Mugu hava eitt mótspæl

Í grein í Vikuskifti fríggj­a­dagin var bland kom­in í upp­set­ing­ina, so at við­merk­ing­in hjá Jákup Sverra Kass um grindadrápið ikki kom við. Í staðin var viðmerkingin hjá Ólavi Sjúrðaberg av mi­s­gáv­um eisini prentað undir yv­ir­skrift­ini hjá Jákup Sverra Kass. Her er tað, sum Jákup Sverri hevði at siga um mál­ið:

Okkara støða í grinda­mál­i­­­num hevur verið alt ov de­fen­siv. Vit mugu hava eitt mótspæl til um­hvørv­is­fel­ags­skap­ar­nar,­ og tað skal fyrst og fremst koma frá Uttan­ríkisráðnum.

Vit eiga at leggja dent á tríggj­ar lutir í okkara mót­spæli. Vit mugu vísa á, at stovn­ur­in av grind­a­hval­um er ikki hóttur, at grind­a­dráp­ið er ein føroyskur ment­an­ar­arv­ur, og at drápið verður gjørt so gott og skjótt sum gjør­ligt. Vit mugu eisini tora at hyggja at skipanini kring grindadrápið - lúka tær ván­a­ligu hval­vág­ir­nar frá, og til dømis lata roynd fólk skera á háls.

So leingi sum ein meiriluti av føroyingum er fyri grind­­­adrápi, so kunnu vit ikki steðga tí. Men hin­vegin vil eg siga, at tað skal vera ein meiriluti fyri grinda­dráp­i­num, annars eiga vit at gevast.

Vit mugu leggja eina ætl­an fram til næsta summ­ar, tí vit kunnu ikki seta okk­um afturá, lata sum luft og verða fornermað inn á al­tjóða fjølmiðlar.