og hann bað inniliga sínar starvsfelagar um at bera yvir við sínum sinnisveika beiggja. Síðani er mangt broytt bæði í kirkju og sekt. Søren Kierkegaard er nú heimsgitin heimsspekingur. ºtlendingar leita [...] sálarhirðunum spenna so langt sum eystur er frá vestur, so kunnu lombini lættliga gerast ørkymlaði og ikki kenna høgru frá vinstru. So er eisini staðfest, at prestastættin í Føroyum ikki er so teologiskt homogen [...] Kierkegaard umtalar í skriftum sínum munin ímillum »teater og kirke«. Teatret indrømmer at det er et teater... Nú er Kierkegaard ikki júst kendur fyri at vera tann stóri diplomaturin. Og 150 ár eru liðin síðani
enn arbeiðið er gjørt. Tað kann t.d. vera hjá fiskimonnunum, um hýran ikki verður útroknað fyrr enn langt eftir, at túrurin er av. Færri starvsfólk Nú væl færri fólk fáa stuðul frá ALS, er arbeiðið á stovninum [...] niður í 23. 135 kr. um tíman Stýrislimirnir hjá Arbeiðsloysiskipanini fáa fasta samsýning. Grundgevingin er, at tað er fyri at lætta um umsitingina hjá stovninum. Samsýningin til stýrið er roknað út frá tí [...] fegnmaðist um tað minkandi arbeiðsloysið í Føroyum. Umroknað til fulltíðarstørv er talið á arbeiðsleysum í Arbeiðsloysisskipanini minkað við góðum 300 fólkum, og umroknað til fulltíðarstørv eru nú undir 1000
kring heimin, er í dag undir illgruna fyri at hava rikið ein grótharðan og eirindaleysan hjálandapolitikk mótivegis føroyingum. Umdømi Danmarkar í altjóða høpi er av álvara í vanda. Støðan er sera trupul [...] trupul og ringt er at vita, hvat vit nú eiga at gera, men av og á havi eg hugsað tann tankan, at vit eiga at fara til mannarættindar dómstólin í Strausburg, við áheitan um eina óhefta kanning av øllum tí, sum [...] og at talan sostatt var um eina danska ráðagerð ímóti Føroyum og føroyingum. Eg sipaði til bankakreppurnar, bankabjargingarnar, Føroya Fiskavirking, bankasamanleggingina, kravið um frítt umsetiligar kvotur
tíðina verið at farið suður í alpurnar, har frálík støð eru at standa á skí. Men nú hava falt fleri funnið út av, at taðloyusir seg ikki at fara so langt. Næsti granni okkara, Noreg, er væl útgjørt í so [...] hálvum juni til hálvan august, verður flogið tvær ferðir um dagin til Kastrup. Og sambandið við Jylland verður eisini víðkað. Hugsað er ivaleyst um, at nógvir føroyingar búgva og lesa í Jyllandi, og hjá [...] Ætlanin er at røkka bæði Glasgow og Aberdeen, verður sagt. Flogið verður úr Føroyum til Glasgow. Á vegnum heim aftur verður millumlent í Aberdeen. Glasgow er býur við rættiliga góðum ferðamøguleikum, um ein
Myndin av tí blómandi, føroysku kvinnuni, er tað fyrsta hann sær í mannamúgvuna, sum er komin at fregnast um nýggja prestin. Spurningurin hjá havnarfólkunum er, um nú harra Pál fer at finna náði hjá Barbaru [...] smáligu fávitsku. Barbara er føddur høvuðsleikari í sínum umhvørvi. Hetta er hon ikki tilvitað, men av tí at hon er øðrvísi. Ikki sørt at medmenniskju hennara gera hana til tað hon er. Um vit taka dømi í nútíðini [...] ikki borið seg á løriftinum. Tað, at Barbara tosar gøtudanskt, er genialt, tí tað er við til at gera hana sympatiska, hóast hon avgjørt ikki er nakar eingil. Tá harra Pál (Lars Simonsen) stígur í land á Vippuni
frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin ivi er heldur um, at biðið verður av heilum huga og hjarta. Tveir mans vórðu bidnir um at koma upp á [...] ivasamt, um ikki einhvør veik sál júst kendi hesar áheitanirnar, sum komu so títtar, sum eitt krav. Nú veit eg ikki, hvussu nógv hugsaðu um tað, men tá talarin biður fólk, sum hava djúp sár í sálini um at koma [...] koma fram at pallinum og fáa forbøn, kennist tað, sum hann er við at fara um eitt mark, hann neyvan sjálvur veit, er til. Tann, sum gongur við slíkum sárum í sálini, veit tað ofta ikki sjálvur. Hann hevur
hjá KÍ gjøgnum árini, meðan Sigrid Andreasen hevur verið ein av føstu spælarunum øll árini. Sigrid er nú mest sum givin at spæla, men hon hevur verið við onkrar dystir í ár, og sum venjari hevur hon vunnið [...] betri enn nógv av hinum liðunum. Tað hevur víst seg dyst eftir dyst, at tá komið er út í seinna hálvleiki, taka okkara yvir og vinna, sigur hann. Nógvir av spælarunum eru ungir og hava eisini vunnið the [...] seinasti umfari var størsti spenningurin um hvat av havnafeløgunum skuldi vinna silvur, og hvat av liðunum í botninum skuldi enda næstniðast, og harvið verða noytt at spæla um sítt pláss í deildini. Í odddinum
dystir móti næstniðasta liðnum í 2. deild. Í botninum er Fram langt síðani rokið í 4. deild, meðan B71 nú skal spæla fyri sínum pláss í deildini. Dystirnir um upp- og niðurflyting verða spældir næstu tvey v [...] Kappingin í 3. deild hjá monnum er av fyri í ár, og greitt er í hvørjari røð feløgini endaðu. GÍ vann deildina, og skal spæla í 2. deild næsta ár og NSÍ hevur framvegis kjansin fyri at flyta upp, tí teir [...] Spennandi í botninum Størri spenningur í botninum undan seinast umfari. Fram var farið niður, men B71 og KÍ skuldi kappast um hvat av liðunum skuldi sleppa undan at spæla niðurflytingardyst. B71 hevði heimadyst
greiðari mynd av, hvussu stórt tað tilfeingi og tann fíggjarorka er, sum føroyska samfelagið hevur at liva av. Hetta valskeiðið er nú so langt liðið, at landstýrið í mesta lagi kann verða sitandi í eitt hálvt [...] virksemið í Føroyum er vaksið støðugt síðani 1994, sigur fíggjarmálaráðharrin, Anfinn Kallsberg í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997. Fiskiveiðan er økt munandi síðan 1993. Lønargjaldingarnar eru nú 18% hægri enn [...] so hvørt sum virksemið er vaksið. Samanumtikið kann sigast, at tann partyurin av búskaparligu afturgongdini, sum stavaði frá fiskaloysi og svartskygni, sum heild er afturvunnin. Nú toska- og hýsustovnarnir
Wollf skipasmiðjuni í Belfast. Kostnaðurin er knappa hálva milliard. Skipið er 155.000 tons deyðvekt og er 246 metrar langt. Tað lastar 950.000 tunnur av olju. Nógv er gjørt fyri at ganga øllum umhvørviskrøvum [...] Conoco standa fyri. Talan er um tað sokallaða ?Aurora? projektið, sum skal royna at meta um møguleikan at fara undir miðvísa gassframleiðslu vestan fyri Hetland. Ætlanin er at vita, um tað ber til á lønandi [...] spegilsmynd av tí, sum nú er í ferð við at henda skamt frá okkara marki. Tað eru helst fáir føroyingar, ið veruliga geva sær fær um, hvussu nær føroyskum øki, ein veruliga upp. Talan er bert um nakrar fáar tímar