arbeiddi hann á Handils og frystivirkinum í Fuglafirði, og gavst hann at arbeiða, stutt áðrenn hann bleiv áttati ár. Síggi hann fyri mær, tá hann greiddi okkum frá, at teir høvdu havt vitjan á fiskavirkinum [...] spákandi Norðuri á Bakka, við ørmunum aftur um bak, einari ball í munninum og keppi á høvdinum. Ja hetta er ein av myndunum, eg havi av abba mínum á hansara heystardøgum. Uttan iva á veg niðan á fótbóltsvøllin [...] býr á Skála. Abbi sigldi nógv ár sum motorpassari, og tá ið hann gavst at sigla, hevði hann siglt væl yvir 40 ár. Øll krígsárini sigldi hann, og mangar eru søgurnar frá honum um hesa ótryggu tíð á sjónum
dustsúgvaran á marknaðinum, og í eina tíð letur høvuðsstøðin seg tøla, men táið teir vilja hava meira at vita frá cubanska pilotinum, tá ger hann fyrsta fiktiva drápið. Hann letur seg súgva inn í magan á tí stóra [...] honum, hann júkar og júkar um eitthvørt á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar hon blusuna upp, stingur aðra hondina innum, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur [...] seyrar úr donsku bróstunum, verður annað lag. Heimaærin, ið hevur ligið á trappuni og venað seg, í langtanini eftir náðarmolunum úr lógvunum á húsbóndanum fer tá út á sítt sjálvsagda og natúrliga beitið.
norðan Vál. Einaferð kom hann aftur úr haganum. Elspa sat og seymaði eysturi á Lofti. Hanus kom úr haganum. Hann skuldi tveita hettuna aftur á herðarnar og hava uppknappað niður á bringu, men einki tykist [...] bygdarmenn fingu hann at spæla, so stongdi hann seg inni á einum kamari við teimum, hann spældi fyri. Grindaferð Jóhannus í Miklagarði hevur sagt frá eini grindaferð við »Jóan Fredriksbáti« vestur til Miðvágs [...] Miðvágs. Hann var ungur tá, nýliga tilkomin. Jóan Fredrik bað seg við. Hann segði, at onkur, sum hoyrdi til bátin, bar seg undan. »Eg fór við, men Hans Martin, farbróðir, dámdi einki, at eg fór. Honum dámdi
og grótgarðar hans besta prógv um. Hann smæddist ikki frekar ælingar og sjask, um hann var á veltilendinum. Jógvan var væl meira enn hetta. Hann var mentamaður, lesandi og vitandi. Hann var dyggur søgumaður [...] áhuga hevur hann havt fyri Íslandi, har hann róði út í fleiri ár. Á heysti 1895 kemur Jógvan heim úr Íslandi. Faktorin, Johan Christian Djurhuus, spyr Jógvan, um nakað nýtt var úr Íslandi. Hann visti í hvussu [...] vandari enn, at hann gjørdi av at fara á hesa framsýning. Hetta var nú ikki bert sum at siga tað. Fyrst skuldu hann sleppa sær til Reykjavíkar at fáa fart til meginlandið. Hetta var vist á rossabaki. Siglingin
tamarhald á. Frálíkt, vit liva longri enn nakrantíð, men vit gera tað í konstantum ótta. Við hesum lag hevur tú bestan hug at gerast útoyggjafólk og liva av innfluttum reyðrøtum. Men við sama lag fer onkur [...] einum víðgongdum útiforboði. Og fáa eydnuleysu heilsufanatikarnir sín vilja, fært tú bót, letur tú øskuna detta á Heðinsa gongubreytir ella Sølvasa renniklæði. Roykjarir mugu finna seg í at verða diskrimineraðir [...] dagliga yrki er at byggja bumbur og bresta tær í handlum og avísredaktiónum, íðan, tá ynskir hann at føla við tær. Hann vil “skilja”. “Hví gert tú tað, tú gert, Omar? Var tað nú neyðugt at sprongja alt Burger
