ODDAGREIN: Bankastjórin við borðendan

Dimmlætting er nú farin á aðrar hend­ur. Bankin og tey bæði fyrr­ver­andi reiðaríini, sum gjøgnum í­øgu­felagið Løk­ir áttu blaðið, hava nú selt tað til Sp/F Reyðberg, sum Eyð­finn­ur Reyð­berg í Klaks­vík eig­ur eins­a­mall­ur.

Vit ynskja Eyðfinni Reyðberg bestu eydnu við verkæltanini og heilsa hon­um væl­komn­um í hesa vinn­u­grein­ina. Eyð­finn­ur Reyðberg sig­ur, at hann ikki ætlar sær at á­virka journ­a­list­ikk­in hjá blaðnum, men at hann held­ur ikki bara er ein pass­i­vur í­leggj­ari. Hann segði, at hetta er ein gam­al dreymur, sum er ging­in út: At sleppa at sita við borð­end­an í síni egnu fyritøku!

At dríva blaðvirksemi í Føroyum er ikki júst tað, sum gevur mest­an pen­­ing av sær. Dimma­lætting er eitt gott dømi um, hvussu illa tað kann ganga hjá ein­um væl eta­bler­að­um virki. Blaðið, sum var Før­oya nógv størsta blað, bæði í upp­lag, inn­tøkum og inn­tjen­ing, varð fullkomiliga tikið av fótum, og endaði tað við húsagangi, har all­ar ognir hjá felagnum fóru fyri skeyti - ognir, sum felagið hevur ar­­beitt upp í 130 ár.

Seinastu fimm ár­ini hevur tað kostað fyrrverandi par­t­a­eigarunum í Dimma­lætt­ing yv­ir 30 mill­i­ón­ir krónur at geva blað­ið út. Hesar 30 milliónirnar eru farn­ar út í bláu luft, og fyrrverandi spar­i­kass­a­stjór­in í Klaksvík tekur nú við av­bjóð­ing­ini. Hann hevur blaðið, brand­ið, starvsfólkini, lýsararnar, hald­ar­ar­nar og keyp­ar­ar­nar - og skal byrja av nýggj­um við egn­um peng­um. Hetta er sanniliga ein av­bjóð­ing.

Tá vit siga, at blaðútgáva ikki júst er eitt gullnám, so eiga vit eisini at siga, at tað sjálv­andi ber til at fáa blað­út­gávu at bera seg. Avbjóðingin er bara tann, at bløðini hava færri les­ar­ar av prent­aða blað­num, men við interneti og radio ber til at røkka fleiri les­ar­um og lurt­ar­um. Øll bløð í til døm­is Dan­mark missa les­ar­ar. Upp­lags­tøl­ini eru minkað mun­andi, men kann­ing­ar vísa tó, at bløð­ini við nýggju og skjótu miðl­u­num saman við blað­num til­samans røkka fleiri fólkum, enn áður.

Í Føroyum hava vit tó ta marg­hátt­ligu støðu, at tað almenna er í bein­leiðis kapp­ing við priv­at­ar miðl­ar. Vit hava eitt alment skatt­a­fíggj­að Kringvarp, sum er í bein­leiðis kapping við privatu miðl­ar­nar um lýsingar. Vit sakna ein ment­a­mál­a­ráð­harra, sum hevur rygg til at rætta hend­an skeiv­­leika, sum kann tryggja okkum eitt óheft kring­varp, og sum soleiðis kann tryggja eina rættvísa kapping um lýs­ing­ar­krón­ur­nar.

Hetta hevði gangað føroyska miðl­a­heim­i­num og harvið fólka­ræð­i­num í Føroyum.