Tað hoyrdist týðiliga, at fólk vóru glað, tá tað eydnaðist Kjartu Jacobsen á Argjum í aðru royndini í gekka-spælinum í kvøld at raka á reyða leypin, har hon hevði lagt 70.000 skattafríar krónur í.
Høvuðsvinningurin var á 200.000 krónur og Kjarta Jacobsen, sum hevði fingið fulla plátu og varð sloppin ígjøgnum, valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 70.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum. Tá hetta er lægsti vinningur, og tú ikki kanst vinna minni - hvørki í aðru ella triðju royndini, valdi Kjarta Jacobsen eftir fyrstu royndina at gera eina nýggja roynd.
Og tað var longu í aðru royndini í kvøld, at hon rakti seymin so beint á høvdið, sum vit plaga at siga. Hjólið steðgaði "stille og roligt" á reyða leypinum, har kvinnan á Argjum hevði lagt 70.000 krónur.
Tað var stórur gleðisrómur at hoyra í telefonini, tá hjólið steðgaði, og her var als eingin ivi um, at Kjarta Jacobsen bæði var glað og ovfarin av góða vinninginum, henni untist í gekka-spælinum í kvøld.