í 1973 herjaðu ungir fusentastar við Klæminti Olsen á odda á Studentafelagið á einum rokmiklum aðalfundi og fingu Klæmint valdan til formans. Men hann fall longu árið eftir, tá ið sjálvt klassiskir framamenn [...] men nú kom heilt annað lag á. Síða fyri og síða eftir bleiv fylt við kommunistiskum citatum, sekteriskum álopum á FS´arar og innantómum møsni um hvørjar parolur, teir kundu góðtaka á Fyrsta mei-haldi í F [...] samfelagnum. Á universitetinum RUC vóru fólk so alternativ, at tann social-demokratiski skilamaðurin, Erling Olsen mátti rýma úr rektorstarvinum longu eftir einum ári. Hann segði, at hann tímdi ikki at
fyri geilina – á einum stykki nakað suður frá Myllánni – stendur Sjúrður norðan fyri Garð og rakar. Hann vendir sær nakrar ferðir á og hyggur oman á vegin, har Ella stendur. So letur í honum: »Ella, hvørjum [...] gisti á Bringi hjá pápabeiggja mínum Árna og konuni Svanhild; hann hevði sum ungur siglt við donskum verjuskipi her, hevði funnið sær konu av Velbastað, varð síðan duravørður á Amalienborg og búði á ellisárum [...] Ikki beinleiðis. Men hann sýndi fólkinum á staðnum virðing og segði tøkk við ítøkiligari gerð, sum eg seinni skal venda aftur til. Á Nýlendi var hann í góðum hondum. Tað veit eg, tí her í húsinum vóru
tørvur er á í landi sum Danmark, har 163 ár eru síðan, at grundlógin fekk gildi, og knøpp 60 ár síðan seinastu broyting. Og Danmark er ikki eindømi, tí neyvan heldur í londum við fleiri royndum á økinum hevur [...] hana í gildi í skundi eftir valið á sumri 1994. Ongin fólkaatkvøða var og lítil og ongin fólkslig viðgerð. Mest fólkaræðisligu fingramerkini, ið politikaranir settu á uppskotið, vóru at taka fólkaatkv [...] fram av eini trongd til at leggja ábyrgdina av politiskari vanstýring árini frammanundan á skipanina heldur enn á politisku aktørarnar. Í mun til okkara rættindi so eru ongi at finna í stýrisskipanarlógini
er Jørgen á Nesi. Hann er nú ein maður uppá 62 ár. Hann hevur sitið í báti frá barnsbeini. Hevur flotið á sjónum alt árið runt “stundum í logn og møkum, stundum í ódn og hørðum tøkum”. Hann hevur roynt [...] inn og afturat árunum bar hann ein stóran byrðarleyp, smokkfullan av seiði og reyðfiski, sum hann setti á roykstovugólvið. “Gott kvøld, tygum hava fingið eina rætta veiðu á dyrging.” “Ikki veit eg [...] Gauntlet fekk fatur á bátin og førdi Jørgen við mannskap inn til Víkar. Eina aðra ferð var hann við línu á Høkilinum og hevði júst blakað tað seinasta flotið út, tá hann knappliga brast á av norðri. Fýramannafarið
háskúla, men hetta bar ikki til, tí mamman var sjúk. Hann gjørdist blaðmaður eitt skifti, men hann fekk eitt starv á Manx museum á oynni Man, haðani mamma hansara var ættað. Her fekk hann møguleika til at [...] hava fingið tað. Men hann hevði eisini áhuga fyri øðrum enn fugli, hann dugdi eisini væl at skriva. Eisini var hann kvøldskúlalærari. Hann var ein íblástur fyri mong. Eisini hevði hann áhuga fyri tónleiki [...] skrivar í fororðinum, at hugskotið til hesa bók fekk hann á kvøldi tann 19. september 1941, tá ið hann skrivaði eitt bræv til vinir heima um grindadráp. Hann leggur m.a. afturat: “Tá kom eg eftir, bert fáar