Tað var Tove Lið Haraldsen í Sandavági, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hon segði, at hetta hevði hon ongantíð roynt áður.
Høvuðsvinningurin var á 850.000 krónur, sum var í gula leypinum. Í hinum báðum leypunum var gávubrævið í matvøruhandli og cruiseferðin í Karibia.
Tað eydnaðist ikki kvinnuni úr Sandavági at fáa høvuðsvinningin, ei heldur gávubræv ella cruiseferð. Men, kortini loysti tað seg hjá henni at snara hjólinum í kvøld.
Og gott og væl tað, tí hon stóð ikki tómhent, tá leikur varð lokin.
Bæði í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men tá tað er minsti vinningur í gekka-spælinum, royndi hon sjálvsagt eisini seinasta møguleikan.
Og nú gekk betur!
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Tove Lið Haraldsen í kvøld, og hon gjørdist sera fegin.
- Oh, my god. Heilt ótrúliga gott, segði kvinnan úr Sandavági, sum fyrstu ferð nakrantíð slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.