Tað var Suni Jacobsen, ið ringdi av Argjum, sum var fjarritari í gekka-spælinum í kvøld. Hann ringdi fyri mammu sína, Súsonnu Jacobsen, sum hevði fingið fulla plátu.
Høvuðsvinningurin var á 1,9 miljónir, og kvinnan av Argjum valdi at deila vinningin í teir tríggjar leyparnar - við 650.000 krónum i hvørjum leypi.
Í stuttum kann sigast um allar tríggjar royndirnar at snara gekka-hjólinum, at tær endaðu á 20.000 krónum, bæði fyrsta, onnur og triðja.
Tá hjólið í aðru royndini steðgaði á 20.000 krónum, helt Suni Jacobsen fyri, at nú er tað so lætt. Nú fór mamman sjálvandi at brúka triðja og seinasta møguleikan eisini.
- Tað er bara at koyra á kassan, læt í vertinum í kvøld, Magnusi Magnussen, og so varð hjólið sent avstað aftur eina seinastu ferð.
Men, eins og í báðum teimum fyrru royndunum, steðgaði hjólið eisini í triðju royndini á 20.000 krónum, sum gjørdist vinningurin í kvøld.
- Tríggjar ferðir á 20.000 krónum, segði gekka-verturin.
- Ja, men tað skal onkur gera, segði fjarritarin, Suni Jacobsen, sum læt vertin vita, at mamman segði so stóra takk fyri vinningin.