Fyrst í næstu viku kemur nýggj fløga á føroyska marknaðin. Tað er bólkurin Tiðnað, sum gevur út fløguna Eina við tær. Á fløguni eru 14 andaligir sangir, og flestu teirra eru gjørdir av limunum í bólkinum [...] Tónleikurin á fløguni er lagdur soleiðis til rættis, at fólkini, sum hava hoyrt okkum sungið, kenna okkara tónleik aftur. Fløgan Fløgan er upptikin í Betesda í Klaksvík, í upptøkuhølunum á Fløtum í Havn [...] fingið hjálp frá øðrum føroyskum tónleikarum. Jákup Zachariasen spælir gittar á trimum sangum, og Høgni Klakkstein trummur á somuleiðis trimum sangum. Pætur við Keldu hevur gjørt 10 av teimum 14 løgunum
taptu 2-0 á útivølli móti Real Betis hóskvøldið. Todi Jónsson var í ferðalagnum til Spania, og hann sat eisini á beinkinum, men hann kom ikki á vøllin, tí hann var so illa skaddur. Og uttan Toda á liðnum [...] Spaniumenn skoraðu bæði síni mál í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fór FCK longur fram á vøllin fyri at fáa eitt mál, sum hevði skapt nógv betur fortreytir undan seinna dystinum. Teir komu eisini nær [...] november, og tá skal FCK gera tvey mál, fyri at koma uppá javnt við Real Betis. Hendir tað, at spaniumenn fáa mál í Parkini, skal FCK hava heili fýra mál fyri at yvirliva í kappingini. Bæði venjarin hjá FCK, Kent
fólk við sclerosusjúkini nakrar ferðir úti á hestbaki, meðan tey vóru á Landssjúkrahúsinum til venjingar. Sclerosusjúklingarnir eru av og á á sjúkrahúsi og fáa venjing við fysioterapi og ergoterapi, og [...] upphald á Haslev Sclerosusjúkrahúsi. Danska sclerosufelagið rekur hetta sjúkrahúsið. Amtini gjalda fyri upphaldið hjá dønum á sjúkrahúsinum, men føroyingar mugu gjalda sjálvir. Meðan Danny var á sclero [...] skjótt Hann varð lyftur upp á hestin í lyftu. Ein hjálpari sat á hestinum aftanfyri, og við hvørja lið vóru eisini hjálparfólk. Átt vikur seinni sat sclerosusjúklingurin einsamallur á hestinum, men við hjálparum
bjartskygni var við at fáa fatur á fólki aftur Vit hava eitt skattaprosent uppá 23%, og tað er ikki yvirt at dylja, at miðvingar kenna seg niðurbundnar. Men vit høvdu tamarhald á støðuni, og tað gekk [...] mugu vit royna at fáa sum frægast burturúr. Hann heldur, at tað einasta, rætta at gera, er líka einfalt, sum tað er logiskt: Og tað er, at nevndin í Framtaksgrunninum gevur stjóranum á Fiskavirking tey [...] haldgóðari frágreiðing. Virkið í Miðvági er eitt av teimum fáu virkjunum, sum geva yvirskot. Av virkinum fáa vit upplýst, at tað hevur givið sjey miljónir av sær til Fiskavirking hesi fýra árini, síðani stórfyritøkan
yngsta flakakonan á flakavirkinum har í bygdini, sum fiskavirking nú ætlar at lata aftur. Hon var fegin, táið hon fekk arbeiðið á virkinum í mars í ár, og hon hevði sett sítt álit á, at hon kundi verða [...] Hetta er nakað lort3 Ikki bara fyri meg, leggur hon afturat. Men fyri alla oynna. Áður hon byrjaði á flakavirkinum hevði hon gingið í skúla í Havn, og hon búleikaðist eisini í flatlondum eitt skifti. Fast [...] at gera. Hon sigur, at beint nú hevur hon onga hóming av, hvat hon fer at gera, missur hon arbeiðið á flakavirkinum. Eg eigi ein lítlan son og noyðist tí at vera í Vágum. Og her er ikki nógv at velja
