eftir veðrinum, so er bara at vera við. Aftaná at rennarnir vóru farnir, var høvið at royna el-bilarnar hjá SEV. Fyrstur at royna hesar friðarligu bilar var Auðunn Konráðsson, formaður í Heilsu- og U [...] standa leingi og løða á einum staði. Hesir bilarnir eru tó eitt áhugavert alternativ til bensinbilarnar, sum kunnu roknast við at gerast dýrari í brúki, sum frá líður - og dálkandi eru teir eisini. El [...] El-kostnaðurin liggur um kr. 25,- frá Tórshavn til Klaksvíkar. Eftir at hava roynt bilarnar, varð farið niðan á Klaksvíkar Sjúkrahús at máta blóðtrýstið og annars at fáa heilsugóðan mat og drekka
Ross hevur myndprýtt og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar og kosta 95 kr hvør. Í bókarøðini um detektivarnar Lassa og Maiu er fimta bókin nú at fáa til keyps. Tað er Mumiugátan [...] døgum út bókina: Søgur úr Dundurdali. Í bókini eru fýra søgur um hendingar í Dundurdali. Søgurnar eru sera væl egnaðar at lesa upp fyri børnum. Ilon Wikland, sum vanliga prýðir bøkur eftir Astrid
fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at í miðal eru lønirnar hækkaðar 0,85 prosent, og at tað verður tað, sum pensjónirnar hækka. Hetta er tað, sum samongan hevur lagt fyri við í fíg [...] niðan í tingið um fáar dagar. Spurningurin er so, um samgongan hevur lumpað pensjónistarnar, ella um pensjónistarnir hava lagt tvey og tvey saman – og hava vónað stóra vinningin. Í øllum [...] Men kortini hava hvørki Jenis av Rana ella nakar annar í samgonguni hugsa um pensjónistarnar, tá tosað hevur verið um 220 krónur í lønarhækking til tey lægstløntu. Veruleikin hevur ofta
avgerðirnar í fiskivinnumálum. Á henda hátt hevur løgmaður møguleikan at fáa okkurt gjald í landskassan, sum kann kompensera missin upp á tær sløku 200 milliónirnar, sum hann ikki [...] Sambandsflokkin at vinna ljóð fyri sínum politikki. Størsta niðurlagið vóru samráðingarnar hjá landsstýrinum við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin. Hóast stjórnin longu í [...] ferð. Síðsta vikuskiftið hoyrdu vit aftur ein bjartskygdan løgmann boða frá, at samráðingarnar um lodnuna í íslendskum sjógvi helst fóru at bera á mál næstu ferð, nú tað ikki gekk at vinna ljóð
nú við avbjóðingini. Hann hevur blaðið, brandið, starvsfólkini, lýsararnar, haldararnar og keypararnar - og skal byrja av nýggjum við egnum pengum. Hetta er sanniliga ein avbjóðing. Tá vit [...] Vit hava eitt alment skattafíggjað Kringvarp, sum er í beinleiðis kapping við privatu miðlarnar um lýsingar. Vit sakna ein mentamálaráðharra, sum hevur rygg til at rætta hendan skeivleika [...] okkum eitt óheft kringvarp, og sum soleiðis kann tryggja eina rættvísa kapping um lýsingarkrónurnar. Hetta hevði gangað føroyska miðlaheiminum og harvið fólkaræðinum í Føroyum.
Fólkaflokkin og teir smáu í 1998 var eitt úrslit av, at sjálvstýriskreftirnar – ella fullveldiskreftirnar, leitaðu saman í samgongu. Fyri ta tíð var tað bara hent í 1962-66, tá Fólkaflokkurin [...] hugsjónarliga eru á siðbunda vinstra-høgraásanum. Men vit hava eisini hin ásin, sum býtir flokkarnar upp í samband-fullveldi. Hóast Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi at kalla eru samdir á vinstra-høg [...] andstøðan altíð eitt boð upp á eitt alternativ. Men skal sitandi andstøða manna stjórnarskrivstovurnar í landinum, so skulu fleiri mandat flytast – í minsta lagi trý. Hinvegin er tað sjálvandi eisini ein
10. oktober. Luther. Sjálvandi ikki komin í álmanakk-ar-nar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku kirkj-uni settur sum minningardagur hansara. Hann varð borin í heim 10. november 1483 í Eisleben í
Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var fyribilsskattainntøkan í kommununi 9,48 prosent størri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Eingin onnur kommuna hevði so stóran lutfalsligan [...] inntøkan 10.129.383 krónur. Í fjør var hon 9.252.481 krónur. Í Hvannasunds kommunu eru bygdirnar Hvannasund, Norðdepi, Depli, Norðtoftir og Múla. Kommunuskattaprosentið í Hvannasunds kommunu
Fleiri ferðir hava fjølmiðlarnir víst á trupulleikarnar, sum eru av vantandi opinleika hjá løgregluni í Føroyum. Enn eitt dømi um hendan vantandi opinleika er í sambandi við málið um horvna [...] so frægt, at løgreglan hevur skipað fyri tíðindafundi ella sent nakra kunning til miðlarnar. Hetta málið sær út til at blíva tann fyrsta og størsta morðgátan í Føroyum, og tí átti løgreglan
inum hevur verið alt ov defensiv. Vit mugu hava eitt mótspæl til umhvørvisfelagsskaparnar, og tað skal fyrst og fremst koma frá Uttanríkisráðnum. Vit eiga at leggja dent á tríggjar lutir [...] Vit mugu eisini tora at hyggja at skipanini kring grindadrápið - lúka tær vánaligu hvalvágirnar frá, og til dømis lata roynd fólk skera á háls. So leingi sum ein meiriluti av føroyingum er fyri