Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973: Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólvá Patursson (lærari), Poula [...] vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldi læra at røkta. Vit lærdu »teori og praksis« - hond í hond saman við ábyrgd. Vit [...] Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria (Andreassen) Andersen. Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Jacobsen, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita
stóð fastur í durunum, og einki sást til børnini, sum høvdu spælt uttanfyri. Nú vóru góð ráð dýr hjá Honnu Joensen, sum varð stødd inni í húsinum við yngstu dótrini, tá skalvin leyp yvir húsini í Toftabønum [...] sum tá lá so gott sum øll undir í kava. Har hevði hon helst ligið í eina góða løtu. - Eg dugi ikki at skilja, hvussu hon hevur fingið andað - og at hon ikki var deyð, tá vit fingu grivið hana leysa. Har [...] Toftabønum í Fuglafirði leygardagin. Hanna Joensen sigur, at hon eftir at skalvin varð lopin, fyrst royndi at hjálpa manninum, sum hevði fingið snudd í beinið. Síðani royndi hon at ringja eftir hjálp, men telefonin
á bryggjuni í sólarrisinum er ein sagablot. Í »Olsen-Bandens allersidste stik« situr Kjeld í koyristóli og er endaður á røktarheimi, eftir at Yvonna er deyð. Lítli Børge er eisini við í líki Jes Holsøes [...] Herfyri fekk Nordisk Film fimm milliónir í stuðli. Tí fara Ove Sprogøe, Morten Grundwald og Poul Bundgaard aftur í holtur við allar síðsta og endaliga filmin í røðini um Olsen-Banden. Filmurin hevur lopngu [...] bilin Chevrolettin frá 1957, so í nýggja filminum koyrir hann »svart« sum avloysari á taksastøðini »Valby-vognen«. Egon er av tilvild sloppin út eftir at hava dvælst í 18 ár á ymsum anstaltum, men tíverri
hevur sjálvandi rætt í, at Óli Breckmann aldrin hevur klárað seg í tí privata vinnulívinum. Tað skerst ikki burtur, at hann er farin akandi frá einari almennari rók til aðra; krúpandi í teirri almennu vøgguni [...] hevur sanniliga roynt at klárað seg í teirri fríu vinnuni! Treiskni á Dagblaðnum Í síni tíð hevði hann t.d. leiðsluna av Dablaðnum undir hond. Tað var tá landið fleyt í pengum, og allar fyritøkur blómaðu [...] sól! Í somu løtu sum upptøkulampan lýsir reytt, er Óli Breckmann hampuligasti og ? ikki minst ? gudiligasti maður í landinum! Hann kundi bara ikki vita, at útvarpið hevði tendrað ein bandupptakara í tinginum
Seinastu 2-3 árini hava bløðini verið á tremur við lýsingum um leys størv at søkja í miðstaðarøkinum. Hetta hava í stóran mun verið størv, har mánaðarlønin hevur ligið frá kr. 25.000,- um mánaðin og uppeftir [...] Thatcher ideologiir í skeljasori, meðan flest øll heimsins samfeløg kappast við hvørt annað um at stovna eitt samfelag á javnt við tey norðurlond, sum, vegna sosialdemokratiskan politikk í stóran part av hesi [...] fyrimynd, har sosialur tryggleiki er settur í hásætið. Hesi sjónarmið liggja sjálvsagt langt frá Óla Breckmann, sum var skúlaður á privatum ultrakonservativum frískúla í Bretlandi. Síðani tá hevur stavnamaðurin
tykist at hava fingið glið á; í gjár var talan mestsum um einvegis ferðslu ímóti Bernhardi, sum ikki var mentur at seta í verk munagott mótspæl. Flóvin fylgir væl við! Aftur í gjár vann hann ruddiliga, og [...] Nú trý umfør eru farin í kappingini er bara ein eftir, sum hevur fult stigatal í landsliðsbólkinum. John Arni vann í gjár við svørtum móti Eyðuni, hann var kanska heppin, tí Eyðun átti helst ikki at tapt [...] fram við hetta lag verður hann tungur at syfta. Hjá Jóan Hendriki bragdaði av álvara í gjár! Vinnandi kombinasjónin í talvinum ímóti Terja var snøgg og raffinerað og kann helst ikki annað enn styrkja honum
rennir eisini inn í ta vøkru Grace og maktfulla mann hennara Jake. Tey toga Cooper inn í eitt lívshættisligt spæl um gyrnd, ørskap og pening. Tey vilja av við hvønn annan og heita hvør í sínum lagi á Cooper [...] stendur hann í trupulleikum heilt upp til høkuna. Nú snýr tað seg ikki bara um at sleppa vekk, men nú er talan um eitt spæl um lív og deyð fyri Cooper. Filmurin hevur fingið góða umtalu í Danmark og tað [...] gjøgnum oyðimørkina, har hann ætlar sær at sleppa sær av við eina spæliskuld. Einaferð var hann fallin í ónáðir hjá nøkrum russiskum gangstarum, men alt tað er ruddiliga farið afturum - heldur hann. Tað er
Í fjør spenti Royn seg orduliga út í steypakappingini. Úrtøkan í bólkaspælinum í ár sigur frá, at tað hava teir ikki gjørt í ár. Teir hava einki stig fingið, og 29 ferðir er bólturin farin ígjøgnum hjá [...] (verður neyvan við fyrstu umførini í landskappingini), í málið. Fróði Benjaminsen varð feldur í brotsteiginum, og Andréy Stakhánov fekk úrtøkuna úr ellivu metrum. Í 1. hálvleiki bjargaði málverjin brotssparki [...] brotssparki frá Jan Petersen. Lat okkum í hesum sambandi leggja afturat, at Jan Petersen eigur at verða skrásettur fyri annað málið, sum í dystinum móti GÍ í Gøtu varð skrásett sum sjálvmál. Øssur Hansen
Tí vil Blái Krossur Føroya mæla til, at promillumarkið verður 0,0 og at hetta verður galdandi í allari ferðslu, bæði á sjógvi og landi. [...] Í sambandi við orðaskiftið teir seinastu dagarnar um nýtslu av rúsdrekka umborð á skipum, vil Blái Krossur Føroya taka undir við og stuðla sjónarmiðinum hjá Felagnum fyri Fiskimannakonur. Blái Krossur [...] Krossur Føroya er av tí áskoðan, at rúsdrekka als ikki eigur at verða nýtt umborð á skipum í heila tikið. Allir skipaeigarar eiga at hava ein rúsdrekkapolitikk og greiðar reglur hesum viðvíkjandi. Og tað má vera
friðingarfólki at mana spøkilsið aftur í jørðina. Og tá okkara borgarstjóri heitir á fólk um at siga sína áskoðan, fari eg at loyva mær at leggja uppí. Nú Argir eru komnar upp í Havnina, dugi eg væl at síggja [...] rætt í bløðunum, er tað ætlanin at gera ein »ringveg« tvørtur um Sandá úr nýggja Marknagilsvegnum; men fyrst eftir ár 2000. Vit vita øll, at landssjúkrahúsið dag og dagliga verður plágað av ferðslu, og [...] løtuvinningur. Tit grópa tann vakra gerðisblettin upp og stoyta asfalt og betong í hann og halda nú, at innkoyringin til Argjar er í lagi. Tað er hon ikki. Hon hevur ov stóran kostnað. Umhvørvisligan kostnað