Í grundini málar man sama málningin alla tíðina og tað er tað, sum ger tað spennandi, tí hóast tú málar sama motiv, verður eingin málningur líka. Tað eru tíggju ár síðani Øssur Mohr byrjaði at mála. Hann [...] seint á kvøldi. Tað er umráðandi at vera í gongd hvønn dag, ganga nakrir dagar ímillum er ringt at koma í gongd aftur. Sum so nógv onnur havi eisini eg ein dreym um at mála burturav, men tað vil tíðin vísa [...] framsýning í Danmark. Tað var í 1994, ein sensurerað framsýning, har eg fekk tríggjar málningar við. Tá kom eg í samband við nógv fólk og fleiri gallerí, og síðani tá havi eg verið við á 2-3 framsýningum
dóminum hevur verið nógv rok um tann nú 44 ára gamla Lance Armstrong, og tað hevur sett síni spor, váttaði hann á einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Colorado týsdagin. - Tað hava verið nøkur hørð ár [...] fleiri orsøkum. Sæð úr sjónarhornunum hjá familjuni, hjá mær persónliga og tí fíggjarliga, so hevur tað verið ein fullkomin niðursmelting, segði Lance Armstrong. Amerikanski súkklarin viðgekk, at hann ikki [...] Tað eru skjótt fýra ár síðani Lance Armstrong varð dømdur fyri doping, har hann fekk frátikið allar sínar sjey Tour de France-sigrar og varð útihýstur frá súkkling restina av lívinum. Í kjalarvørrinum
Tað var sum vera man ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum Rás2 fekk orðið á eftir frálíka 2-0-sigurin ímóti Lettlandi í kvøld. - Vit eru ósigraðir. Tað er tað, sum er mest umráðandi. Nú fingu vit ein sigur [...] sigur í dag, og eg haldi, at tað var fult uppiborið. Serliga í fyrra hávleiki spæla vit væl. Tað frøðir meg almikið, at tað serliga í fyrra hálvleiki og í endanum av seinna er álopsfótbólturin, ið er okkara [...] ikki gjørdu tað nóg gott, men tí at onkur hevur trongd á hvíld. - Tað er eingin ivi um, at vit trúgva upp á at vit kunnu spæla við altjóða. Sjálvsálitið veksur, og hesin sigurin gjørdi tað so ikki verri
at tá ið tað gongur so skjótt fyri seg, at vit ikki náa á Landssjúkrahúsið áðrenn, so merkir tað aloftast, at ongar komplikatiónir er við føðingini. Tí er eitt hvørt galið í støðuni, so tekur tað oftast [...] aftrat, at tað kann onkuntíð verða strævið fyri barnakonur at vita sær, at tær skulu koyra til Havnar við verkjum. - Men soleiðis er tað nú einaferð bara, sigur Regin Mortensen og vísir á, at tað mest umráðandi [...] Mortensen, portørur - ella sjúkrabilsviðgerði, sum tað eitur - vísir á, at trygdin í slíkum førum altíð er í hásæti. Les eisini: Ketty átti í sjúkrabilinum - Tað er ein partur av okkara útbúgving at taka í móti
prædikan tá er tað, sum bindur okkum øll saman, tí hon ger høvuðsboðskapin skilligan fyri øll. Øll eru vælkomin Prædikurnar hjá Anne Mette plaga ikki at innihalda ein politiskan boðskap. Men fyri tað dugir hon [...] byggja brýr ímillum evangeliið, sum er ein gamal tekstur úr fremmandari mentan, og lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette. Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir sera breitt í mun til gudfrøðina, er neyðugt [...] hon væl at ímynda sær støður, har ein politiskur boðskapur kundi verið upplagdur at havt við. At vera partapolitisk hevur Anne Mette tó ongar ætlanir um. Hon sigur, at ólavsøkuprædikan í ár ikki verður
Hvussu hevur árið 2014 verið? - 2014 hevur verið eitt gott ár. Eg havi nógvar góðar løtur at gleðast um. Tað gongur stútt framá í Føroyum. Vit hava búskaparvøkstur á 4-5% árliga og eru væl ávegis út úr [...] fingið eitt sindur av kappingarføri í skattaskipanina, og at tað nú vísir seg, at tað lønar seg betur at arbeiða. Løgtingsmaðurin vísir á, at tað er okkara lagna, sum eitt lítið land, at vit mugu framleiða [...] skattaøkinum. Tað eru framvegis alt ov nógvar lønir, ið verða skattaðar uttanlands. Í nógvum førum ber tað til løgfrøðiliga at flyta hesar lønir heim til Føroya at verða skattaðar, men tað hendir bara,
um, ið Hollywood hevur framleitt síðani 1920ini. Eru tað ikki Katherine Hepburn ella Spencer Tracy, ella Tom Hanks og Meg Ryan, so eru tað Ashton Kutcher og Amanda Peet, ið skulu renna kring alt [...] fotomodel í fimm ár, áðrenn hon í 1994 byrjaði at spæla filmar sum 21 ára gomul. Diaz hevur síðani verið við í filmum sum t. d. There’s Something About Mary (1998), Vanilla Sky (2001), Gangs of New York
enn tað. Ísinkram og laksur Tað stóð annars ikki máling á nøkrum visitt-korti hjá Símini Fornagarð, fram til tann 4. mai í ár. - Eg havi selt nógv ymisk sløg av tingum í mínum lívi. Men máling, tað havi [...] hetta sá eisini Símin Fornagarð. - Tað sá ikki so gott út, og tað var altíð ein vandi fyri, at eg kundi gerast arbeiðsleysur, sigur ein altíð brosandi Símin. Tá tað so vísti seg, at eingin málingahandil [...] at lata handilin upp ein góðan dag. Tað skuldi vera tann 5. mai í ár ? ikki sannheit 05.05.05!! - Men so fann eg útav, at hetta var Kristi himmalsferðardagur. So tað bleiv av ongum tann dagin, sigur Símin
samrøðuna við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur - Í mínum hugaheimi, so er ein neyðtøka ein neyðtøka. Tað skal ikki vera ein revsirættarligur fyrimunur hjá brotsfólki at gera seg inn á ein hjúnafelaga í mun [...] mun til onnur, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd. Tað er í sambandi við, at føroyska Amnesty deildin í gjár hevði aðalfund, at Fólkaflokkstingkvinnan førir fram [...] ikki nakað, ið liggur á nevndarborðinum hjá okkum júst nú, men hetta er avgjørt nakað, sum átti at verið tikið upp skjótast gjørligt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í løgtingsins rættarnevnd
ndinum eru tað glað fyri møguleikan at skipa fyri kappingini, og hóast tey ikki hava tikið av enn, so væntar Hallur Danielsen, starvsfólk í HSF, at talan er um ein avgreiðsluspurning. - Tað er alt, ið [...] ið týðir upp á, at vit taka av tilboðnum. Starvsnevndin hevur ikki viðgjørt tað enn, men hetta hevur verið eitt ynski hjá okkum. Hetta er ein partur av arbeiðinum hjá okkum at tryggja føroyskan hondbólt [...] Nations Championship í 2015, vunnu vit rættindini til eina kvalifikationspakka. Tað er hann, ið vit brúka nú, og vil tað siga, at altjóða hondbóltssambandið ber kostnaðin av kappingini, so sum gisting