Tað var Solveig Dalsgaard, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara hjólinum. Hon valdi at deila høvuðsvinningin á 3,2 miljónir krónur í allar tríggjar leyparnar [...] leyparnar - við 1,1 miljón í hvørjum leypi. Bæði í fyrsta og øðrum drátti var hon nær við at gerast Gekka-miljóningur. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000, sum faldað við 10 hevði givið Solveig Dalsgaard 100 [...] seg við, at hon brúkti allar tríggjar møguleikarnar. Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 3,4 miljónir krónur.
Tað var Tove Lið Haraldsen í Sandavági, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hon segði, at hetta hevði hon ongantíð roynt áður. Høvuðsvinningurin var á 850.000 krónur, sum var [...] Bæði í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men tá tað er minsti vinningur í gekka-spælinum, royndi hon sjálvsagt eisini seinasta møguleikan. Og nú gekk betur! Í triðju og seinastu [...] my god. Heilt ótrúliga gott, segði kvinnan úr Sandavági, sum fyrstu ferð nakrantíð slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.
hoyrdist týðiliga, at fólk vóru glað, tá tað eydnaðist Kjartu Jacobsen á Argjum í aðru royndini í gekka-spælinum í kvøld at raka á reyða leypin, har hon hevði lagt 70.000 skattafríar krónur í. Høvuðsvinningurin [...] upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 70.000 krónum í hvørjum leypi. Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum. Tá hetta er lægsti vinningur, og tú ikki kanst vinna minni - hvørki í aðru [...] als eingin ivi um, at Kjarta Jacobsen bæði var glað og ovfarin av góða vinninginum, henni untist í gekka-spælinum í kvøld.
Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 2,2 miljónir krónur, og tað var Ann Olsen úr Vestmanna, sum fekk fulla plátu og slapp at royna seg. Spenningurin var stórur, og hon segði, at tað tók eina [...] faldað við trý hevði givið kvinnuni úr Vestmanna 150.000 krónur. Ann Olsen ivaðist eina fitta løtu og gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, helt fyri, at tað er ikki øllum beskorið at steðga á einum so góðum [...] sloppin at royna seg, hevði hug at satsa, og kanska hugsaði hon, at møguleikin at royna eydnuna í gekka-spælinum kanska ongantíð býðst aftur. - Eg prøvi aftur. Eg haldi tað, segði hon. Í øðrum drátti steðgaði
Tað var Margretha Hansen í Skopun, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Systir hennara, Kristina Hansen, var fjarritari, og tað var hon, sum førdi orðið fyri hana, sum átti seðilin [...] fyri til tess at ogna sær triðingin av samlaða vinninginum. Men, tað eydnaðist henni tíverri ikki í Gekka-spælinum í kvøld, tó at hon var rættiliga nær við í tveimum umførum. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið [...] steðga við 62.500 krónur og í øðrum drátti á 37.500 krónum. Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið á 20.000 krónum, sum soleðis gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld. - Men, 20.000 krónur er
Jónleif Christiansen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp av snara hjólinum. Hann segði seg ikki hava vunnið í Gekka-spælinum áður, og hann segði, at hann spælir, tá hann hevur [...] faldað við tvey hevði givið honum 40.000 skattafríar krónur. - Hvat hugsar tú nú at gera? spurdi gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, blídliga og vísti á, at nú kundi hann antin steðga - ella royna eydnuna
Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,1 miljón krónur, og tað var Linda Davidsen, ættað úr Kvívík og búsitandi í Havn, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum. Men, áðrenn hon [...] Fantastiskt, segði ein sera fegin, Linda Davidsen, sum soleiðis gjørdist 400.000 krónur ríkari í Gekka-spælinum í kvøld.
Tað var Sennøva Thomsen á Tvøroyri, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 1,8 miljónir krónur, sum hon valdi at deila millum teir tríggjar leyparnar [...] Men, tvørákonan í kvøld valdi eisini eftir fyrsta drátt at binda um heilan fingur. Tá hon snaraði gekka-hjólinum fyrstu ferð, steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Kanska var hon eina lítla løtu í iva, men so [...] henni 50.000 skattafríar krónur. - Men, 50.000 krónur er í øllum førum eisini nógvir pengar, helt gekka-verturin fyri. Tað helt Sennøva Thomsen eisini og takkaði fyri.
Tað var Suni Jacobsen, ið ringdi av Argjum, sum var fjarritari í gekka-spælinum í kvøld. Hann ringdi fyri mammu sína, Súsonnu Jacobsen, sum hevði fingið fulla plátu. Høvuðsvinningurin var á 1,9 miljónir [...] - við 650.000 krónum i hvørjum leypi. Í stuttum kann sigast um allar tríggjar royndirnar at snara gekka-hjólinum, at tær endaðu á 20.000 krónum, bæði fyrsta, onnur og triðja. Tá hjólið í aðru royndini steðgaði [...] royndini á 20.000 krónum, sum gjørdist vinningurin í kvøld. - Tríggjar ferðir á 20.000 krónum, segði gekka-verturin. - Ja, men tað skal onkur gera, segði fjarritarin, Suni Jacobsen, sum læt vertin vita, at
Tað var Eydna Justinussen, sum ringdi úr Leirvík, ið fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í gekka-spælinum í kvøld. - Ja, eg eri ógvuliga spent. Vit eru øll líka spent, segði hon og gjørdi greitt [...] seinastu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum. - Tú ert sum hvalur, ið melur aftur á blóðið, segði gekka-verturin, Magnus Magnussen, skemtandi, tá allar royndirnar vóru endaðar á 20.000 krónum. Verturin [...] vinningur beint uppundir jól. - Tað er púra vist, segði Eydna Justinussen, sum takkaði fyri vinningin í gekka-spælinum í kvøld.