstova í Hvalba.
Tað eru systrarnar Olga Thomsen og Hildigunn Mortensen, sum hava latið matstovuna Vesturskin upp í hølunum, har Even Skaalum hevði bakarí inntil fyri nøkrum árum síðani.
Har hava tey burgarar, franskar hot-dog, pitabreyð við fyllu, smurt breyð og annað, sum er skjótt at gera.
Men tey hava eisini kaffi, te og ymsar kakur omaná, ella til tey, sum bara vilja hava ein drekkamunn.
Men sum nakað nýtt eru tær eisini farnar at koyra mat heim til fólk, sum biðja um tað, bæði heitar døgverðar, smurt breyð og kalt borð, bæði til bólkar og til einstaklingar.
Olga Thomsen sigur, at tað ber nevniliga til at bíleggja døgverða, kalt borð, ella, hvat tað skal vera og fáa matin koyrdan til hús.
Men tað ber sjálvandi eisini til at koma á matstovuna at eta matin, sum er bílagdur.
Tó er tað tað er neyðugt at bíleggja dagin fyri, ella í seinasta lagi um morgunin, um tað skal gerast til um kvøldið, fyri at tey skulu fáa stundir at gera matin.
Men afturfyri kunnu fólk so eisini næstan fáa, tað tey vilja hava.
Góða byrjan
Olga Thomsen sigur, at tey fingu hug at royna hetta, tí frammanundan er ongin slík matstova í Hvalba.
Og verður tosað um at koyra lidnan mat út til fólk, er hetta einasti møguleiki í allari oynni, so vítt tær vita.
Tær hava nú havt opið ein mánaða og tær lata væl at byrjanini.
Tær fingu nógv at gera í sambandi við jólaborðhaldini, tí tað vóru fleiri fyritøkur og felagsskapir sum bíløgdu heitan og kaldan mat til jólaborðhald.
Tær hava eisini gjørt mat og koyrt hann heim til fólk í øðrum sambandi enn til jólaborðhald.
Men á matstovuni fáa tey borðreitt fyri 40 fólkum og tær hava eisini fyrispurningar um at halda smærri veitslur í Vesturskin, eitt nú føðingardag. Onkur veitsla hevur eisini longu verið har.
Vesturskin hevur opið frá 16-23 allar dagar.










