- Maskinmeistarafelagið fer við hesum at veita fullan stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum um at fáa bøtt munandi um lønarkorini hjá sínum limum.
Tað skrivar Maskinmeistarafelagið í tíðindaskrivi í dag. - Sum øllum kunnugt, so hevur Fíggjarmálaráðið gjørt semju við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna upplýsti, at talan var um ein lønarvøkstur upp á umleið 10 % yvir tvey ár. Hetta var eitt úrslit, sum landsstýriskvinnan segði seg fegnast um, skrivar Maskinmeistarafelagið.
Les eisini: Eingin loysn í eygsjón
Maskinmeistarafelagið sigur seg eisini fegnast um, at hetta støðið er lagt fyri alment sett starvsfólk við miðal longum útbúgvingum og starvsligum serkunnleika.
- Maskinmeistarafelagið fer við hesum at mæla til, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til tann lønarkarm, sum er lagdur fyri tað nevnda útbúgvingarstøðið, og sum skjótast fáa eina semju í lag við Føroya Pedagogfelag soleiðis, at komið verður burtur úr teirri vanlukkuligu støðu, sum nú er fyri alt samfelagið, skrivar felagið í dag.