- Eitt gott arbeiði

Ungi havnarmaðurin, Johan Nielsen var millum luttakararnar á kunnandi fundinum í farnu viku.
- Eg vildi vita meiri um tað arbeiðið sum Neyðhjálp Fólkakirkjunnar ger, sigur hann.

Á fundinum í farnu viku varð nógv greitt frá tí víttfevnda virkseminum sum Neyðhjálp Fólkakirkjunnar ger kring allan heimin.
Arbeiðið byrjaði millum flóttarfólk í Europa eftir fyrra veraldarbardaga, men verður í dag fyri tað mesta gjørt í Afrika, Mið-Amerika og í Eystur-Europa.
Uttan góðan stuðul frá fólki og fyritøkum hevði hetta arbeiðið ikki borið til. Og tí varð á fundinum eisini lagdur dentur á tað, sum danir nevna folkelig forankring.
Víst varð m.a. á, at bert tveir tímar eftir at tíðindini bórust um tsunami-vanlukkuna í Fjareystri, vóru fyrstu bússurnar til innsavningina úti í donskum handlum.
- Hetta var sera áhugavert og inspirerandi at hoyra, sigur Johan Nielsen, sum dagliga arbeiðir sum gartnari.
 
Hjálpa til
Johan Nielsen hevur góðan kunnleika til skótaarbeiðið gjøgnum KFUM-skótarnar. Og hann vildi nú hoyra enn meiri um tað arbeiðið sum Neyðhjálp Fólkakirkjunnar ger úti í heimi.
Á fundinum var tað m.a. arbeiðið við minu-ruddingini sum hevði hansara áhuga. Her er Neyðhjálp Fólkakirkjunnar við í hesum arbeiðinum á fleiri frontum.
Hugskotið um ein endurnýtsluhandil í Havn heldur hann somuleiðis vera gott.
- Eg haldi at tað hevði verið fínt við einum slíkum handli, sum minnir eitt sindur um Rokkjallaran á sinni.
- Hesin handilin var væl dámdur tá. Og tað vænti eg tí eisini, at hesin nýggi handilin verður, sigur Johan Nielsen.
Hann hevur sjálvur áhuga at hjálpa til í einum handli.
Ein kann jú altíð umvæla okkurt og hjálpa til við innrættingini og kanska selja eisini, sigur hann.