Vís nú tín opinleika!

Tá Karen Marie Olesen varð sett í starv sum fúti Før­oy­um, var opinleiki fyrsta lyfti henn­ara.

Fleiri ferðir hava fjøl­miðl­ar­nir víst á trup­ul­leik­ar­nar, sum eru av vantandi op­in­leika hjá løgregluni í Før­oyum.
Enn eitt dømi um hend­an vant­andi op­inleika er í sambandi við málið um horvna Dánjal Petur Hansen í Runavík.

Fjølmiðlarnir eru hepn­ir at fáa orðið á rætta við­kom­andi hjá løg­regl­uni, men sam­skift­ið er alt ann­að enn gott. Ikki so frægt, at løg­regl­an hev­ur skip­að fyri tíð­ind­a­fundi ella sent nakra kunn­ing til miðl­ar­nar.

Hetta málið sær út til at blíva tann fyrsta og størsta morð­gátan í Føroyum, og tí átti løg­reglan at skipað eina tæn­astu til fjølmiðlarnir, so rætta kunningin kom út til fólk­ið alla tíðina.

Hesin vantandi opinleiki hev­ur eisini við sær, at slat­ur og sleyg hava frítt at fara, og tað kann bara vera ó­hepp­ið – bæði fyri tey av­varð­andi og fyri málið hjá løg­regl­uni.

– Vælsignaða Karen Mar­ie Ole­sen: Halt nú títt lyfti og vís hend­an op­inl­eika í verki.