tað mesta gjørt í Afrika, Mið-Amerika og í Eystur-Europa. Uttan góðan stuðul frá fólki og fyritøkum hevði hetta arbeiðið ikki borið til. Og tí varð á fundinum eisini lagdur dentur á tað, sum danir nevna folkelig [...] vóru fyrstu bússurnar til innsavningina úti í donskum handlum. - Hetta var sera áhugavert og inspirerandi at hoyra, sigur Johan Nielsen, sum dagliga arbeiðir sum gartnari. Hjálpa til Johan Nielsen hevur [...] handilin verður, sigur Johan Nielsen. Hann hevur sjálvur áhuga at hjálpa til í einum handli. Ein kann jú altíð umvæla okkurt og hjálpa til við innrættingini og kanska selja eisini, sigur hann.
at gera hetta og annað til eitt stríð, har Kringvarpið er ein mótpartur, men dómurin staðfestir, at miðilin hevur álítandi og rættan journalistikk. Dómurin er eisini eitt slag til tey, ið sita við valdinum [...] Kringvarpinum, at hetta er ein áminning til tey, ið hav ábyrgd fyri tíðindaflutningi á teimum ymiskum miðlunum at stuðla teirra starvsfólkum. - Hetta er eisini ein áminning til blaðstjórar, stjóran og [...] kringvarpsfólkini og Svein Tróndarson á hinari síðuni. Hetta er eitt herðaklapp til haldgóðan og álítandi journalistikk. Kritiskur journalistikkur er eitt berandi element í okkara samfelag, ið ikki bara kann
lágt stoffskifti, men enn er tað so bert ein teori. FAKTABOKS: Í november 2006 bleiv Stoffskiftisfelagið sett á stovn. Endamálið við felagnum er at veita upplýsing og stuðul til stoffskiftissjúklingar í [...] stoffskiftið antin er ov lágt ella ov høgt. Beinta Dahl-Olsen, ið dagliga starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum, er ein av teimum, tí hon hevur eitt stoffskifti, ið er ov høgt. - [...] sum kroppurin koyrdi 180 km/t alla tíðina, og tað er tað eingin, sum heldur til. Heilivágurin ger, at kroppurin arbeiðir, sum hann skal, og eg havi orku til øll tey vanligu tingini í gerandisdegnum. Okkurt
Tað er ilt at meta um og sum ein bankastjóri førdi fram, so er neyvasta vísindin bakklókskapur.Men innan alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi fyri mær. Sjúkan er eitt. Annað er, at prísurin er undir [...] hava hildið okkum til norskað háttin, men staðfestast kann, at handfaringin hevur so ikki steðgað ILA-sjúkuni, sigur Bjarni Djurholm. - - Men støðan er álvarslig innan alivinnuna og tað er kanska ivasamt [...] stig takast og koppsetingin er bert eitt amboð og eitt stig á leiðini. - Millum annað skal munagott koppingarevni finnast. Nú sær út til, at ES við vælvild fer at taka støðu til okkara umsókn um at koppseta
geva víðari til ábyrgdarfólk innan kirkjur og samkomur. Annars eru øll vælkomin á skeiðið, sum ynskja størri kunnleika til tann andaliga tørvin og hvussu ein persónur er samansettur. Skeiðið er á enskum máli [...] sálina og likamið. Tað hevur nú eydnast at fáa Pauline til Føroya. Skeiðið verður í døgunum 28. og 29. august, og er ætlað leiðarum innan kirkjur og samkomur, og fyri fólki sum arbeiða við sálarrøkt innan s [...] máli. Men sum skilst er Pauline Skeates von at undirvísa á enskum, og er tí løtt at skilja.
- Tað týdningarmesta er, at fólk kenna seg trygg og væl, vita hvønn veg tey skulu ganga og tað er kanska tað, sum er torført í nógvum førum. Okkara skúli er ein telduskúli, sum er rættiliga frammalaga [...] formidling. Útbúgvingin er í tveimum, har danskt er høvuðsgreinin, meðan mentaarbeiði og formidling, har dentur er lagdur á fólkamentan, virkisskipan og- mentanir, og starvsfólkaproblematikk er yvirbygnaðurin. [...] áhuga. Eg varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð
- Maskinmeistarafelagið fer við hesum at veita fullan stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum um at fáa bøtt munandi um lønarkorini hjá sínum limum. Tað skrivar Maskinmeistarafelagið í tíðindaskrivi [...] fegnast um, at hetta støðið er lagt fyri alment sett starvsfólk við miðal longum útbúgvingum og starvsligum serkunnleika. - Maskinmeistarafelagið fer við hesum at mæla til, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala [...] Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til tann lønarkarm, sum er lagdur fyri tað nevnda útbúgvingarstøðið, og sum skjótast fáa eina semju í lag við Føroya Pedagogfelag soleiðis, at komið verður burtur úr
Nú er so spurningurin um hvør tekur yvir eftir David Cameron. Boris Johnson er sjónligur, meðan Michael Gove eisini verður nevndur. Tað er tó vist, at bólkurin av tinglimum, ið stuðlaði Brexit, er styrktur [...] framtíðin hjá samveldinum er í iva, eftir at bretar hava víst øðrum, at tað ber til at sleppa úr ES. Høgrapopulistiskir politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast [...] hesum, men ein trupulleiki er, at í Bretland er einki ráð, ið tekur sær av slíkum. Í 1973 handaðu bretar jú samráðingarrættin viðvíkjandi handilssáttmálar við onnur lond til Brússel, so tann vitanin, ið
men hetta er í løtuni eingin trupulleiki í Føroyum, tí á føðideildini á Landssjúkrahúsinum eru altíð tvær jarðarmøður til taks, og Annika Hoydal sigur, at tað er rættiliga sjáldan, at tað er brúk fyri [...] men tað er altíð spennandi, tá brúkarin setir veitaranum krøv, tí annars menna vit okkum ongantíð. Í løtuni hava vit onga hóming av, hvussu vit møguliga kunnu gera okkara arbeiði enn betri. Nú er tað soleiðis [...] dragast við í Danmark, har føðistovurnar eru ov stórar, og ov fáar jarðarmøður eru til arbeiðis. Tá ein kvinna eigur í Føroyum, er tað sera sjáldan, at hon noyðist at deila sína jarðarmóður við aðra barnakonu
vindorku, enn talan er um nú. Hava stuðlað verkætlanini frá byrjan Annars er landsstýrismaðurin fegin um verkætlanina í Vestmanna, og metir hann talan vera um eitt satt framstig, sum er við til at gera Føroyar [...] kann gerast høvuðsframleiðslan innan orku í Føroyum, sigur Eyðun Elttør, at trupulleikin er á tekniska økinum. - Nú er hetta í størri mun økið hjá SEV, men netið hjá teimum megnar ikki at taka ímóti so nógvari [...] Eyðun Elttør fast. Hann vísir á, at landsstýrið hansara hevur havt fleiri fundir við sp/f Røkt, og at stuðul allatíðina hevur verið um verkætlanina og samstarvsavtaluna við SEV.