árin á høvuðsvinnu okkara, tykist givið. »Vit fingu greitt at vita á vitjanini í Noreg, at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit fara undir nakra oljuvinnu,« sigur Óli Jacobsen. Hann vísir tó á, at [...] Jacobsen. Men samstundis vísir hann á, at tað sjálvandi skal ein serlig útbúgving til at arbeiða á til dømis einum boripalli. »Men tað fólkið gjalda oljufeløgini eisini fyri at fáa,« sigur Óli Jacobsen. Sum dømi [...] heppin og finna olju fyrstu ferð. Hvør veit. Óli Jacobsen heldur, at fáa vit norskar tilstandir í Føroyum, er vandi fyri, at endi verður á føroyskari fiskivinnu, tí oljuvinnan skrúar lønirnar so høgt upp,
yngsta flakakonan á flakavirkinum har í bygdini, sum fiskavirking nú ætlar at lata aftur. Hon var fegin, táið hon fekk arbeiðið á virkinum í mars í ár, og hon hevði sett sítt álit á, at hon kundi verða [...] Hetta er nakað lort³ Ikki bara fyri meg, leggur hon afturat. Men fyri alla oynna. Áður hon byrjaði á flakavirkinum hevði hon gingið í skúla í Havn, og hon búleikaðist eisini í flatlondum eitt skifti. Fast [...] at gera. Hon sigur, at beint nú hevur hon onga hóming av, hvat hon fer at gera, missur hon arbeiðið á flakavirkinum. Eg eigi ein lítlan son og noyðist tí at vera í Vágum. Og her er ikki nógv at velja
ørkymlað av, at tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa enda á kanningini, og til hetta kann sigast, at gølusøgurnar hava seinkað málinum,sigur Helena Dam á Neystabø. Spurd um tað ikki er sannlíkt, at partar [...] kanningini vilja forða nevndini í at gera arbeiðið liðugt, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er hugsandi at onkur vil taka álitið á kanningarnevndina burtur. - Er vandi fyri, at kanningarnevndin verður forðað [...] ein lógarbroyting gerast, sum semja skal vera um, bæði í Løgtinginum og á Fólkatingi. Tað er neyvan sannlíkt, sigur Helena Dam á Neystabø.
hjá yvirfriðingarnevndini bara at makka rætt, tá teir stóru siga tað og at traðka á tey smáu? Hvør situr í hesi nevnd? Fáa teir pengar fyri sítt »arbeiði«? Náttúruvinarligur P. S. Gevist ikki at mótmæla [...] sum serliga hevur vakt mín ans í hesum sambandi, er at yvirfriðingarnevndin hevur góðtikið at henda á verður turrløgd. Hetta fær meg at hugsa um eitt annað mál, sum var frammi fyri stuttari tíð síðani. [...] Spurningurin er so: Hvat er føroyskt í eygum yvirfriðingarnevndarinnar? Er tað føroyskt at turrleggja eina á? Er tað føroyskt at eitra áir, vøtn og haga? Annars haldi eg, at SEV lættliga kundi latið vera við at
stuðul Í flestu londum fáa høvuðsvinnurnar statsstuðul. Hjá okkum fáa farmaskipareiðarar pening gjøgnum serliga skattaskipan. Fiskiskip og útróðrarbátar fáa íløgustuðul. Hetta vísir seg at vera neyðugt, um [...] oftast liggja í buktini. Føroya fólk hevur goldið nógvan pening í Fiskavirking, men tað err ilt at fáa eygað á nyttuna av hesum pengum. Virkir oyðiløgd Í fleiri bygdum varð útgerðin tikin úr virkjunum. Tey [...] ð yvirtaka teir? Eru boðini úr Danmark Fólk á Eiði, í Nólsoy, í Vági og aðrastaðni við hava bjóða uppá síni virkir, men tað vísir seg, at tey ofta ikki fáa nakað konkret svar. Eru tey áhugaðu før fyri